fríggjadagur 29. desember 2000síða 2
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 250 - 29. desember 2000
3
gult cyan magenta svart
2
Nr. 250 - 29. desember 2000
gult cyan magenta svart
– Landsstýrið skal
undir øllum umstøð-
um góðkenna sátt-
málarnar fyri
dagrøktirnar
SÁTTMÁLATRÆTA
Áki Bertholdsen
Sáttmálarnar, sum dag-
røktirnar hava fingið við
tær ymsu kommunurnar
eru eitt sindur ymiskir. Men
í øllum førum er tað greitt,
at landssýrið skal góðkenna
teir.
Tað sigur bygdaráðsfor-
maðurin á Strondum, Ei-
vind Jacobsen.
Hann sigur, at tað stendur
í øðrum løgtingslógum, at
landsstýrið skal góðkenna
teir og so er tað líka mikið,
hvat stendur í sáttmálunum.
Tí sendu strandingar fíggj-
armálastýrinum sáttmálan
til góðkenningar, hóast tað
ikki stendur í honum, at
landsstýrið skal góðkenna
hann.
Samstundis eru sáttmál-
arnir ímillum Kommunala
Arbeiðsgevarafelagið
og
Føroya Arbeiðarafelag eis-
ini sendir landsstýrinum til
góðkenningar. Men í teim-
um stendur tað beinleiðis,
at landsstýrið skal góð-
kenna teir.
– Landsstýrið hevur boð-
að okkum frá, at tað skal
góðkenna allar sáttmálar,
sigur Peter Kruse, formað-
ur í Kommunala Arbeiðs-
gevarafelagnum. Tí stendur
tað í teimum, at teir koma í
gildi 1. januar, treytað av, at
landsstýrið góðkennir teir.
Men sum tað sæst aðra-
staðni í blaðnum, vil lands-
stýrið ikki góðkenna sátt-
málarnar. Sostatt er sátt-
málaloysi og fleiri, sum
hava við málið at gera,
vænta, at tað fer helst at fáa
avleiðingar
Senda ikki inn
Í Vági, sum er ein av teim-
um størru kommununum,
hava tey eina heilt aðra
áskoðan.
Vágur er ikki í Komm-
unala Arbeiðsgevarafelag-
num, men hevur samráðst
við Føroya Arbeiðarafelag
saman við fýra øðrum stór-
um kommunum, sum held-
ur ikki eru limir.
Jógvan Krosslá, býráðs-
formaður, sigur, at í teirra
sáttmála, stendur, at hann
verður settur í gildi, treytað
av, at býráðið góðkennur
hann.
– Tað stendur onki í sátt-
málanum hjá okkum um, at
landsstýrið skal góðkenna
sáttmálan. Tí hava vit held-
ur ikki sent teimum hann til
góðkenningar, sigur Jógvan
Krosslá.
Alt hetta kundi bent á, at
støðan er rættiliga fløkt í
løtuni og spurningurin er tí
eisini, sum sáttmálin hjá
vágbingum yvirhøvur hev-
ur gildið, tá ið landsstýrið
ikki hevur góðkent hann,
hóast onki stendur í sátt-
málanum um tað.
Og sum nevnt aðrastaðni,
eru tey fólkini í lands-
stýrinum, sum hava við
hetta málið at at gera, ikki
til arbeiðis.
Petur Kruse, for-
maður í Kommu-
nala Arbeiðs-
gevarafelagnum,
væntar ikki, at
dagrøktarmammur
fara at leggja
arbeiðið niður,
hóast landssýrið
ikki vil góðkenna
teir nýggju sátt-
málarnar
SÁTTMÁLATRÆTA
Áki Bertholdsen
– Eg vænti ikki, at tað
verður verkall á nýggj-
árinum.
Tað sigur Petur Kruse,
sum er formaður í
Kommunala
Arbeiðs-
gevarafelagnum.
Í heyst vórðu sáttmál-
ar á fyrsta sinni gjørdir
ímillum Føroya Arbeið-
arafelag og kommunur-
nar kring alt landið um
dagrøktarmammurnar.
Hetta er ein sáttmáli,
sum fevnir um dagrøkt-
armammurnar í øllum
landinum, uttan í nøkr-
um einstøkum kommun-
unum, har tær eru undir
Starvsmannafelagnum,
eitt nú í Havn,í Klaks-
vík og í nøkrum einstøk-
um kommunum afturat.
