Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-08-11, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. august 2006síða 21

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 [ Nr. 153 - 11. august 2006 ] Mistu javn­ leikin í yvir­ tíðini KÍ-kvinnurnar iðraðu seg, eftir at tær høvdu spælt móti skotska Hibernian hósdagin. Stóran part av dystinum var tað nevnliga KÍ, sum var omaná. Kristina Eyðbjørnsdóttir meddaði bóltin í meskarnar eftir eitt gott álop fyri steðgin, og so ráddi um hjá KÍ at halda fast. Skotsku vertirnir trýstu nógv, men fram til miðjan seinna hálvleik megnaðu KÍ-kvinnurnar tó at verja leiðsluna. Men hetta helt ikki í longd­ ini, og tá Hibernian so í yvir­tíðini skoraði sigurs­ málið, varð talan um stórt vónbrot hjá KÍ. -mørk Zlatan seldur fyri 186 milliónir Nýklakta aðru deildarliðið í Italia Juventus seldi í nátt svenska framherja síni Zlatan Ibrahimovic til fyrrverandi kapp­ing­ arneytarnar í Inter Milan fyri 186 milliónir kr., skriv­ar danska Ekstra Bladet. Juventus hevur síðan liðið var sent niður í aðru deild selt fleiri av dýrastu leikarum sínum. Tað var tí í væntu, at Zlatan fór at verða seldur. Leikarin hevði eina ársløn á 33 milliónir kr. í Juventus, og tað tyktist greitt, at sviin ongan áhuga hevði í at spæla í aðru deild. Inter hevur framman­ undan tryggja sær Her­ nan Crespo frá Chelsea, umframt at brasilu­ maðurin Adriano og nigeriumaðurin Oba­femi Martins manna álop­ið hjá teimum framman­ undan. Við hesum leik­ ar­um er Inter sera væl fyri offensivt, og við Juventus í aðrudeild og AC Milan við minus stigum tykist Inter sum stórur favorittur til italska meistaraheitið. nud Mark Webber fer til Red Bull Í síðstu viku gjørdist tað alment, at Mark Webber ikki verður millum bilførararnir hjá Williams liðnum komandi kappingarár, tí var væntað, at Webber flutti til Renault liðið komandi kappingarár, men nú hevur avstraliumaðurin kunngjørt, at hann flytur til Reb Bull liðið, skrivar f1racing.com. Mark Webber hevur Renault liðstjóran sum umboðsmann, og var tí eitt sera upplagt boð til tóma Renault setrið, nú Alonso fer til McLaren Mercedes. Í samrøðu við avstralsku sjónvarpsstøðina Network 10 varð Webber spurdur um, hví hann ikki flytur til Renault har Briatore er umboðsmaður. Hartil svaraði Webber, at tey kanska skuldu spurt Briatore, hvar hann fer komandi kappingarár. nud Bæði B36 og KÍ tykjast vera skúgvað til viks í odda­stríð­ num. Men bæði vilja tey út í Europa, og tað krevur ein sigur leygardagin Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Sjógvurin hevur verið tungur hjá B36 seinastu tíðina. Síðani trivaliga sigurin á grannunum úr HB, ið mest sum fekk jólastjørnurnar at tendra á hásumri í B36- húsinum, hava úrslitini í landskappingini ikki verið eftir vild. Tap móti Skála og javnleikur móti GÍ hava økt nógv um gloppið upp til EB/Streym, og týskvøldið fekk hetta B36-venjaran at staðfesta, at FM-heitið skuldu teir gloyma alt um. Hvørt hetta var spæl fyri gallarínum og ein roynd at flyta trýstið yvir á EB/ Streym, skal vera ósagt. Men í øllum førum ljóðaði staðfestingin sam­stundis, at B36 skal spæla fyri europiska møgu­leik­an­um, og bara tað í sjálv­um sær kann eisini verða sera trupult. Tað er tað eisini hjá KÍ, sum á Summar­ festivalinum fekk av at vita frá oddaliðnum. Eitt tap, sum eisini staðfesti, at hjá klaksvíkingum má málið í ár vera Europa heldur enn FM. Heimaverjan skerd Hjá B36 er størsta ivamálið helst, hvørjir skulu manna miðverjuna. Bæði Her­ bert í Lon Jacobsen og Klæ­mint Matras eru hesa ferð leikbannaðir, eftir at teir hava fingið ávíkavist reytt og ov nógv gul. Tað leggur upp til, at Fróði Benjaminsen