Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-08-11, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. august 2006síða 25

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 153 - 11. august 2006 1 vikuskifti SAMBAND jan müller jan@sosialurin.fo tlf 341800 Petur Skeel Jacobsen um vikuskiftisveðrið: Gott ovastevnuveður Nólsoyingar kunnu vænta sær turt og gott veður, nú ovastevnan stendur fyri framman, sigur Petur Skeel Jacobsen, sum aftur í dag hevur kagað í veðurkortini. – Ein hátrýstryggur verður yvir okkum um vikuskiftið, og tað skuldi givið turt og gott veður. Enn er luftin eisini rættiliga lýggj, so eg vænti, at hitin væl kann liggja um eini 15 stig. Og kemur sólin veruliga fram, so verður fínasta veður, sigur Petur. Hann leggur tó afturat, at gleðin um fína veðrið ikki verður so long hesaferð. – Eftir vikuskiftið fáa vit kalda luft av landnyrðingi. Og tá verður bæði kaldari og nakað av ælaveðri, sigur hann. »Føroyar eru ein annar heimur enn restin av Europa« 20 ára gamli István Posta Superman er ein av teim mest kendu hetj­ unum, kanska ikki ein av teim mest áhuga­ verdu, men tó ein sum er gjørd til film sera ofta, møguliga ov oftani. Superman sum annars er føddur sum Kal-El á planetuni Krypton, kom til jørðina sum barn og varð ættleiddur av familjuni Kent Ummæli Kim Simonsen Vit kenna Superman sum Clark Kent, ið er hin heldur nørduti blaðmaðurin. Hann vaks til, men var sjálvandi ongantíð sum hini, tí hann hevði heilt óvanlig evni. Marvel og USA Batman, Superman, Hulk, Dare­ devil og øll tey frá Marvel eru úr USA. Fólk skilja kanska ikki, hvat er so gott við Spiderman, Daredevil og teimum frá Marvel. Tað finst eitt orð at lýsa hetta: pína. Teir hava allir mist alt. Familj­una, hina elskaðu, sjónina og eru bitnir ella eitraðir av onkrum, ið gevur teim teirra øgiligu evni fram um onnur. Teir hava allir tveir samleikar. Um dagin er Daredevil ein blind­ ur advokatur, øll taka eitt sindur synd í, men um náttina sveiggjar hann seg millum háhúsini í New York, heimsins mest framkomna býi. Men eisini ein av heimsins ráastu býum. Superman er keði­ ligi tíðindamaðurin Clark Kent, ið damurnar ikki eru so áhugaðar í. Teir eru vanlig grá menniskju, men um náttina bjarga teir okk­ um øllum frá tí ónda. Batman hevur sín Jokara. Daredevil sín Bullseye. Superman sínar »larger than life«-óndu fanar at berjast við, serliga Lex Luthor. Pínan skapar óttaleys folk Nógvar av hesum superhetjum eru genialar, tí tær bera júst sorgina í barmi. Tær hava longu mist alt, og eru tí ikki bangnar fyri nøkrum. Vandamiklasti persónurin er tann uttan ótta; men hesin hevur eisini slept vónini í lívinum. Tá Daredevil sum vaksin finnur mannin, ið drap faðirin, tá hann var 12, sær hann, at hann ikki fær frið í sálina av at drepa hendan mann. Hann sær, at sorgin ikki hvørvur av hesum. Og er tað ikki ein Shakespear-endi? Superhetjur eru allar í vanda fyri at detta inn í óndskapin sjálvar, tí tær hava pínuna og tað demoniska í barmi eisini. Tær eru fullar í avmakt, hatri og vónloysisøði. Sum so er eingin munur á Spiderman og King Lear ella Hamlet, dananum – hetta duga fólk bert ikki at síggja. Tey flestu eru von við, at teknirøðir hava einki við list at gera, men hetta er eitt stórt mistak. Batman kenna vit sum eina hetju frá teknirøðum, longu í 1939 sóu vit Batman sveiggja seg millum háhúsini í óhugnaliga býinum Gotham City. Seinni gav Frank Miller røðini um Batman nýtt lív, tá