fríggjadagur 29. desember 2000síða 4
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 250 - 29. desember 2000
7
gult cyan magenta svart
6
Nr. 250 - 29. desember 2000
gult cyan magenta svart
Stórur partur av and-
støðuni, nevniliga
Javnaðarflokkurin og
Miðflokkurin, tekur
undir við ætlanini hjá
landsstýrinum um at
taka yvir løgregluna.
Men føroyskir polit-
istar kenna seg ó-
tryggar við hesa ætlan
Yvirtøka
John Johannessen
Landsstýrið ætlar at yvir-
taka løgregluna í hesum
valskeiðnum. Hesum hevur
Høgni Hoydal, varaløg-
maður, boðað frá, og hesum
tekur meirilutin í andstøð-
uni undir við.
– Í uppskoti okkara til
eina sjálvstýrislóg stendur,
at tað er týdningarmikið, at
vit hava ræði á dómsvaldi
og løgreglu. Tí er tað heilt
náttúrligt, at vit taka undir
við einum slíkum uppskoti,
sigur Hans Pauli Støm úr
Javnaðarflokkinum.
Somu fatan hevur Jenis
av Rana úr Miðflokkinum.
Hann sigur ongan iva vera
um, at hann fer at atkvøða
fyri einum uppskoti um at
taka yvir løgregluna. Men
Jenis av Rana ger sam-
stundis vart við, at tað er
týdningarmikið, at trygdin
fyri borgararnar verður
tann sama við einari før-
oyskari løgreglu og at
starvs- og sáttmálaviður-
skiftini hjá løgreglufólku-
num eru trygg.
Ivasom løgreglufólk
Júst starvs- og sáttmálavið-
urskiftini í einari føroyskari
løgreglu eru føroyskir pol-
itistar bangnir fyri. Tí eru
80 prosent av limunum í
Føroya Politistafelag ímóti,
at løgreglan verður yvirtik-
in. Men Høgni Hoydal hev-
ur boðað frá, at føroyskir
politistar sjálvsagt skulu
vera við til at skipa eina
føroyska løgreglu og at
sáttmálaviðurskiftini skulu
tryggjast.
Sambandsflokkurin
er
einasti flokkur, ið ikki tekur
undir við, at løgreglan gerst
føroyskt Edmund Joensen
ger greitt, at líkamikið
hvussu eitt uppskot um at
yvirtaka løgregluna verður
snikkað saman, fer Sam-
bandsflokkurin at atkvøða
ímóti tí. Sambandsflokk-
urin heldur, at felags løg-
regla er eitt av grundleggj-
andi málunum í einum rík-
isfelagsskapi. Tí kemur tað
ikki upp á tal hjá Sam-
bandsflokkinum at yvirtaka
løgregluna.
Ikki nóg mikið
Hans Pauli Strøm úr Javn-
aðarflokkinum heldur tað
ikki vera nóg mikið at yvir-
taka løgregluna. Hann vísir
á, at løgregla og dómsvald
hoyra saman, og tí heldur
hann tað vera eins umráð-
andi at yvirtaka dómsvaldið
og at orða eina føroyska
revslilóg.
– Vit skulu hava eitt før-
oyskt lógarverk á øllum tí
rættarliga økinum, eins og
vit skulu hava føroyskt
dómsvald og føroyska løg-
reglu. Tað er eisini hetta,
sum vit hava víst á í okkara
uppskoti til eina sjálvstýris-
lóg, sigur Hans Pauli
Strøm.
At fremja hetta í verki
krevur nógva fyrireiking, tí
heldur Hans Pauli Strøm, at
løgtingið átti at sett eina
serstaka nevnd at gjørt
rammurnar til eina før-
oyska rættarskipan.
Ein slík nevnd er í løtuni
til. Men talan er um eina
undirnevnd í grundlógar-
nevdini, og tað heldur Hans
Pauli Strøm ikki vera nóg
gott.
