fríggjadagur 11. august 2006síða 20
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
[ Nr. 153 - 11. august 2006 ]
Stóri spurningurin
undan týdningar
mikla dystinum hjá
VB/Sumba móti GÍ er,
hvør verður venjari
hjá liðnum
Upptakt
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tað tykist mest sum púrasta
víst, at Ole Andersen er
liðugur í VB/Sumba. Heima
síðan hjá felagnum skrivaði
í gjárkvøldi, at tey vóru
vitandi um, at leitað verður
eftir nýggjum venjara. Og
á heimasíðuni hjá Suðurrás
verður staðfest, at venjarin
er uppsagdur.
Enn eru almennu boðini
um hetta tó ikki komin, og
sjálvur vil Ole Andersen
ikki gera nakrar sum helst
viðmerkingar í málinum.
Triði venjarin
Verður Ole Andersen sekkj
aður, so er hann triði av
venjarunum hjá teimum
trimum botnliðunum, sum
verður sagdur úr starvi, og
so er spurningurin, hvørt
hetta fer at hjálpa meira
hjá VB/Sumba, enn tað
hevur gjørt hjá ávíkavist
B68 og ÍF, sum fyrr í ár
hava sagt sínum venjarum
– Jóannes Jakobsen og
Petur Simonsen – úr starvi.
Í øllum førum hevur botn
urin á talvuni alt árið verið
mest sum púrasta javnur,
og fleiri munnu helst vera
á einum máli um, at hetta
eins nógv skyldast tilfarin
um, sum venjararnir hava
at arbeiða við, heldur enn
venjarunum sjálvum. Men
tað er áður sæð, at eitt venj
araskifti kann sparka nýtt
lív í ein hóp, og helst er tað
hesi effektini, sum leitað
verður eftir í Vági.
Bjarni Johansen
við róðrið
Hvør nýggi maðurin á
beinkinum í Vági verður,
er enn ikki greitt. Suður
rás metir tó, at fyrrverandi
málverjin, Bjarni Johansen,
er eitt gott boð. Og í øllum
førum hevur hann higartil
virkað sum venjari hjá
næst besta liðnum hjá VB/
Sumba. Ein annar maður,
sum eisini verður roknaður
sum gott boð, er Finn
Johannesen, sum fyrr í ár
hevur verið í samband við
VB/Sumba. Og sum eisini
hevur hjálpt Ole Andersen
nakað.
Finn er í ferð við at nema
sær venjaraútbúgving, og tá
er tað eitt krav, at venjarin
hevur lið at taka sær av.
Og tað kann bera við sær,
at Finn er ein maður, sum
er rímiliga lættur at fáa til
Vágs seinasta triðingin av
kappingarárinum.
Uppgávan
Fyri at koma aftur til upp
gávuna, so er tað avgjørt
ikki ein av lættara slagnum,
sum
VBS/umba
hevur
hesaferð. GÍ hevur kanska
ikki havt so góðan byrð
seinnu umførini, men týs
kvøldið fingu Petur Mohr
og hansara menn javnleik
í Gundadali móti B36.
Spurningurin er so, hvussu
gøtumenn eru fyri hesaferð.
Seinast sótu bæði Magni
Jarnskor og Sámal Joensen
á beinkinum við skaða, og
spurningurin er, hvørt teir
verða tøkir hesaferð. Tað
verða Niklas Niclassen og
Áslakur R. Petersen heilt
víst, eftir at teir sótu úti við
leikbanni.
Hinvegin fingu bæði
Hans
Jørgen
Djurhuus
og Sverri Jacobsen reytt í
Gundadali, og eru teir báðir
tí leikbannaðir.
Hjá VB/Sumba er sterki
verjuspælarin, Dmitri, nú
aftur tøkur, eftir at hann
hevur sitið tvey dystarbann
av sær. Hinvegin er Evrard
Ble ikki tøkur hesaferð, tí
gulu kortini á kontini eru
vorðin ov nógv í tali. Og so
er týdningarmikið, at Hallur
Dam Joensen verður tøkur
aftur. Hann hevur drigist
við skaða, men vónin er,
at hann verður klárur nú
leygardagin.
