Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-08-11, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. august 2006síða 18

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 153 - 11. august 2006 tíðindi Handilin hjá Heimavirkinum á Niels Finsensgøtu letur aftur tann 1. september. Sjálvsognarstovnurin Heimavirkið heldur tó fram, hóast handilin letur aftur. Vandi er nú fyri, at tað føroyska bindihandverkið dettur niðurfyri AFTURLATING Heini S. Kristiansen heinik@sosialurin.fo Handilin hevur verið opin síðani 1935. Nú eftir 71 ár letur handilin aftur, tí at hann ikki longur gevur yvirskot. Óluva Húsgarð er for­kvinna í nevndini fyri Heima­virk­ in­um. Hon harmast um støðuna, sum hon er í dag. Hon greiðir frá søguni hjá handilinum: - Handilin lat upp 1. de­sember 1935. Handilin skuldi skipast sum eitt parta­ felag, har ið hvørt partabræv kostaði 2 krónur. Men fólk áttu ikki 2 krónur tá, tí at tað vóru nógvir pengar. Ístaðin varð felagið skipað sum ein sjálvsognarstovnur. - Tað var erhvervs­kom­iss­ iónin „Dansk arbejde“, sum saman við framstandandi fólkum í Tórshavn tá setti hetta felagið á stovn fyri at savna vøruna inn, sum síðani kundi seljast víðari. Tað sótu nógvar konur úti á bygd og bundu, og handilin tók ímóti vøruni, sigur Óluva. Amtmanskonan fyrsta forkvinna Felagið fekk navnið „Før­ oyskt Heimavirkið“. Í gerða­ bók­ini stendur, at tað var Marius Debes, sum navn­ gav felagnum, og hann fekk 500 kr. afturfyri. Hetta vóru sera nógvir pengar tá. Tað kann samanlíknast við eina ársløn hjá einum skipara. Nevnd skuldi veljast til Heima­virkið, og merk­is­vert er tað, at konan hjá amt­ manninum, frú Ringberg, varð vald til forkvinnu. Felagið hevur ført gerðabók øll árini, og tí er øll søgan fest á blað. Einans føroysk ull Heimavirkið hevur einans nýtt føroyska ull til sína framleiðslu. Tað hevur giv­ ið út 26.000 bindibøkur uttan stuðul. 5.000 bókur eru komnar út við stuðuli frá ymiskum feløgum. Øll nevndin arbeiðir fyri einki, og tí má sigast, at tað er eitt flott avrik. Óluva Húsgarð heldur, at ein føroyskur siðarvur fer fyri skeytið, nú handilin let­ ur aftur. Hon heldur ikki, at Snældan og Tøting kunnu samanberast við Heima­virk­ ið, tí at tey brúka fa­briks­ vøru. Tey nýta nógva út­lend­ ska ull. Óluva Húsgarð er ikki í iva um, hvør orsøkin er til, at handilin ikki ber seg longur: - Politikkarnir hava lag­að MVG-lógirnar soleiðis, at tað er ógjørligt hjá okk­ um at reka handil. Síðani MVG-gjaldið varð lagt aft­ urat, hevur handilin givið undirskot á hvørjum ári. Sjálvsognarstovnarnir hava ikki ráð at legggja MVG afturat teirra vøru. Hon leggur tó dent á, at handilin er ikki farin á húsa­gang, men tey valdu at lata aftur, tí at tað gongur tann vegin. Handilin hevur ongantíð havt útsølu, og tað ætla tey heldur ikki at hava nú, áðrenn handilin letur aftur. Heimamissiónin skipar aftur í ár fyri stórmøtum. Í ár verða tey í ítróttarhøllini á Hálsi í Havn tann 1.-3- september. Norð­maðurin Anfin Skaaheim kemur at tala STÓRMØTIR Heini S. Kristiansen heinik@sosialurin.fo Í fjør vóru stórmøtini hjá heimamisssónini í ít­rótt­ar­ høllini í Runavík. Romain Zannou úr Benin var talari. Undirtøkan fyri møtunum í fjør var somikið góð, at Heimamissiónin roynir tað aftur á ár. Møtini verða vikuskiftið 1.-3. september í ít­rótt­ar­ høllini á Hálsi. Anfin Skaa­ heim, sum kemur at tala, hevur leingi virkað sum prædikumaður. Eitt tíð­ arskeið var hann að­al­skriv­ ari hjá Normission í Norra. Hann hevur eisini ferðast í ymsum londum og hildið møtir. Hann hevur verið og vitjað í Føroyum fyrr, har hann hevur havt møtir og bíbliuskeið. Anfin hevur júst móttikið eina gullheiðusløn frá norska konginum fyri hans­ ara trúgva arbeiði innan kirkju- og trúarlív í Norra. Hend­an við­ur­kenn­ing­in vís­ ir, at Anfin er ein høgt vird­ ur prædikumaður í Norra. Les meira um stórmøtini á www.mission.fo. Handilin hjá Heimavirkinum letur aftur Ása Skorá rekur dagliga handilin hjá Heimavirkinum í Niels Finsensgøtu. Handilin letur aftur 1. september eftir 71 ár. Handilin lat fyrstu ferð upp tann 1. desember 1935. Mynd: Heini S. Kristiansen Stórmøtir í Havn