– Tá landsstýrið kom við
uppskotinum um at seta
eina grundlógarnevnd, var
Javnaðarflokkurin ímóti, at
hendan
nevndin
eisini
skuldi gera eina føroyska
rættarskipan. Hetta hildu
vit kravdi eina serstaka
nevnd, og tað halda vit
framvegis, sigur Hans Pauli
Strøm.
Jenis av Rana sigur tað
vera týdningarmikið, at før-
oyingar reisa seg á føtur á
so nógvum økjum, sum yv-
irhøvur gjørligt. Tí tekur
hann eisini undir við einari
føroyskar rættarskipan.
Tekur drúgva tíð
Høgni Hoydal segði við Út-
varpið mikukvøldið, at
hann roknaði við, at tað fór
at eydast at yvirtaka løg-
regluna í hesum valskeið-
num. Hesum roknar Hans
Pauli Strøm ikki við.
– Landsstýrið hevur síð-
ani samgongan varð skipað
roynt at yvirtikið Skipasýn-
ið, men enn er einki hent.
Og at yvirtaka løgregluna
er ikki bara sum at siga tað.
Føroyska løgreglan má
skipast so hon hóskar til
millum annað Schengen
samstarvið, og hetta fer at
seta hørð krøv, tí Føroyar
liggja nevniliga í útjaðar-a-
num av samstarvinum, og tí
verða tað vit, ið skulu
fremja eftirlitið fyri hini
londini í samstarvinum,
vísir Hans Pauli Strøm á.
Hans Pauli Strøm leggur
dent á, at tað er týdningar-
mikið, at arbeiðið at yvir-
taka løgregluna verður væl
fyrireikað.
Løgreglan er B mál í
heimastýrislógini.
Tað
merkir, at landsstýrið skal
leggja uppskot til samtyktar
fyri løgtingið um at taka
upp
samráðingar
við
donsku stjórnina um at yv-
irtaka løgregluna. Tá hetta
so er samtykt, skal lands-
stýrið samráðast við danir
um yvirtøkuna, og at enda
skal støða takast til úrslitið.
Hetta er ein drúgv manna-
gongd.
Men
løgmaður
hevur meldað út, at danska
stjórnin og landsstýrið í
næstum fara at gera broyt-
ingar í heimastýrislógini,
so tað verður lættari at yvir-
taka. Og hugsandi er, at
hesar broytingar eru at taka
burtur lista B, so flest øll
málsøki kunnu yvirtakast
eftir lista A. Yvirtøka eftir
lista A kann fremjast við
løgtingssamtykt.
Beint áðrenn evstamark
hjá blaðnum eydnaðist at
fáa viðmerking frá Jóannes
Eidesgaard, formanni Javn-
aðarfloksins. Hann sigur, at
tað er umráðandi, at vit fáa
lógarkarmin til vega, so tað
er løgtingið, ið avgerð nær
málsøki verða yvirtikin,
hvørji málsøki verða yvir-
tikin og hvussu tey verða
yvirtikin. Tí vil Jóannes
Eidesgaard ikki beinleiðis
gera viðmerkingar til, um
tað er rætt at yvirtaka løg-
regluna í hesum valskeið-
num, bert tí Høgni Hoydal
ella føroyska pressan velur
at taka málið upp beint nú í
góðum jólahýri.
Høgni Hoydal roknar
við, at tað kemur at kosta
63 milliónir at yvirtaka løg-
regluna.
Breiður meiriluti fyri
føroyskari løgreglu
Allir flokkar á tingi uttan Sambandsflokkurin taka undir við at yvirtaka løgregluna
Tvær
nýggjar
bussrutur
BUSSRUTUR
Tíðindaskriv
Tann 1. januar byrja
tvær nýggjar bussrutur í
Tórshavnar kommunu.