Men sum tað sæst
aðrastaðni í blaðnum,
hevur landsstýrið nú
boðað frá, at tað kann
ikki góðkenna sáttmál-
an.
Bæði Ingeborg Vinth-
er, formaður í Føroya
Arbeiðarafelag og onn-
ur, vænta, at tað verður
trupult at fáa dagrøktir-
nar til arbeiðis eftir
nýggjár við ongum sátt-
mála.
So svartskygdur er
Petur Kruse, formaður í
Kommunala
Arbeiðs-
gevarafelagnum, ikki.
Hann heldur ikki, at
støðan eftir 1. januar
kann kallast sáttmála-
loysi sum so, tí í løtuni
er ongin sáttmáli og
hetta er fyrstu ferð, at
sáttmáli skal setast í
gildi á økinum yvirhøv-
ur
– Sostatt verður støð-
an bara óbroytt eftir 1.
januar, sigur hann.
Hann væntar tí heldur
ikki, at hetta fer at føra
til arbeiðssteðg.
– Eg vænti, at dag-
røktarmammurnar fara
at halda fram sum higar-
til, eisini eftir 1. januar.
So mugu vit brúka jan-
uar mánaða til at fáa
viðurskiftini í rættlag og
at fáa sáttmálan snikk-
aðan til, so at landsstýrið
kann góðkenna hann.
Sáttmálin kann so koma
í gildi 1. februar ístaðin.
Sostatt er bara talan um
at útseta hann í ein mán-
aða, sigur hann.
– Um støðan, sum hon
er í løtuni, varar ein
mánaða afturat, átti ikki
at gjørt tann stóra skað-
an, leggur Petur Kruse
afturat.
Men hann sigur, at
sum støðan er í løtuni,
verður hann noyddur at
boða kommununum frá,
at sáttmálin kann ikki
setast í gildi 1. januar,
sum ætlað.
Hann sigur, at tá ið
farið varð undir samráð-
ingarnar, kannaðu tey
málið og fingu at vita, at
landsstýrið skal góð-
kenna allar sáttmálarnar.
– Tí stendur tað í sátt-
málanum
ímillum
Kommunala
Arbeiðs-
gevarafelagið og Føroya
Arbeiðarafelagið, at teir
koma í gildi, treytað av,
at landsstýrið góðkennir
teir.
– Landsstýrið vil ikki
góðkenna sáttmálar-
nar, sum eru gjørdir
ímillum Føroya
Arbeiðarafelag og
kommunurnar um
dagrøktarmammur
kring landið. Sostatt
er sáttmálaloysi 1.
januar og tað vænta
fleiri, fer at raka
samfelagið hart
SÁTTMÁLATRÆTA
Áki Bertholdsen
Tað er nú nógv, sum bendir
á, at tað verður ongin
barnaansing í tí mesta av
landinum aftaná 1. januar-
ella í hvussu so er stutt eftir
tað.
Orsøkin er, at fíggjar-
málastýrið í landsstýrinum
vil ikki góðkenna sáttmál-
an, sum er gjørdur ímillum
Føroya Arbeiðarafelag og
kommunurnar.
Sáttmálin skuldi annars
koma í gildi nú 1. januar.
Áður hevur ongin sáttmáli
verið á økinum, so tá ið
sáttmáli varð gjørdur í
heyst, var hetta fyrstu ferð,
at hesin bólkurin í samfe-
lagnum fær skipað viður-
skifti.
Men tá ið landsstýrið ikki
vil góðkenna sáttmálan,
kann hann ikki setast í
gildi.
– Sostatt er framvegis
sáttmálaloysi tann 1. jan-
uar, sigur Eivind Jacobsen,
bygdaráðsformaður
á
Strondum, sum er rættiliga
argur inn á landsstýrið um
framferðina í hesum máli.
Hann væntar at tað verð-
ur trupult at fáa dagrøktar-
mammurnar til arbeiðis,
uttan at sáttmáli er komin í
gildi. Og tí væntar hann
eisini, at tær fara at leggja
arbeiðið niður og sostatt er
ongin
barnansing
eftir
fyrsta januar.
Ella í øllum førum roknar
hann ikki við, at tað fara at
ganga nógvir dagar av
nýggja árinum, áðrenn dag-
røktarmammurnar fara at
niðurleggja arbeiðið.