hann útgav ”The Dark Knight Returns” í 1986. Batman hevur ofta verið gjørdur til film áður, millum annað av Tim Burton ”Batman” í 1989. Batman er sum Superman, tó ein av teim meira keðiligu hetjunum, hann hevur til dømis eingi serlig evni. Hann minnir um The Shadow, Mandrake, Fantomet, Captain America, Captain Marvel, Flash, Spectre, Hawkman, Sandman, Green Lantern, Hour-Man ella The Spirit hjá Will Eiser. Superman sóu vit fyrstu ferð á filmi í 1941, har hann var við í sjey teknifilmum og tveimum sjónvarpsrøðum. Síðani tá hevur hann verið við í fimm filmum, nógvum sjónvarpsrøðum. Fyrsti spælifilmurin ”Superman and the Mole-Men” kom longu í 1951 við sjónleikarinum George Reeves, ikki at mistakast við Christopher Reeves, ið seinni gjørdist Mr. Superman. Seinni kom Reeves álvarsliga til skaða og doyði seinni av sínum løstum. Kendasti Supermanfilmurin er Superman: The Movie, ið kom í 1978, har Reeves spældi Super­ man og sjálvur Marlon Brando spældi pápi hansara or-El. Horvni Superman Søgan í Superman er, at hann er horvin. Uttan verjuna frá honum, so eru brotsverkini vaksin sera nógv í býinum Metropolis og í øllum býum á jørðini. Við eitt er gamli fíggindin hjá honum Lex Luthor uppá spæl aftur. Hann er enn einaferð brotin úr úr serliga varda fongslinum. Nú hevur hann fingið atgongd til mest loyniligu vápnini hjá Superman á Krystalfortinum, ið er á Norðurpólinum. Hesin vil sjálvandi brúka hesi vápnini til at skapa eina apokalypsu og heimsumfatandi oyðilegging. Á henda hátt vil Luthor, ið er væl leiktur av Kevin Spacey (f. 1959). Hann kenna vit frá óførum filmum sum The Uusual Suspects, Seven, A Time to Kill, L.A. Confidential og American Beauty. Fyri filmin American Beauty fekk Spacey ein av 5 Oscarvirðislønum, ið filmurin fekk. Lane og Kent Daman hjá Superman er Lois Lane, ið Superman leingi var góður við. Tá filmurin byrjar, hevur Superman verið horvin í fimm ár, so hon er farin viðari við lívinum. Hon hevur entá skriva eina kenda greinarøð, ið kallast ”Hví heimurin ikki hevur brúk fyri Superman”, ið hevur givið henni kendu Pulitzervirðislønina. Nù eigur hon eitt barn og er trúðlova við Richard, ið er systursonur hjá blaðstjóranum Perry White. Superman hevur eina stóra kreppu Superman hevur eina stóra kreppu, møguliga eina super­ kreppu. Hann leitar aftur á slóð­ ina til barndómsheimið. Hann ferðast kring heimin, men so við eitt møtir hann Lois Lane aftur. Hann sær tí, at hann má búgva í Metropolis, har hann kann hjálpa fólkum. Hetta er gott, tí Lex Luthor er í ferð við at oyðileggja heimin. Brandon Routh, ið spælir leiklutin sum Superman er væl valdur, tað vil siga, at hann líkist nógv Superman, men. Hann er føddur í 1979 og er rættuliga ókendu enn, hevur bert verið við í sjónvarpsrøðum, so sum Gilmore Girls, Will & Grace og øðrum. Persónliga havi eg ongantíð dámt Superman sum hetju, og hesin filmurin gleið ikki væl niður. Skilti ikki so væl hendan filmin í mun til X-Men, Spiderman og aðrar. Superman er helst ein ov keðilig hetja. Superman er vendur aftur Superman Returns Leikandi: Superman/Clark Kent Brandon Routh Lex Luthor Kevin Spacey Lois Lane Kate Bosworth Perry White Frank Langella Jimmy Olsen Sam Huntington Martha Kent Eve Marie Saint Richard White James Marsden Kity Koslowski Parker Posey Stanford Kal Penn Young Clark Kent Stephan Bender Leikstjóri Bryan Singer. 154 minutter. 11 ára aldursmark. Frumframsýndur í Havnar Bio 4. august. ★ ★ ★ ★ ★ ★