fríggjadagur 29. desember 2000síða 3
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 250 - 29. desember 2000
5
gult cyan magenta svart
4
Nr. 250 - 29. desember 2000
gult cyan magenta svart
Útoyggjanevndin fer
at mæla til, at fólk á
útoyggjunum sleppa
at brúka jørðina á
staðnum, hóast
onnur eiga hana
JØRÐ
Eyðun Klakstein
Jørðin á útoyggjunum kann
ikki
liggja
nyttuleys,
meðan
smáplássini
avtoftast.
Tí fer Útoyggjanevndin
at mæla til, at fólk á smá-
plássunum sleppur at brúka
jørðina á staðnum, hóast
tey ikki eiga hana.
– Tað er stórur áhugi fyri
at brúka jørðina á útoyggj-
unum, men nógva staðni er
hetta ógjørligt, tí stykkini
eru smá, og avbygdafólk
eiga stóran part jørðini,
sigur Olga Biskopstø, sum
er samskipari hjá Út-
oyggjanevndini.
Tá nevndin fer at lata
løgmanni sítt álit í næsta
mánaði, verður jørðini ein
týðandi partur av álitinum.
Ognarrætturin ikki
nertast
Útoyggjanevndin
hevur
seinastu mánaðirnar arbeitt
við spurninginum um jørð-
ina á smáplássunum, og tað
hevur verið upp á tal at gera
okkurt við ognarrættin til
jørðina, men hetta verður
ikki við í álitinum.
– Vit mæla ikki til at gera
nakað við ognarrættin, men
hinvegin kundu vit hugsa
okkum, at fólk á útoyggj-
unum fáa nýtslurættin til
jørðina,
sigur
Olga
Biskopstø.
Hugskotið hjá Útoyggja-
nevndin er, at tað í hvørjum
einstøkum førði skal metast
um jørðina á útoyggjunum.
Um hon kann brúkast til
landbúnað, so skal hon
eisini brúkast til tað - av
fólkinum sum býr har. Tey,
sum eiga jørðina, kunnu so
fáa endurgjald fyri at lata
nýtslurættin frá sær.
– Tað eru ymisk viður-
skifti á útoyggjunum skulu
betrast, og ein týðandi part-
ur er jørðin. Tað er umráð-
andi, at tað, sum er í um-
hvørvinum, kann brúkast
til nakað skilagott, sigur
Olga Biskopstø.
Jørðina gagnnýtast
Útoyggjanevndin
setur
spurnartekin við, um út-
oyggjarnar kunnu liva av
landbúnaðinum,
men
nevndin heldur tað hava
týdning, at jørðin verður
gagnnýtt. Hetta fer at koma
bæði smáplássunum og
Føroyum sum heild til
góða.
Útoyggjanevndin ætlar
sær at koma við øðrum
ítøkiligum uppskotum, sum
kunnu verða við til at stuðla
undir livilíkindini á út-
oyggjunum.
Seinasti nevndarfundurin
hjá Útoyggjanevndini hev-
ur verið, og nú verður álitið
skrivað. Ætlanin er, at løg-
maður, sum setti nevndina,
skal fáa álitið í næsta mán-
aði.
Smáplássini skulu
hava nýtslurættin
til jørðina
Mykines er helst besta dømið um, at fólkið á staðnum einki eigur í jørðini. Reyðu økini á
myndini eiga fólk, sum eru búsitandi aðrastaðni
enn í oynni
Fyrrverandi sjón-
varpsstjórin kundi
hugsa sær at sett
seg aftur í stjóra-
sessin í Sjónvarpi
Føroya, men tað
veldst um umstøð-
urnar á stovninum
SVF
Eyðun Klakstein
Árni Gregersen, sum
starvast hjá TV2 á
Bornholm, hevur hug at
taka av stjórastarvinum í
Sjónvarpi Føroya, skuldi
hann fingið tað í boði,
men tað veldst um um-
støður.
– Ein treyt er, at
myndugleikarnir
taka
Sjónvarpið í álvara og
eru til reiðar at gera
neyðugu teknisku íløgu-
rnar, so stovnurin kann
nútímansgerast.
Teir
skulu eisini vera sann-
førdir um, at føroyska
tjóðin hevur brúk fyri
einum so sterkum ment-
anarskapara sum sjón-
varpinum, sigur Árni
Gregersen við mánaðar-
blaðið, Glaðing, sum
kom beint fyri jól.
Glaðing hevur vitjað
Árna Gergersen á Born-
holm, har hann starvast
sum tíðindastjóri hjá
TV2/Bornholm, sum er
ein av átta sjálvstøðug-
um økisrásum hjá lands-
umfatandi TV2 rásini.
Skótaandin burtur
Árni Gregersen, sum
hevur drúgvar royndir
sum journalistur í Før-
oyum og Danmark, var
stjóri í Sjónvarpi Føroya
í eitt gott ár frá 1993.
Síðani 1995 hevur hann
starvast hjá TV2/Born-
holm.
