Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-08-11, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. august 2006síða 24

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 Nr. 153 - 11. august 2006 Høgni Lisberg og Eivør hava løg á íslendsku savns­ fløguni 100% Sumar, sum í løtuni er millum best seldu fløgur í Íslandi Tónleikur Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Fløgan 100 % Sumar liggur hesa vikuna á fjórða plássi á íslendska sølulistanum. Á fløguni, ið kom út herfyri, eru best umtóktu løgini í Íslandi í summar, umframt øll íslendsku nøvnini eru Eivør og Høgni Lisberg eisini á fløguni. Eivør er umboða á fløg­ uni við lagnum Nú ertu 3ja ára, sum hon syng­ur sam­ an við íslendska sym­foni­ orkestinum, meðan Høgni Lisberg hevur fingið lagið Morning Dew á fløguna. Um tað mundið tá At­lantic Music Event var í Reykjavík, var lagið Morning Dew hjá Høgna Lisberg millum mest spældu løg í íslendskum útvarpi, síðan hevur eisini lagið Learn To Ride On Waves gjørt um seg, men nú Morning Dew er á fløguni 100 % Sumar eru útvarpsstøðirnar aftur farn­ ar at spæla Morning Dew. Føroyavinurin Jens Guð sigur við Sosialin, at Høgni Lisberg hevur fingið støði sum eitt veruliga stórt navn í Íslandi. – Eivør og Týr eru ivaleyst enn størstu føroysku nøvnini í Íslandi, men Høgni liggur á einum greiðum triðja plássi, sigur Jens Guð. Fløgan hjá Høgna Lisberg varð á Planet Awards vald til bestu føroysku útgávuna í 2005, og bæði í Miðevropa og í Íslandi hevur popp/ rokkurin vakt ans. tíðindi Høgni Lisberg og Eivør gera um seg í Íslandi Høgni Lisberg spældi tvær konsertir í Reykjavík í sambandi við AME Reykjavík mynd: Niels Uni Dam Tað verður eingin minni enn villmaðurin Holgar, ið stendur á odda fyri bólkin­ um, ið fer á pallin í Glitni hetta vikuskiftið, og tað skuldi borga fyri eini heilt serligari uppliving. Holgar hevur umframt villmannatilveruna kontri­ bólkin Dimmi, ið spælir vælsvingandi kontrislag­ arar. Fríggjakvøldið letur Glitnir gestir sínar fáa høvið at hita pallin upp til kontribrakið leygarkvøldið, tá Karaoke kvøld verður. Sambært fyririeikarunum hava viðskiftafólkini í Glitni veruliga tikið karaoke kvøldini til sín. nud Showmenn skrivaðu her fyri sáttmála við Cippo, og hetta sæst hetta vikuskiftið aftur í skránni hjá dansistaðnum í Tórsgøtu. Júst aftur komnir til Havnar eftir konsertir saman við Kim Hansen, F.R. David og Maggie Reilley umframt sum Showmenn í teltinum, fara Kim, Jens Marni; James og Jóhannes at spæla í Cippo í fríggjakvøld og leygarkvøld. nud Villmaður í nýggjum bólki Showmenn aftur í Havn