Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-08-11, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. august 2006síða 17

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 153 - 11. august 2006 17 tíðindi Havn og tunnil á fíggjarlógina Svínoy: Samstundis sum menn vóru í ferð við at gera dýpdarmátingar út fyri oynni, sendi bygdarráðið eitt skriv til løgtingið. Skrivið snúði seg um kanning av møgu­lig­um tunli og eis­ini nýggj­ari atløgubryggju á ein­um staði, tey nevna Yv­iri í Havn. Í hesum brævi heitir Svín­ oyar bygdarráð enn einaferð á løgtingið, fíggjarnevnd­ ina og vinnumálastýrið um at seta pening á komandi fíggjarlóg so arbeiðið kann fara í gongd. Í brævinum sum er dag­fest 18. juli skrivar borgarstjór­ in, Eyðun Jacobsen, at for­­kanningarnar hjá Lands­ verki vóru um at verða lid­ nar, so at ein kostnaðarmet­ ing av arbeiðinum nú kundi fyriliggja. Landsverk hevur annars síðani í august mánaði í fjør kannað bæði streym- og alduviðurskifti, og í farna mánaði vórðu dýp­ darmátingar gjørdar. Gongst sum ætlað verða eitt forprosjekt og tilmæli liðugt í november mánaði. sb. Svínoyingar ynskja sær betri ferðasamband og betri havnaviðurskifti Sjófuglurin kann minka burtur í einki Ternan er í minking. Talið av lomviga og álku er farið niður við 70%. Haraftrat verður nebbasild fiskað uttan avmarkingar. - Hetta eru alt viðurskifti, sum vísa at neyðugt er við álvarsomum tiltøkum í Norðurhøvum til tess at verja havumhvørvið og sjófuglin, sigur norðurlendsk umhvørvisfólk. Náttúra Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Fuglalív: Hetta álvarsmál­ ið hava teir norðurlendsku um­hvørv­is­vernd­ar­fel­ags­ skap­ir­nir sæð. Og teir vilja eisini fegnir gera vart við støðuna. Í eini yvirlýsing eftir fund teirra í Føroyum koma teir við eini greiðari áheitan á Norðurlendska Ráð­harra­ ráðið um at greina út, hví talið av sjófugli minkar. - Út frá hesum ynskja vit eisini at uppskot verða gjørd til at steðga hesi gongd­ini, siga millum onn­ ur føroyingurin, Kári Thom­ sen sum umboðaði Føroya Náttúruverndarfelag á fund­ in­um herfyri. Hetta kann gerast við at ein bólkur við ser­frøð­ing­ um verður settur og sum skal koma við til­ráð­ing­um til tingsetuna hjá ráð­harra­ ráðnum, sum byrjar á heysti 2007. Hinir luttakararnir á árs­ fund­inum vóru úr Danmark, Finlandi, Álandi, Noregi og Íslandi. Eingin terna Norðurlendski felags­skap­ur­ in viðgjørdi á ársfundinum støðuna hjá sjófuglinum við Føroyar. - Eins og í øðrum lond­ um er talan um eina ógvus­ liga afturgongd hjá fleiri av hesum fuglasløgum, sum verða útsett fyri um­hvørv­ iseitri og føðineyð. - Fyri okkum er hetta eitt greitt tekin um álvarsomu gongdina í øko-skipanini, verður sagt í yvirlýsingini. Víst verður á stóru aft­ur­ gongd­ina hjá álkuni og lom­ vig­an­um. Hesa gongd­ina sær ein eisini aftur í øðrum fuglasløgum í Norð­ur­nor­ egi, Íslandi og Grønlandi. Orsøkin til hetta er í stóran mun tørvandi føði. Norðøkið er eisini nógv rakt av fylgjunum av um­ hørv­is­eitr­an. Finskir gransk­ ar­ar eru komnir fram til, at likka hevur so stórar nøgdir av eitri í sær, at pisurnar kunnu ikki upptaka føðsl­ una og doyggja tí. Ternan er minkað við 30 % við Føroyar seinastu 20 árini. Komið er somuleiðis fram til, at ternan verpur nú tríggjar vikur seinni enn vanligt, - um hon yvirhøvur ger tað. Úr Noregi frættist um at ternan fer frá reiðrinum eftir at hava vorpið. Fylgjan av hesum er, at ungin doyr og at ein í dag hevur heil fylki har ein ikki sær ternu. Sjófuglurin við Føroyar er í afturgongd, og neyðugt er við álvarsomu stigum skal gongdin vendast Møtir: Seinni í hesum mán­ a­ð­in­um koma tveir írar higar at vitja í ymiskum sam­kom­um kring landið. Talan er um teir báðar Gra­ham McCartney og Bren­d­an McClaud, sum hava tað sum sítt kall at vitja tey londini, sum hava kross­merkið í fløggum teirra. Søgan greiðir frá írum, sum løgdu frá landi sum trúboðarar, og komu við smáu bátum sínum m.a. til Føroyar. Sagt verður, at teir bóðu vind Heilaga Andans leiða teir hagar sum hann vildi. Nú koma tveir írar af­trat hig­ar, væl at merkja við nú­tíðar flut­nings­møgu­ leikum, men kortini sama boð­skap­in­um. Teir fara at vitja samkomur í Sørvági, Vest­manna, Havnini, Hoy­ vík, Miðvági, Klaksvík og í Skopun. Vitjanin byrjar 18 august og endar 27. august. sb Írar vitja samkomur kring landið Strendur: Undirtøkan fyri dagtilhaldinum á Strond­ um hevur verið sera góð, - so góð at tað fer at halda fram árið út. Bygdaráðið setti á stovn hetta tilhaldið í vár og var ætlanin tá, at tað skuldi roynd­arkoyrast fram til 1. juli. Nú skilst, at undirtøk­ an millum fólkið hevur ver­ið so mikið góð, at dagtilhald­ið fer at halda fram heilt til 31. desember í ár. Sjóvar kommuna hev­ur leigað sonevndu Pen­sjón­ ista­hús­ini til hetta til­tak­ ið. Endamálið er at fólk skuldu kunnu koma saman at hugna sær og gera ym­ iskt saman, soleiðis at tey kunnu mennast og fáa økt lívs­virði. Tað letur til, at tað er júst hetta sum er hent hesa tíð­ina. sb. Dagtilhaldið heldur fram