Kollafjarðarleiðin, sum
hevur fingið heitið Leið
5. Koyrt verður soleiðis:
Farstøðin
-
R.C.Effersøesgøta
-
Hvítanesvegur -Sand-
víkarhjalli
-
Kollafjørður, har koyrt
verður eftir bygdaveg-
num, frá býlinginum
Langasandur til Kjalnes-
ar, og síðani eftir lands-
vegnum til Norðuri í
Sundum. Síðani eftir
bygdavegnum
til
býlingin Langasandur -
Sandvíkarhjalli
-
Hvítanesvegurin - R. C.
Effersøes gøtu - Far-
støðin.
Fyrsti túrurin gerand-
isdagar verður koyrt
gjøgnum Vesturbýin, tá
komið
er
aftur
úr
Kollafirði.
Minni bussur kemur
at koyra til Signabø og
Oyrareingir, yvir til høv-
uðsvegin í sambandi við
leiðina.
Til tann 20. januar, tá
koyrandi er aftur eftir
Marknagilsvegnum,
verður
koyrt
eftir
Svalbardsvegnum
og
Landavegnum,
í
sambandi
við
fyrsta
túrin gerandisdagar.
Leið 6 Verður broytt
soleiðis, at koyrt verður:
Farstøðin - Steinatún -
Landssjúkrahúsið
-
Argja skúli - Hamaran á
Argjum - Argja skúli -
Tekniski
skúlin
-
Handilsskúlin
-
Norðurlandahúsið
-
rundkoyringin á Hálsi -
Studentaskúlin
-
Mjólkavirkið - á Flat -
Berjabrekka - rundkoyr-
ingin á Hálsi - tyrlupall-
urin Yviri við Strond -
Farstøðin.
Til tann 20. januar, tá
koyrandi er aftur eftir
Marknagilsvegnum,
verður koyrt eftir Landa-
vegnum og Svalbards-
vegnum.
Ferðaætlan:
Arbeitt
verður við at gera eina
nýggja ferðaætlan, sum
umfatar allar leiðirnar
hjá
bussleiðini
í
Tórshavnar kommunu,
t.e. leið 1, 2, 3, 4
(Kaldbak), 5 (Kolla-
fjørð), 6 (nýggja leiðin í
Havn), og verður henda
ferðaæltan
væntandi
liðug, soleiðis at hon
kann koma út 1 februar.
Lýsing av nýggju leið-
unum: Nýggju leiðirnar
verða
lýstar
í
hesi
vikuni, í bløðunum, í
bussunum,
kiosk
Steinatún og í Snarskiv-
uni.
Hósmorgunin hevði
Føroya Skipara- og
Navigatørfelag
aðalfund í Norður-
landahúsinum. Størsti
parturin av formans-
frágreiðingini snúði
seg um ósemjuna um
nýggja vaktarskipið
Brimil, sum enn
liggur við bryggju í
Noregi. Enn er eingin
loysn at hóma
AÐALFUNDUR
Stefan í Skorini
Ellintur Abrahamsen, for-
maður, legði fyri við frá-
greiðing um virki felagsins
í farna ári. Hann heldur, at
árið 2000 hevur verið sera
ójavnt sammett við onnur
ár.
Ellintur
Abrahamsen
greiddi frá teimum sáttmál-
unum, ið felagið hevur við
teir ymsu skipabólkarnar.
Tann parturin, ið var mest
rúgvismikil, var um sátt-
málaviðurskiftini
fyri
vaktar- og bjargingarskip-
ini.
Hesin sáttmálin kann sig-
ast upp 1. mars 2002, men
tó stendur í sáttmálanum, at
“tá nýggj skip koma, skal
samráðing vera millum
Fíggjarmalastýrið og Før-
oya Skipara- og Navigatør-
felag um bólking av teim-
um”.
Samráðingar hava verið
millum Fíggjarmálastýrið
øðrumegin og Føroya Skip-
ara- og Navigatørfelag og
Maskinmeistarafelagið
hinumegin. Hesar samráð-
ingar hava verið drúgvar,
men eru endaðar úrslita-
leysar.
Stóri knúturin er, at fíggj-
armálastýrið ikki vil eftir-
líka teimum lønarkrøvum,
sum fakfeløgini hava sett
fram.
