Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-08-11, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. august 2006síða 19

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 tíðindi Nr. 148 - 4. august 2006 Bretsku myndugleikarnir siga, at tær ætlaðu yvirgangsatsóknirnar høvdu helst kravt umleið 2.700 mannalív. Í meiri enn eitt ár hildu bretsku myndugleikarnir eyga við bólkinum, sum ar­ beiddi við ætlanini um at spreingja fleiri ferða­manna­ flog­før, meðan tey vóru á flogi. Løgreglan og fregn­ ar­tæn­ast­an hildu eyga við, hvar limir­nir í bólk­in­um vóru, og hvat teir gjørdu. Harafturat helt løgreglan eyga við, hvussu nógvar pengar tey brúktu, og fregn­ ar­tænastan legði loyniliga lurtiútgerð í hølini, har fólkini hildu fund. Gjáranátina tordu mynd­ug­ leikarnir ikki at bíða longur, tí tað var greitt, at tey fyrstu álopini kundu koma hvørja løtu. Løtu seinni vórðu 24 fólk tikin, men mynd­ ugleikarnir viðganga, at fimm ganga leys enn, og at høvuðsmaðurin aftan fyri álopsætlina er teirra mill­ um. Bretsku myndugleikarnir hava síðani valt at siga sum minst, men bretskir og amerikanskir fjølmiðlar siga seg hava fingið ymiskt at vita frá keldum innan løgregluna. Eitt nú siga teir seg hava fingið at vita, at álopsfólkini ætlaðu at søkja at flogførum, sum flúgva úr Bretlandi til New York, Washington og Kalifornia. Amerikanskir fjølmiðlar siga, at álopsætlanin um­fat­ aði flogfør hjá bretska flog­ fel­ag­num Brit­ish Airways og teimum am­erikonsku feløgunum American, Unit­ ed og Continental. Fjølmiðlarnir hava eis­ini fingið at vita, at yv­ir­gang­ fólkini ætlaðu at spreingja trý flogfør um tíman í tríggj­ar tímar, og at ætlanin var at spreingja flogførini, meðan tey vóru á flogi uppi yvir stórum býum, so atsóknirnar kundu krevja sum flest mannalív. The Times skrivar frá keld­ um í løgregluni, at atsóknin kundi lættliga kravt umleið 2.700 mannalív. Muslimarnir í Bretlandi stúra fyri, at fólk fara at gera seg inn á teir, eftir at myndugleikarnir avdúkaðu yvirgangsætlanina, sum muslimar høvdu lagt. Tað er greitt, at tey, sum vórðu tikin í sam­bandi við tær ætlaðu yv­ir­gangs­ atsóknirnar í Bretlandi, eru bretskir ríkisborgarar av pakistanskum uppruna. Tað ørkymlar nógvar bretsk­ ar muslimar. -Í kvøld noyðist eg at vera varin, sigur tann 33 ára gamli Monirul Saadr við Reuters. Hann er ættað­ ur úr Bangladesh, og tað síða svarta skeggið ger, at hann kann ikki fjala seg í mannfjøldini. Talsmenn hjá teimum mus­ limsku samfeløgunum í Bret­landi søgdu í gjár stúra fyri, at bretar fara at upp­ fata allar muslimar sum yv­ir­gangsmenn ella stuðlar hjá yvirgangsmonnum. Tí vænta teir, at muslimarnir verða skúgvaðir til viks í sambandi við starvssetanir, og teir óttast eisini fyri ein­ um veksandi ágangi ímóti muslimunum í Bretlandi. Harris Bokhari, sum er tals­ mað­ur hjá muslimska lands­ felagsskapinum í Bretlandi, sigur við AP, at moskurnar eiga at boða løgregluni frá, hvørja ferð ein muslimur verður fyri ágangi orsakað av avdúkingunum í gjár. útlond SAMBAND árni joensen fartekst@mail.dk STUTT SAGT Castro stríðist fyri lívinum Forsetin í Venesuela, Hugo Chavez, vil vera við, at kubanski forsetin, Fi­del Castro, stríðist fyri lív­in­um. Herfyri varð Castro lagd­ur undir skurð, og al­menna ku­banska tíð­ inda­stov­an segði tá, at for­set­in fór at koma fyri seg aftur skjótt. Men Cha­ vez, ið verður hildin at vera besti útlendski vin­ maður hansara, sigur nú, at støðan hjá Castro er álvarssom, og at hann er í lívsvanda. -Eg havi sagt honum, at vit biðja fyri honum hvønn dag og hvønn tíma, og eg vænti eisini, at hann fer at koma fyri seg aftur. Ja, eg veit, at hann fer at vinna hetta stríð­ið, segði Chavez í ein­ari sjónvarpsrøðu í gjár. Fidel Castro, sum verður 80 sunnudagin, hevur lat­ ið bróður sín stýra land­ inum, meðan hann er sjúkur. Russisk veiðitøl ikki álítandi Russisku fiski­vinnu­ myndug­leik­ar­nir hava upp­lýst, at russisk skip fisk­aðu góð 95.000 tons av toski í Barentshavinum fyrra hálvár í ár. Tað eru góð 8.000 tons minni enn í sama tíðarskeiði í fjør, men norsku mynd­ug­ leik­arnir siga seg ivast í talinum. Ein uppgerð hjá norska fiskivinnustýrinum vísir nevnliga, at russar fiskaðu umleið 140.000 tons av toski í Barentshavinum í fyrra hálvári, og tað er heili 47 prosent meiri, enn russar siga seg hava fiskað. Í norska reið­ara­ felagnum ivast tey ikki í, at tey norsku tølini eru meiri álítandi enn tey russ­isku. -Russararnir hava ong­ an­tíð við­ging­ið, at teir fiska ov nógv, og upp­ lýs­ingarnar um russiska fiskiskapin fyrra hálvár vísa bara, at tað gera teir framvegis ikki, sig­ ur Reidar Nielsen í reið­ ara­fel­ag­num við tíð­inda­ stovuna ANB. Í fjør mettu norsku mynd­ ug­leikarnir, at russar fisk­ aðu 101.000 tons meiri av toski, enn teir høvdu kvotu til, men teir rokna við, at talið verður nakað minni í ár. Fáa royk úr Russlandi Liggjandi vesturætt hevur havt við sær, at tann nógvi roykurin frá fleiri skóg­ar­eldum í Russlandi er farin at gera um seg í Finn­landi og Svøríki. Tað hevur verið sera turt har vesturi í Russ­landi í summar, og í sein­ast­ uni hava umleið 50 skóg­ ar­eld­ar verið nær­hend­ is St. Pætursberg og á leiðunum við finska mark­ið. Vindurin hevur bor­ið roykin við sær langt inn um markið, og í Hels­ ing­fors hava fleiri fólk ringt til mynd­ug­leik­ar­­nar og kært seg um royk­in, skrivar tíðindastovan YLE. Heilt vesturi í Stockholm hava fólk eisini kært seg um roykin frá teimum russisku skógareldunum, og væntandi fara est­lend­ ingar at kæra sína neyð um vikuskiftið, tí teir finsku veðurmenninir siga, at tá fer royk­urin tann vegin. -Í kvøld má eg ansa eftir mær bretskur muslimur Skuldu spreingja trý flogfør um tíman í tríggjar tímar Bretsku muslimarnir stúra fyri hevnd