Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-12-29, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 29. desember 2000síða 5

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 250 - 29. desember 2000 9 gult cyan magenta svart 8 Nr. 250 - 29. desember 2000 gult cyan magenta svart AUTO - Dag sum nátt - - skjótt og gott - Skalt tú bil hýra - so er tað 311234 BENZIN DIESEL KIOSK - ALT DØGNIÐ - AUTO 311234 AUTO Streymoy Vilja tygum við í Í býin - hvønn hósdag Ynskja tygum at lýsa í teiginum í b‡in, so fyllið út henda lepan og sendið hann til Sosialin, box 76, 110 Tórshavn – ella fax 314720 Tekstur Tekna teg sum haldara, so fært tú sosialin 5 ferðir um vikuna til dyrnar Haldarar ’ F¿royum: 360,-/‡rsfj. Haldarar ’ Europa: 510,-/‡rsfj. 5 bl¿Ý einaferÝ um vikuna ’ Europa: 425,-/‡rsfj. Onnur lond: Ymiskir pr’sir Internet: 240,-/‡rsfj. Leygarkvøldið: • Úr Vestmanna kl. 24 • Úr Tórshavn kl. 01 • Úr Vestmanna kl. 04 • Úr Tórshavn kl. 05 (Koyrt verður um Kvívík og Kollafjørð, tá fráboðan fyriliggur) Onnur kvøld kann koyrast eftir avtalu Eysturoy Kaggin Kaggin Kaggin www.kaggin.fo Fríggja- og leygarkvøldið spælir Sosialurin - 311820 Kaggin unplugged Nýggjársaftan spælir Nýggjárstónleikur, brúsandi løgir, gløgg o.a. Mánakvøldið 1. jan. spælir Opið frá 22 til 04 STÓRT MIÐNÁTTAR- FÝRVERK Opið frá 20 til 04 ALL THAT RAIN ALL THAT RAIN ALL THAT RAIN ALL THAT RAIN ALL THAT RAIN ALL THAT RAIN frá kl. 00.30 Mat- seðilin Fríggjadagin 29. desember Karbonatir Leygardagin 30. desember Fleskasteik Týsdagin 02. januar Kjøtbollar v/karrysós Mikudagin 03. januar Grýturættur Kostnaður 32.- kr. ••• Seinnaparts-tilboð frá kl. 14.00: Juniorburgari 14,95 Maxiburgari ella Búffsandwich 19,95 Matstovan í Hoyvík Nýggjárs- aftansdansur STRÁLAN STRÁLAN Dansur við góðum dansitónleiki verður á Strondum nýggjársaftan 31. des. Audio spælir. Matstovan verður opin Á STRONDUM STRONDUM Sosialurin - 311820 Fólkaskaðarnir, ið kunnu standast av fýrverki, eru ikki at undirmeta. Eitt brandsár er ikki altíð so álvarsligt at síggja til, og ein hond kann síggja óskadd út eftir eina spreinging. Men ofta er skaðin størri enn hann sær út, og tí eiga fólk altíð at fara á skaðastovuna, um tey koma til skaða av fýrverki FÝRVERK Rúnar Reistrup Tað er eingin grund til at ræðast fýrverk, tí um rætt verður atborið, er lítil og eingin vandi fyri at nýggj- ársritualið við at heilsa nýggja árinum vælkomnum við krúti gerst annað enn ein góð uppliving. Men hvørt ár um nýggj- ársleitið fáa skaðastovurnar í landinum vitjan av fólki, ið annaðhvørt hava verið óansin ella bara óheppin og hava fingið størri og smærri skaðar av fýrverki. Oftast er talan um fólk, ið hava fingið brandsár, men tað kemur eisini fyri at fólk fáa eygnaskaðar, hoyri- skaðar ella hava meislað ella mist limir. Fyribyrg Tað, sum eigur at liggja fremst í huganum í sam- bandi við skaðar av fýr- verki nýggjársaftan er sjálvsagt fyribyrgingin av skaðum. Oftast standast skaðarnir av heimagjørdum fýrverki, ið ofta er nógv sterkari enn tað, sum fæst til keyps, og sum av góðum grundum ikki er eins trygt at nýta. Her eiga fólk við einum lítlum kinesara í búkinum at hugsa um, at heimagjørt fýrverk ikki bert kann skaða tann, ið ger fýrverki, men eins væl kann meisla onnur fólk. Full fólk og børn vísa seg at vera tey vanligastu offrini fyri fýrverksskað- um. Skaðar hjá børnunum kunnu fyribyrgjast við at greiða frá teimum frá vandunum, ikki lata tey í eldfim klæðir nýggjársaft- an og keypa teimum verndarbrillur. Tá skaðin er hendur Men tá skaðin er hendur nyttar lítið at hugsað um hvat kundi og burdið verið gjørt. Vanliga er ikki talan um lívshóttandi skaðar, og tí er ikki orsøk at fara í panik. Bestu ráðini eru at koma undir læknahond sum skjótast. Á skaðastovuni í Havn mæla tey fólki til at møta upp hjá teimum skjótast gjørligt. – Er talan um brandsár eru bestu ráðini at køla sárið niður beinanvegin, og so koyra tann skadda á skaðastovuna. Tað er um- ráðandi at fólk ikki und- irmeta eitt brandsár, tí hóast tað kanska ikki sær út av so nógvum í fyrsta umfari, so kann søgan væl vera ein onnur næsta morgun. Tí eru bestu ráðini at koma til okkum at fáa sárið kannað - eisini um tað kanska ikki sær so grefligt út, siga tey av skaðastovuni í Havn. Um eitt fólk fær skaða í eyguni av fýrverki, eru bestu ráðini at halda seg frá at gera nakað sum helst við skaðan, men bara fáa tann skadda á skaðastovuna. Hvat ger man við fingurin Er man so óheppin at okk- urt fýrverk