Skipara- og Navigatørfe-
lagið krevur, at yvirstýri-
menn fáa minst 28.000
krónur um mánaðin, meðan
stýrimenn skuldi fáa nakað
lægri og skiparar nakað
hægri.
Ellintur
Abrahamsen
vísir á, at einki samsvar er
millum arbeiðið, ábyrgd og
løn. Tí skal Brimil flokkast
øðrvísi enn Tjaldrið. Hann
vísir tó á, at best hevði ver-
ið, um Brimil og Tjaldrið
vórðu eins flokkað.
Á fundi 16. oktober legði
fíggjarmálastýrið nýggja
lønaravtalu á borðið, sum
bjóðaði
skiparum
eina
mánaðarløn á 24.191 krón-
ur. Hækkingin var 783
krónur.
Ellintur
Abrahamsen
vísti á aðalfundinum á, at
hetta uppskotið als ikki
kundi góðtakast av tveim-
um orsøkum. Tann fyrra er,
at lønarhækkanin er alt ov
lág, og tann seinna er, at
hon ikki fevnir um allar
bólkar.
Dagin eftir legði Skipara-
og Navigatørfelagið sítt
lønaruppskot fram fyri
fíggjarmálastýrið. Har varð
skotið upp, at 10% vórðu
løgd afturat hjá einum
dekkara í dag. Síðani skuldi
lutfallið frá fyrsta sáttmál-
anum frá 1977 millum
dekkara og 1. stýrimann,
dekkara og yvirstýrimann
og millum dekkara og
skipara brúkast umaftur.
Hesum uppskoti vildi
fíggjarmálastýri ikki ganga
á møti, og samráðingarnar
slitnaðu.
20. oktober hevði Skip-
ara- og Navigatørfelagið
lýsing í útvarpinum, har
boðað varð frá, at felagið
noktar limum sínum at
sigla við Brimli, tí sátt-
málaviðurskiftini ikki vóru
komin í rættlag. Limir
kundu tó arbeiða umborð á
skipinum.
Steðga lønum
Ellintur Abrahamsen vísti í
formansfrágreiðingini á, at
felagið hevði tvinnar kostir
í at velja. Hvørgin var
mjúkur. Annaðhvørt góð-
tók felagið treytirnar frá
fíggjarmálastýrinum ella
varð neyðugt at nokta lim-
unum at sigla við Brimli.
Formaðurin segði á að-
alfundinum,
at
hóast
fíggjarmálastýrið
hevði
hótt við at steðga lønar-
gjaldingum, so var tað
teimum greitt, at hetta var
brot á sjómanslógina.
Hann legði afturat, at tað
hevði verið brot á bæði
sjómanslógina og á avtalur
millum Føroya Landsstýri
og Skipara- og Naviga-
tørfelagið, um skipari og
manning sigldu við Brimli,
tá eingin sáttmáli er millum
partarnar.
Nevndin boðaði frá, at
felagið fór at gjalda lønir,
um fíggjarmálastýrið fór at
steðga lønarútgjaldingum.
Fíggjarmálastýrið steðg-
aði lønunum hjá teimum,
sum vóru á Brimli, 23.
oktober.
Gerast tænastumenn
1. desember kallaði fíggjar-
málastýrið aftur til fundar.
Fiskimálastýrið var eisini
til staðar, og Kaj P. Mort-
ensen skeyt upp, at mann-
ingin á vaktar- og bjarg-
ingarskipum blivu tænastu-
menn.
Orsøkin er, at hetta hevði
tikið
verkfalsrættin
frá
teimum.
Fíggjarmálastýrið vísti á,
at so verður tænastumanna-
felagið umboð hjá skipar-
um og manning.
Nevndin hevði tó eina
greiða støðu hesum við-
víkjandi, sigur Ellintur. Um
navigatørarnir skulu gerast
tænastumenn, so skal Skip-
ara- og Navigatørfelagið
framvegis verða teirra um-
boðandi felag. Hetta var eitt
krav.