Árni Gregersen sigur
við Glaðing, at enda-
málið við einum før-
oyskum sjónvarpi er at
gera føroyskar sendngar,
og hann heldur tað vera
ábyrgdarleyst at mynd-
ugleikunum ikki at taka
hendan miðilin í størri
álvara.
– Tað nyttar einki at
sita hendur í favn.
Skótaandin innan før-
oyskt sjónvarp er langt
síðani burtur. Fólk vilja
hava nakað aftur fyri
tað, sum tey gera. At tað
eru komnar so nógvar
sendingar sum higartil,
er meira eldhugi enn
nakað annað, sigur hann
við Glaðing.
Enn hevur Undirvís-
ingar- og Mentamála-
stýrið ikki søkt eftir
nýggjum
sjónvarps-
stjóra. Síðani Tróndur
Djurhuus fór úr starvin-
um fyrr í ár, hevur
útvarpsstjórin, Jógvan
Jespersen, røkt starvið.
Árni Gregersen
hevur hug til SvF
Árni Gregersen heldur, at myndugleikarnir skulu taka
SvF í størri álvara og gera neyðugu teknisku íløgurnar,
so stovnurin kann nútímansgerast
Mykines
Vóni at verða verðandi tann sami
Nýggi býráðsformað-
urin í Runavík vónar
ikki, at hann fer at
missa seg sjálvan
burtur, hóast hann nú
verður almennur
persónur. Og hann
væntar gott samstarv
við komandi starvs-
felagarnar í bý-
ráðnum
PERSÓNSLÝSING
Edvard Joensen
Hóast hann longu er við at
umstilla seg til at vera po-
litikkari og tann, sum
myndar Runavíkar Komm-
unu, hevur Rodmund Niel-
sen av Glyvrum ta vón, at
hann ikki fer at misa seg
sjálvan burtur í tí at vera
almennur persónur.
Hann situr í eini lítlari
skrivstovu innan fyri hillar-
nar við billutum á Statoil
støðini í Saltangará. Tann
34 ára gamli, komandi bý-
ráðsformaðurin í Runavík,
Rodmund Nielsen, sum
fram til nýggjárs er støð-
leiðari hjá Statoil í Saltang-
ará. Hann hevur verið í
starvi hjá felagnum í 10 ár.
Hevur millum annað havt
við skipsbunkringar at gera
og leitt oljusøluna í Eystur-
oynni.
Nú eru útlit til at hann fer
úr felagnum. Í hvussu er ta
tíðina, hann verður býráðs-
formaður. Men Statoil hev-
ur lovað honum, at eit starv
verur at koma aftur til, sig-
ur hann.
Úti í handilshølinum
munnu starvsfólkini hava
vant seg við at hava ein al-
mennan persón í húsinum.
Tí eingin ivi er hjá teimum
um, at blaðmaðurin, man
ætla at hitta leiðaran.
»Ger so væl. Far bara inn.
Hann situr har inni«, eru
boðini, ein smílandi, ung
kvinna gevur, tá eg, lastað-
ur við skriviamboðum og
fototóli, komin inn.
Og har inni í lítla rúmin-
um situr komandi borgar-
stjórin og riggar av, sum
hann sjálvur sigur. Klæddur
í blálitta arbeiðsbúnan hjá
Statoil við búmerkjum her
og har.
Tað fyrsta, ein leggur
merki til við manninum,
eru tey smílandi eyguni og
tann gránandi vangin, hóast
hann bert er miðskeiðis í
tríatiárunum.
Men sum vit, ið hava tað
prýðið, plaga at taka til:
»Bara ein »charma« aftr-
at«.
»Kom lat okkum heldur
fara út í kaffistovuna. Her
er so trongligt«, heldur
hann og biður á vegnum eitt
av handilsfólkunum fáa
hendur á nøkrum rund-
stykkjum og kaffi at bjóða
blaðmanninum.
Rodmund Nielsen greiðir
frá, at eins og nógv onnur,
fluttu foreldur hansara til
kommununa, tí arbeiði
fekst har. Bæði vóru tey
ættað úr Vágum, men pápin
fekk starv í Føroya Banka í
Runavík, og tey fluttu inn á
Glyvrar. So hóast Rod-
mund Nielsen er uppvaksin
í kommununi, hann nú
verður formaður fyri, sigur
hann seg kortini verða ætt-
aðan uttaneftir.
Men konan Eyð er inn-
fødd. Heiðafólk burturav,
sigur Rodmund. Grógvin
føst í Heiðajørðina, hóast
hon nú er endað við at arb-
eiða í Tórshavnar Komm-
unu. Hon situr á Skrivstov-
uni hjá Vestsalmon í Kolla-
firði.
»Tað er nú ikki so galið«,
flennir komandi býráðsfor-
maðurin, «at konan roynir
at draga fremmandan kapi-
tal til kommununa.«
Eyð og Rodmund eiga
tvey børn. Sjey ára gomlu
Miu og tvey ára gamla
Gorm.