Ingeborg Vinther vil ikki
gera so nógvar viðmerking-
ar til málið. Boðini frá
landsstýrinum um, at tað
ikki kann góðkenna sátt-
málan, eru so nýggj, at hon
hevur ikki fingið sett seg
ordiliga inn í málið.
Men eisini hon væntar, at
tað verður trupult hjá dag-
røktunum at fara til ar-
beiðis við ongum sáttmála.
– Tað er í øllum øfrum
greitt, at hetta fer at fáa álv-
arsligar avleiðingar, sigur
IngeborgVinther.
Svar í síðstu viku
Eivind Jacobsen, sigur, at
sáttmálin ímillum Sjóvar
Kommunu og Føroya Ar-
beiðarafelag
samráddust
um nýggjan sáttmála, áðr-
enn sáttmálin varð gjørdur
ímillum Føroya Arbeiðara-
felag og arbeiðsgevarafe-
lagið hjá kommununum og
ímillum Føroya Arbeið-
arafelag og tær størru
kommunurnar.
Men allir sáttmálarnir
eru at kalla eins.
Og nú hava bæði Sjóvar
Kommuna og allar hinar
kommunurnar, sum hava
sáttmála við Føroya Ar-
beiðarafelag, fingið at vita
frá landsstýrinum, at sátt-
málin kann ikki góðkenn-
ast.
Eivind Jacobsen sigur, at
tað var longu fyrst í no-
vember, at hann sendi
fíggjarmálastýrinum sátt-
málan til góðkenningar.
Men svar kom onki fyrr-
enn í síðstu viku - nakrar
fáar arbeiðsdagar, áðrenn
hann skuldi koma í gildi.
– Hetta er langt úti. Hetta
minnir mest um eina roynd
at leggja trýst á okkum um
at góðtaka krøvini hjá
fíggjarmálastýrinum, tí tað
er sálvsagt, at tað ber ikki
til at gera nógv til 1. januar.
Bygdaráðsformaðurin
á
Strondum sigur, at tað eru
fleiri øki í sáttmálanum,
sum Landsstýrið ikki vil
góðkenna.
– Í fyrsta lagi vil lands-
stýrið ikki góðkenna sjálva
lønina. Eftir sáttmálanum
skulu
dagrøktirnar
fáa
2.947 krónur um mánaðin
fyri hvørt barnið, men
landsstýrið vil ikki góð-
kenna, at tær fáa meiri enn
2.720 krónur, ella 227
krónur færri.
– Eg dugi ikki at síggja,
hví landsstýrið skal leggja
seg út í hetta, tí kommunur-
nar gjalda alt samalt sjálv-
ar.
– Harafturat vil lands-
stýrið ikki góðkenna, at
dag røktar mammur nar
skulu hava frí 1. mai.
Landsstýrið heldur, at tað
er óheppið, at tær hava frí,
tá ið flest øll onnur eru til
arbeiðis. Landsstýrið held-
ur, at hetta fer at noyða
nógv av teimum, sum hava
børn í dagrøkt, eisini at
taka frí 1. mai.
Hetta skilir Eivind Ja-
cobsen heldur ikki.
– Dagrøkt er ein tænasta,
vit veita borgarunum. Og
um vit ikki kunnu veita
hesa tænastuna 1. mai eis-
ini, hevur tað onki við
landsstýrið at gera.
Tað eru eisini aðrir partar
í sáttmálanum, sum lands-
stýrið ikki vil góðtaka.
Bygdaráðsformaðurin
sigur, at hann skilir ikki,
hvat landsstýrið yvirhøvur
hevur við hetta málið at
gera, tí tað eru kommunur-
nar, sum betala hvørt oyra.
– Men landsstýrið hevur
lógir at vísa til og krevur, at
tað skal góðkenna sáttmál-
arnar, sigur Eivind Jacob-
sen.
Ongin viðmerking
Í landsstýrinum er ongin av
teimum til arbeiðis, sum
hava við málið at gera, so
haðani fekst ongin við-
merking til málið.
Útseta sátt-
málan ein
mánaða
Dagrøktarmammur: Vandi
fyri verkfalli á nýggjárinum
Tað er nógv sum bendir á, at
dagrøktarmammurnar kring
alt landið fara í verkfall fyrst
í januar. Landsstýrið ikki
góðkenna sáttmálarnar og
sostatt er sáttmálaloysi.