verður fluttur av miðvøllinum, meðan tað als ikki er óhugsandi, at makkarin hjá honum verður Bárður H. Joensen. Og so er spurningurin, hvørt Hanus Thorleifsson verður tøkur leygardagin. Hann var úti við skaða í fótliðnum, tá B36 spældi javnt móti GÍ, men vónin er, at hann kortini verður tøkur nú leygardagin. Nakað sum spælarin helst eisini ætlar sær at royna, nú hann er partur av landsliðsleguni, sum savnast, tá hetta um­­ farið er av. Hjá KÍ hava skaðar ikki gjørt um seg. Tað var eisini merkisvert, at liðið als onga útskifting framdi í dystinum móti EB/Streymi, eins og teir heldur ikki høvdu leikbann av nøkrum slag. Og tí er væl hugsandi, at júst teir somu ellivu aftur hesa ferð byrja á vøllinum. Bæði B68 og Skála hava hvør sín leikara skaddan, og hvør sín leikara leikbannaðan undan dystinum í morgin, har meiri stendur upp á spæl hjá B68 enn hjá Skála Fótbóltur Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Um hugt verður at stiga­ talvuni sæst, at tað er al­neyðugt hjá B68 at fáa stig nú, um teimum skal vera lív lagað í bestu deild­ ini. Nýggi venjarin á Toftum, Bill McLeod Jacobsen, fekk ikki eina ynskibyrjan í sínum fyrsta dysti í felagnum, og manningarligu fortreytirnar fyri einum góðum úrsliti í móti Skála, eru versnaðar nakað í mun til seinasta dyst. Eftir dystin í móti NSÍ eru tveir leikarar, sum mugu geva avboð. Kári Hansen fær ikki verið við, tí hann í Runavík fekk ársins fimta gula kort, og harvið er leikbannaður. Hin maðurin sum má melda pass, er Hendrik Rubeksen. Hann skifti úr HB til B68 í summarsteðginum, men í fyrsta dysti sínum, sum var í móti NSÍ, var hann so óheppin at bróta sær beinið. Anderson tøkur Hetta er ein dyggur smeitur fyri B68, at skula vera tveir slíkar leikarar fyri uttan, men á Toftum ugga tey seg við, at gamli kenningurin, Anderson, hevur fingið sítt leikaraloyvi í rætt lag, og at hann tískil verður partur av hópinum, sum skal taka í móti Skála. Hann var ikki við ímóti NSÍ. Á Skála er sama skili sum á Toftum. Teir hava ein leikara leikbannaðan og ein skaddan. Bárður Danielsen fekk gult kort fyri fimtu ferð í ár, tá hann avloysti Pætur Dahl Jacobsen í dystinum móti VB/Sumba, og tí verður hann ikki við. Skaddi leikarin er Bjarni Jørgensen. Hann hevur í longri tíð havt trupulleikar við lærkrikanum, og hóast tað nú gongur betri hjá honum enn tað hevur gjørt í longri tíð, rokna tey ikki við honum á Skála. Hóast B68 stendur og vantar stig beint her og nú, so skulu teir ikki rokna við at fáa tey fyri givið. Skála hevur sum so ikki nógv at spæla fyri longur, men teir ætla sær tó ikki at geva við dyrnar, men vilja teir heldur spenna seg út og fáa alt við aftur vestur um fjørðin. ÍSB-svimjari til EM í Budapest Í døgunum 15 til 21 august er evropameistarakapping í svimjing í Budapest. Tað er á triðja sinni at skipað verður fyri eini tílíkari svimjikapping fyri menningartarnaði. Men hetta er fyrstu ferð at Føroyar luttaka. Tað er 16 ára gamli Ragnvaldur Jensen av Sandi, sum skal umboða Føroyar til kappingina. Ragnvald hevur vant dúgliga fram til kappingina. Umframt at venja við ÍSB, venur Ragnvaldur eisini við Havnar Svimjifelag. Til kappingina í Budapest skal Ragnvaldur luttaka í 4 kappingum, 50 m frí og bringu, 100 m bringu og 200 m bringu. Ragnvaldur fer við venjara sínum av landinum longu 10 august. Fyrst gongur leiðin til Danmarkar, har hann skal venja í 50 m hyli í nakrar dagar áðrenn farið verður víðari til Budapest. Ferðalaðið verður aftur í Føroyum 21 august. Skulu bjarga árinum Ein skaði og eitt leikbann á hvørjum liði Fyrr í ár endaði dysturin millum B36 og KÍ við 1-1 javnleiki. Men tað hevur hvørgin parturin ráð til leygardagin