Oddaliðið tekur á
Mølini á Eiði í móti
HB, og vinna teir
verður stigamunurin
teirra millum átta
stig. Verður tað
hinvegin HB, sum fer
við øllum, eru bara
tvey stig á muni, so á
Eiði verður spælt um
seks stig leygardagin
Fótbóltur
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
EB/Streymur og HB hava
spælt tvær ferðir í móti
hvørjum øðrum í ár, men
leygardagin verður fyrsta
ferðin, at HB vitjar á Eiði.
Fyrri dysturin í Gundadali
endaði við 3-2 sigri til EB/
Streym og seinni við 2-2
javnleiki. Hesaferð vil HB
gera alt hvat teir eru mentir,
fyri at fáa so nógv stig sum
gjørligt við av Mølini.
Reint manningarliga er
heldur ongin forðing fyri, at
hetta skal lata seg gera. HB
hevur allar mans tøkar til
týdningarmikla dystin, sum
er ógvuliga avgerandi fyri
restina av kappingarárinum
hjá HB.
Vinna teir eru teir ikki
meiri enn tvey stig aftanfyri
EB/Streym, men tapa teir
eru heili átta stig upp til
oddaliðið.
Eftir trivaliga sigurin í
Klaksvík er lagið gott í
Sundalagnum. Tey harmast
tó um, at liðformaðurin,
Egil á Bø, ikki fær verið
við. Leygardagin í Klaksvík
fekk hann sítt fimta gula
kort í ár, og tí verður hann
noyddur at sita yvir móti
HB.
Nýggi maðurin hjá EB/
Streymi, Jørgen Meitilberg,
fekk sína debut í Klaksvík,
men honum verður heldur
ikki roknað við til dystin í
morgin. Hóskvøldið fekk
hann skaða undir venjing
og var noyddur at gevast, so
hann er ógvuliga ivasamur.
Harafturímóti er Arnbjørn
komin fyri seg eftir skaðan
hann fekk í fótin, tá hann
varð ákoyrdur av einum
trukki í farnu viku, og tað
er nakað tey fegnast um í
Sundalagnum.
Fyri summarsteðgin og
áðrenn skaðan, var Arnbjørn
sera væl fyri og skoraði
fleiri mál. Og av Eiði og
suður til Kollafjørð vóna tey
nú, at Arnbjørn saman við
restini av vælkoyrandi EB/
Streymunum kann tryggja
felagnum 12. sigurin í ár.
ítróttur
SAMBAND
jákup mørk
jakup@sosialurin.fo
tlf 341800 fax 341801
»Tað er áður sæð, at eitt venjaraskifti kann sparka nýtt lív í ein
hóp, og helst er tað hesi effektini, sum leitað verður eftir í Vági«
Sosialurin
Á Mølini verður spælt um seks stig
VB/S-venjarin úr starvinum
Næsta vikuskiftið á rað hevur EB/Streymur
ein seks-stiga dyst. Við verandi leiðslu í
huga, hevur oddaliðið nú møguleika at
seta enn av kappingarneytunum púrasta
til viks í endaspurtinum
Jónhard á
landsliðnum
Andrew
av
Fløtum
noyddist í gjár at geva
Jógvani Martin Olsen
avboð til landsdystin
móti Georgia. Andrew
hevur drigist við ein
skaða, og tí hevur hann
ikki møguleika at taka
eina hond við, nú Jógvan
Martin fyri fyrstu ferð
skal senda landsliðið í
undankappingardyst.
Ístaðin hevur lands
liðsvenjarin tikið út Jón
hard Frederiksberg úr
Skála. Jónhard hevur
verið mest sum fastur
fúsur á landsliðnum sein
astu 3 árini, men hesa
ferð var hann ikki partur
av upprunaliga hópinum.
Týskvøldið spældi hann
tó ein góðan dyst í Vági,
og tí var tað hampiliga
nærliggjandi, at hann
var maðurin, sum varð
innkallaður fyir Andrew.
-mørk