Fíggjarmálastýrið kom
síðani við enn einum lønar-
uppskoti. Eisini varð sagt,
at tað ber ikki til, at mann-
ingarfeløgini umboða lim-
irnar, um teir gerast tæn-
astumenn. Skipara- og Na-
vigatørfelagið vrakaði eis-
ini hetta uppskotið.
Skipara- og Navigatør-
felagið hevur í sambandi
við lønarviðurskifti lagt
uppskot
fram
tann
8.
desember.
Enn hevur Føroya Skip-
ara-
og
Navigatørfelag
einki svar fingið.
Ellintur
Abrahamsen
sigur seg ikki vita, hvat fer
at henda víðari í hesum
málinum. Hann vónar bara,
at garanti tíðin verður
roknað frá tí, at skipið fer
úr Noregi.
TILBÚGVING
Jan Müller
Sambart Útvarp Føroya
mikudagin fer landsstýris-
maðurin í fiskivinnumálum
nú at gera eitt uppskot um,
hvussu MRCC-tilbúgving-
arskipanin (Maritime Res-
cue Coordination Center)
kann setast í verk í Før-
oyum. Hetta er í tøkum
tíma, tí 1. apríl skal skip-
anin vera klár. Verður hon
ikki klár so mugu olju-
feløgini til at endurskoða
sínar ætlanir um at bora á
føroyska landgrunninum
komandi summar.
Útvarpið veit at siga, at
Fiskimálastýrið má til at
biðja um eina eykajáttan,
um tað skal bera til at fáa
tilbúgvingarskipanina upp
at standa til tíðina.
Ein MRCC stovnur skal
samskipa bjarging og leit-
ing á sjónum. Hetta er nak-
að, sum oljuvinnan setir
sum krav fyri at fara undir
leiting eftir olju á sjónum.
Málið var fyri á lands-
stýrisfundi seinasta fríggja-
dag. Tá varð samtykt, at
Fiskimálastýrið skal gera
eitt uppskot til eina MRCC-
skipan.
Verður skipanin ikki klár
1. apríl er vandi fyri, at
eingin boring verður næsta
ár vil útvarpið vera við.
Jørgen Niclasen, lands-
stýrismaður sigur við út-
varpið, at ein møguleiki er,
at skotar røkja uppgávuna
úr Aberdeen. Teir eru vanir
við at arbeiða við slíkum .
Men
henda
møguleika
dámar landsstýrismannin-
um einki. Serliga tí at tað
sambart
oljulóggávuna
verður mett rættast, at
vørur og tænastur skulu
fara um føroyskan keikant.
Ein annar møguleiki er so
at fáa danir, sum longu taka
sær av bjargingaruppgáv-
um í Føroyum, at taka
henda táttin við eisini. Men
heldur ikki tað heldur
landsstýrismaðurin vera
nakra góða loysn. Hann
heldur bestu loysnina vera,
at vit menna okkara egnu
tilbúgving.
Hann fer tí at heita á
løgtingið um at fáa eina
eykajáttan uppá einar 20
mill kr. til at keypa gomlu
telegrafstøðina, har Tórs-
havn Radio í dag heldur til.
Ein fyrimunur við at leggja
tænastuna har er, at har er
vakt alt samdøgrið. Kai
Mortensen, stjóri í Fiski-
málastýrinum segði við
Sosialin herfyri, at teir
verða klárir við MRCC-
støðini og tilbúgvingini fyri
eitt nú oljuleiting í seinasta
lagi 1. apríl.
Skulu bera seg skjótt at við tilbúgving
Aðalfundur Skipara- og Navigatørfelagsins:
Brimil til viðgerðar
Nevndin í Skipara- og Navigatørfelagnum veit ikki hvat hendir við Brimli
Ellintur Abramsen, formaður í Skipara- og Navigatørfelag-
num, greiddi frá um virki felagsins í farna ári í Norðurlanda-
húsinum hósmorgunin. Formansfrágreiðingin snúði seg mest
um Brimil