Frítíðin
Frítíðaráhugamálini ætlar
nýggi býráðsformurin sær
framvegis at røkja í so stór-
an mun, tað upp á nakran
máta letur seg gera. Og tað
ger einki, heldur hann, um
hann fær eitt sindur meira
burtur úr í so máta, enn
hann hevur fingið seinnu
tíðina.
Rodmund hevur somu
áhugamál, sum so mangir
føroyingar. Sjógv og seyð.
Og gæs hevur hann eisini
fleiri, so har er nakað at
síggja til, letur hann at.
Rodmund Nielsen sigur,
at hann hvur gott samband
og vinalag í Lamba, har tað
liggur rættiliga væl fyri við
seyða- og gásarhaldi. Og
tað dámar honum rættiliga
væl at fáast við.
Og bát hevur hann altíð
havt, so ikki so lítið er
gjøgnun árini komið í
pottin tann vegin, sigur
hann. At skjóta fugl dámar
honum væl, hóast tað, eftir
hansara egnu meting, hevur
verið gjørt ov lítið burtur úr
tí í seinastuni. Havhestarnir
skulu bara fáast til vega á
hvørjum ári, og í grind vil
hann altíð vera fremstur,
greiðir Rodmund Nielsen
frá.
Og sum vera man dámar
honum eisini at halda snøri.
Hann plagar vanliga at fara
eystur um, sigur hann. Er
best kendur á leiðunum
kring Mjóvanes, Nevið og
inn á Lambavík.
Enn er hann ongan dag
komin krøktur aftur, letur
hann at, og ikki eru røstu
greipurnar so heilt fáar,
hann hevur fingið til høldar
sjálvur.
Hvussu tað nú fer at
verða við hesum, veit hann
sjálvandi ikki. Men hann
metir ikki, tað er rætt, at
spenna seg so fyri, heldur
ikki í politiskum arbeiði, at
ikki ber til at fara eina løtu
at skjóta, um verður og um-
støður annars ikki forða
fyri tí.
Men eisini aðrir bátar
eru, sum hava hansara
áhuga. Nevniliga kappróðr-
arbátarnir hjá Kappróðrar-
felagnum NSÍ, har Rod-
mund Nielsen er kassa-
meistari. Eitt starv, hann fer
at leggja frá sær, nú hann
fer
at
taka
við
sum
býráðsformaður á nýggjár-
inum. Men neyvan man
hugurin heilt fara at kølna
kortini, væntar hann.
Lætt at taka við
Tað var í grundini ikki nøk-
ur torfør avgerð at taka, tá
honum stóð í boði at gerast
býráðsformaður,
sigur
Rodmund Nielsen.
Hann hevði á valinum
fingið eina greiða álitis-
váttan, sum hann eisini tók
sum eina áheitan. Og heima
kendi hann eisini stuðul til
at taka við avbjóðingini. So
hann var í grundini sann-
førdur um, tá hann fór á
fundin,
har
býráðsformaðurin skuldi
veljast, at fekk hann møgu-
leikan, skuldi hann taka av.
– Tað er eingin, sum sig-
ur, at tú ikki kanst gerast
býráðsformaður, áðrenn tú
hevur fylt 50. Og slíkur
møguleiki kemur kanska
ikki aftur. So tað er at taka
við, tá ein slík avbjóðing
fyriliggur, heldur Rodmund
Nielsen, nýggjur býráðsfor-
maður í Runavíkar Komm-
unu.
Men hann kendi beinan-
veg, sigur hann, at tað var
góður samstarvshugur í bý-
ráðnum. Nógv nýtt fólk. Og
samstundis onkur royndur
at styðja seg til.
Og Runavíkar Kommuna
er væl fyri. Har er gott støði
at byggja á, sigur Rodmund
Nielsen, sum við góðum
treysti fer undir uppgávuna
sum
býráðsformaður
í
triðjustørstu kommunu í
landinum.
Høvuðsmálini eru heilt
greið. Vinnulívinum skal
skapast tær allarbestu um-
støðurnar at virka undir. Og
skúlaspurninginum má ein
loysn fáast á.
Havnarlagið er avgjørt
berandi ásurin í kommun-
uni, og tá umstøðurnar bara
vera gjørdar góðar har,
koma íløgurnar av sær
sjálvum, er nýggi borgar-
stjórin sannførdur um.
Og skúlin skal raðfestast
rættiliga høgt. Eingin ivi er
í hansara sál um, at tað
verða hesi bæði málini,
sum koma at standa ovast á
hansara lista.
Men tað eru so øgiliga
nógv onnur mál, sum stinga
seg fram í eini virknari og
vaksandi kommunu, so her
verður ivaleyst at tríva í, er
Rodmund Nielsen, kom-
andi
býráðsformaður
í
Runavíkar Kommunu sann-
førdur um.
– Tað er eingin, sum sigur, at tú ikki kanst gerast býráðsformaður, áðrenn tú hevur fylt 50. Og slíkur møguleiki kemur kanska ikki aftur. So tað er at taka við, tá
ein slík avbjóðing fyriliggur, heldur Rodmund Nielsen, nýggjur býráðsformaður í Runavíkar Kommunu.