Hetta fingu vit ikki at vita
fyrrenn í síðstu viku og tað er
átaluvert, sigur bygdaráðs-
formaður, sum hevur gjørt
sáttmála um dagrøkt.
Myndin er tilvildarlig
Hava ikki sent sáttmálan inn
Gullbrúdleyp
Nýggjársaftan hava hjúnini
Palma og Bjarni Dal-
Christi-ansen í Havn gull-
brúdleyp.
Palma er fødd og upp-
vaksin á Skála og er yngst
av 12 systkjum. Foreldur
hennara
vóru
Jóhanna,
fødd Gregersen úr Gøtu og
Petur Rasmussen, Petur í
Uppistovu av Skála.
Palma kom longu sum 15
ára gomul til Havnar. Hon
gekk á Handilsskúla og
tænti m. a. hjá Anmnu Sam,
var í handlinum hjá Hans
Joensen, í Smæruni og hjá
Katrinu Christiansen. Í
nógv ár handlaði hon sjállv
úti í Jóannesar Patursonar-
gøtu, síðani fór hon aftur til
Katrinu Christiansen, áðr-
enn hon fór at arbeiða í Lit-
brá, har hon var í sekstan
ár. Tey mongu, ið hava
keypt frá Palmu, minnast,
hvussu væl alt var fyriskip-
að hjá henni, hvussu blíð,
fyrikomandi og hjálpsom
hon altíð var.
Bjarni er havnarmaður.
Føddur og uppvaksin í
Tórsgøtu í Havn, har Resta-
urant City nú er. Hann er
sonur Paulinu Dal-Christi-
ansen og Sophus Christian-
sen, vanliga nevndur Soph-
us skómakarin, bæði úr
Havn.
Bjarni hevur alla sína tíð
starvast sum bilførari. Byrj-
aði sum heilt ungur at koyra
hýruvogn og var við til at
stovna Auto, har hann
koyrdi í nógv ár. Koyrdi í
nøkur ár skúlabørn av Hvít-
anesi til Havnar og koyrdi
eisini í fleiri ár rutukoyring
millum Havnina, Kirkjubø
og Velbastað, og sigast má
um hann, at hann hevur
verið sera røkin í sínum
starvi.
Fyrst í 70’unum vóru tey
umleið eitt ár í Danmark,
Palma var í einum skógva-
handli á hvidovrevej og
Bjarni
starvaðist
hjá
Skandinavisk Tobakskom-
pagni, hetta var ein góð tíð,
og minnast tey ofta aftur á
tíðina á Rebæk Søpark.
Palma og bjarni eru nú
bæði pensjónistar, men
frísk og væl fyri, og teim-
um dáma væl at vera um
børnini, Annelin og kára,
og tey fimm ommu- og
abbabørnini.
Dagurin verður hildin
heima frá kl 9-14, har øll,
ið vilja heiðra gullbrúðar-
pari1ð, eru vælkomin.
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri:
Jan Müller jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri:
Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo
Tíðindaleiðari:
Jústinus Eidesgaard justinus@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Dagbjørt S. Hansen dagbjort@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
John Johannessen john@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Turið Kjølbro turid@sosialurin.fo
Stefan í Skorini stefan@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Útgevari/uppseting:
Sp/f Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 311820, Fax 314720
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254mm breið og 346mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
DAGSINS MEINING
Innantóm og óvirðilig
fólkaatkvøða
Um somu tíð sum ís
lendska Vølvan spáar
um fólkaatkvøðuna í
Føroyum og fullveldið
og sigur, at føroyingar
fara at siga ja til hesi
bæði, stendur vanligi
føroyingurin púra á ber-
um. Neyvan nakar før-
oyingur veit, hvat ein
komandi fólkaatkvøða
skal innihalda og í
hvønn mun hon skal
binda øll komandi ætt-
arlið til eina ávísa polit-
iska kós. Løgmaður veit
tað heldur ikki og sær
tað ikki mætari út enn,
at hann skal brúka allan
januar mánað eisini til
at finna út av hesum.
Við øðrum orðum fáa
føroyingar bara ein til
tveir mánaðir at um-
hugsa seg og taka støðu
til framtíðina hjá sær og
sínum børnum. Fólka-
atkvøðan skal nevniliga
vera í apríl.