brestir so ógv- usliga í hondini, at fingrar ella pettir av fingrum skræðast av, ræður um at taka leysu kropspartarnar við sær á skaðastovuna. – Í Føroyum eru av- standirnir til skaðastovur gjarna so stuttir, at tað ikki hevur tann stóra týdningin, hvussu avskræddir krops- limir verða handfarnir. Men hevur eitt fólk mist fingurin og tað gongur long tíð til tann skaddi kemur undir læknahond, eru bestu ráðini at køla tann mista fingurin. Hetta kann til dømis gerast við at leggja fingurin í ein plastposa og so leggja hendan í ein anna plastposa við køldum vatni. Er stutt á skaðastovuna er ikki neyð- ugt at køla tann mista fing- urin, siga tey á skaða- stovuni í Havn. Tað er tó ikki altíð at tað sæst so væl á hondini, tá okkurt fýrverk er brostið í henni. Men hóast hondin er intakt og sær út til at vera óskødd, so kunnu skaðar væl vera hendir undir húð- ini. – Er okkurt brostið í hondini kann tað ofta gera skaða á æðrar og nervar innan fyri húðina, og tí er altíð best at fáa hondina kannaða, um nakað slíkt er hent, eru ráðini av skaða- stovuni. Skaðastovan í Havn plag- ar ikki at vera øðrvísi mannað nýggjársaftan enn onnur kvøld. Skaðarnir av fýrverki plaga ikki at vera so øgiliga nógvir í tali, men stendur á, eru tilkallivaktir altíð til taks. Far á skaðastovuna Ongantíð áður eru so nógv at- gongumerki seld í forsølu til eina nýggjárskonsert, sum hana í ár Áhugin fyri ársins nýggjárskonsert er stórur. Fleiri enn 600 atgongumerki eru seld í forsølu, og tað er óvanliga nógv. Frændur eru høv- uðsnavnið á nýggj- árskonsertini, sum verður fríggjakvøldið í ítróttarhøllini á Hálsi í Havn. Umframt Frændur verður eisini eitt so kallað Hit Show 2000, har plátuvend- arar fara at spæla best umtóktu sangirnar frá árinum, sum nú fer aftur um bak. Eisini á Kambsdali Frændur venur um dagarnar í Klaksvík, og manningin, sum hesaferð fer at spæla saman við teimum trimum frontmonn- unum, Steintór Ras- mussen, Eyðun og Rana Nolsøe, eru Erik Biskopstø, Ingi Isaksen og Høgni Klakkstein. Frændur fer at spæla sangir frá øllum sínum útgáv- um síðani 1984, tá millum annað Hund- urin Brúni kom goyggjandi inn á før- oyska tónleikapallin. L ey g a r k v ø l d i ð verður sama konsert - við Frændum og Hit Show 2000 - í ítrótt- arhøllini á Kambs- dali. Stórur áhugi fyri nýggjárs- kon- sertini Best umtókti føroyski tónleikabólkurin, Frændur, spæla í kvøld og í annaðkvøld til konsert Hvørki í Vágunum ella á Streymoynni eru tollararnir komnir fram á ólógliga innflutt fýrverk. Á Streym- oynni hava toll- ararnir gjørt fleiri stakroyndir enn vanligt nú undan nýggjárshaldinum, meðan tollararnir í Vágunum hava leitað væl verri enn teir plaga FÝRVERKA- INNFLUTNINGUR Rúnar Reistrup Hesa tíðina plaga tollarar onkuntíð at lukta krút í tí viðføri og farmi, sum kemur til Føroya. Í øðrum londum fæst fýrverk til keyps, ið er forboðið at selja í Føroyum, og hetta má sjálvsagt heldur ikki innflytast til Føroya. Men í ár hava tollararnir ikki lagt hald á nakað fýrverk. Tolleftirlitið í Havn hevur allan hendan mánaðin verið upp á vakt og hevur gjørt fleiri stakroyndir enn van- ligt fyri at forða innflutn- ingi av ólógligum fýrverki. Tað er als ikki loyvt at innflyta fýrverk av nøkrum slag til Føroya uttan loyvi frá fútanum, men á Toll- eftirlitinum í Havn hava tey tó valt at síggja millum fingrarnar við, at okkurt av ferðafólkunum, ið komu til Føroya við Norrønu undan jólum, hevði lagt sær nakrar rakettir í bilin. – Vit hava valt at brúkt ta mannagongd tá vit renna okkum í heilt smáar nøgdir av fýrverki, at vit hyggja eftir um talan er um fýr- verk, ið annars er góðkent í Føroyum. Um so er, hava vit ikki tikið fýrverkið frá fólki. Fáar stakroyndir Tolleftirlitið á flogvøllinum í Vágum hevur heldur ikki funnið nakað fýrverk í viðførinum hjá teimum mongu jólagestunum. Tað hevur annars verið vanligt at tollararnir á flogvøll- inum við jøvnum millum- bilum eru komnir fram á ólógligt fýrverk í desember mánaði. Men á Tolleftirlitinum á flogvøllinum tora tey einki at siga um, hvørt hetta er tekin um at fólk aftra seg við at innflyta fýrverk til landið ella ikki. Vegna tað, sum tollararnir sjálvir meta sum tørvandi arbeiðsorku, hava nevniliga nógv færri stakroyndir verið gjørdar av viðførinum hjá ferðafólki farnu mánaðirnar, enn vanligt var fyrr. Av teirri orsøk ber ikki til at meta um hvussu nógv fýrverk kann vera innflutt ólógliga síðstu tíðina, verður sagt á Tolleftirlitinum á flogvøll- inum. Einki ólógligt fýrverk Savnsmynd