Útmeldingarnar frá
landsstýrinum eru eisini
sera ymiskar og jánkas-
ligar. Hetta er heldur
ikki so løgið og man
neyvan undra nakran. Tí
øllum kunnugt varð
semjan, sum landsstýr-
isflokkarnir gjørdu við
fólkaatkvøðu sum loys-
unnarorði einki minni
enn ein sjónleikur, sum
hvørki samgonguflokk-
arnir sjálvir ella nakar
annar trýr veruliga upp-
á. Tá samgongan hevði
rent seg fasta í fullveld-
isgongdini og flokkarnir
innanhýsis vóru rúkandi
ósamdir eydnaðist tað
tó túsundkunstnarara-
num í Tinganesi, sjálv-
um formanni Tjóðveld-
isfloksins í evstu løtu at
finna uppá. Og harvið
bjargaði hann samgongu
og sær og sínum. Hann
megnaði at fáa eina
loysn, sum hvørki var
fuglur ella fiskur. Í ver-
uleikanum ein totalkapi-
tulering og afturvendan
til gamlan fólkafloks-
og sjálvstýris- stig fyri
stig politikk. Nýggja
barnið kom at eita
semja um fólkaatkvøðu,
men hóast fleiri mánað-
ir eru gingnir síðani
hetta varð almanna-
kunngjørt, veit Føroya
fólk enn ikki, hvat sam-
gongan vil og ætlar við
fólkaatkvøðuni.
Mannagongdin í hesum
máli hevur ódemokrat-
isk og ósømilig. Tí fyrst
at lappa uppá eina sam-
gongu við lyfti um
fólkaatkvøðu fyri síðani
ikki at vita, hvat henda
atkvøða skal snúgva seg
um, fyrr enn beint und-
an henni, er einki mæt-
ari enn at spæla hasard
og at halda veljararnar
fyri spott. Var nøkur
meining í eini fólkaat-
kvøðu, so høvdu lands-
stýrisflokkarnir fyri
langari tíð síðani havt
gjørt sær greitt, hvat
hon skal innihalda.
Føroyingar standa sum
kánus og bíða eftir at ó-
samdir politikarar í eini
samgongu, sum alla tíð-
ina er í innanhýsis
stríði, skulu koma ásamt
um, hvat ein fólkaat-
kvøða um fólksins
framtíð skal innihalda.
Tað einasta rætta so-
leiðis sum støðan er
vorðin, er at lata veljar-
an tala við eitt komandi
val. Ja ístaðin fyri eina
fólkaatkvøðu í apríl átti
løgmaður heldur at
skriva út nýval, hvørs
valstríð so kundi snúð
seg um, hvat ein kom-
andi fólkaatkvøða skal
innihalda. Samgongan
vil gera tað júst øvugt.
Ikki fyri fólksins skuld
men fyri sína egnu
skuld. Fyri at varðveita
maktina. Hetta er ódám-
ligt.
Sosialurin
Spyrjið serfrøðingarnar
Bergur
Hansen,
djóralækni
Heri Joensen,
prestur
Heri Krage-
steen, sálar-
frøðingur
Ingi Højgaard,
løgfrøðingur
Jens Andre-
assen, lækni
Jóhanna á
Tjaldrafløtti,
føðslu/húsar-
haldsfrøðingur
Jón Klein
Olsen,
politistur
Jón Krage-
steen. Ferðslu-
trygd
Julianna Næs,
pedagogur
Sjúrður
Johannesen,
sosialráðgevi
Turid Thom-
sen, lestrarveg-
leiðari
Marius
Staksberg,
málfrøðingur
Adressan:
Sosialurin,
box 76,
110 Tórshavn,
Fax 314720
ella teldupost:
spyr@sosialurin.fo
– og merkið, hvørj-
um tit seta spurn-
ingum.
Svarini verða prentað í blaðnum mikudag
NØVN Í VIKUNI
Tøkk
Eina hjartans tøkk vil eg senda tykkum mongu,
sum mintust meg á áttati ára føðingardegnum hin
13. desember, við ynski um eini gleðilig jól og
signing Guds yvir nýggja árið.
Niels Pauli Sigurheim
Kunngjørt verður at kæra mamma mín
og systir okkara
Gunnhild Gudmundsdóttir Isfeldt,
doyði í Skien í Noreg, jóladag 53 ára gomul.
Jarðarferðin verður í dag úr Solum Kirke
í Skien.
Vegna tey avvarðandi
Gudmund