fríggjadagur 11. august 2006síða 26
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 153 - 11. august 2006
26 vikuskifti
.Mentan
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
myndir: Jan Müller
Í blómandi mentanargøtuni
Tórsgøtu eru bæði sjónleikur
og tónleikur stórur partur av
gerandisdegnum. Miðlahúsið
hevur funnið sín natúrliga
leiklut í hesum umhvørvinum
við konsertum, fyrilestrum,
framsýningum og fundum av
alskyns slagi.
Beint fyri ólavsøku varð dekk
lagt á hugnaliga bakgarðin,
og garðurin var eins og restin
av Miðlahúsinum opin fyri
almenninginum um ólavsøkuna.
Sunnudagin eftir ólavsøku var
garðurin alment tikin í nýtslu
sum konsertstað.
Tveir av bólkunum, ið hava
sínar røtur í umhvørvinum í
Tórsgøtu, fingu heiðurin at
lata garðin upp. Rokkbólkarnir
Paradox og Skunk, ið javnan
hava spælt á Margarinfabrikkini,
spældu sín punkrokk fyri
ólavsøkumóðu gestunum, ið
fingu eina sera hugnaliga løtu í
bakgarðinum.
Jan Müller, stjóri í Miðla
húsinum, hevur verið primus
motor í menningini av Miðla
húsinum sum mentanarmiðdepli,
og hann er sera vælnøgdur við
nýggja bakgarðin.
– Dekkið er gjørt úr viði úr
Suðuramerika, Jatoba viður úr
frumskóginum við Amazonas,
hesin viður er vatnavvísandi og
skuldi verið sera vælegnaður til
okkara veðurlíkindi, sigur Jan
Müller.
Hann greiðir frá, at tá
Miðlahúsið leigaði húsini frá P/F
Valdemar Lützen, var garðurin
við, og ætlanin hevur alla tíðina
verið at nýta garðin í størri
mun. Hann lá tá avbyrgdur frá
umheiminum.
– Vit sóu beinanvegin møgu
leikarnar í garðinum, og avgjørdu
at føra tað gjøgnumsiktiga
konseptið, sum vit hava inni í
Miðlahúsinum, út í garðin. Tí
er glasveggur settur í út ímóti
Vágsbotni, soleiðis at bæði tey
sum eru innanfyri, og tey sum
eru uttan fyri kunnu fáa gleði av
garðinum, sigur Jan Müller.
Bakgarðurin í Miðlahúsinum
er ein av fáu bakgarðunum í land
inum, og hann skal tí gagnnýtast
sum best ber til, greiður Jan
Müller frá.
– Við einum dekki, ið minnur
um eitt skipsdekk, hevur bak
garðurin fingið ein maritiman
dám. Hetta er gjørt í samráð
við Tórshavnar skipasmiðju.
Ætlanin var upprunaliga at leggja
eitt veruligt skipsdekk á, men
hetta var ov kostnaðarmikið, so
í staðin varð loysnin við Jatoba
viði vald. Reyðligi viðurin saman
við reyðu veggunum gevur ein
fantastiskan stemning, greiðir
Jan Müller frá.
– Hugskotið við einum skips
dekki er ikki eitt innanhýsis
hugskot, tað var ein dagin tá
borgarstjórin í Havn, Heðin
Mortensen var á vitjan, at hann
gav okkum hugskotið. Vit vóru
farnir í bakgarðin, tá hann nevndi
hetta fyri mær, og hugskotið var
so mikið gott, at vit settu okkum
beinanvegin í samband við
Skipasmiðjuna, sigur Jan Müller.
Ætlanin er, at garðurin
frameftir verður nýttur til ymisk
tiltøk eitt nú konsertir og annað.
Men harafturat er ætlanin, at
hann verður partur av tiltøkum
í húsinum, eitt nú tá fundir og
annað eru, tá verður høvi at
brúka bakgarðin í steðgum og til
prát av ymiskum slagi.
Nøkur afturvendandi tiltøk
skulu eisini hava sítt heim í
garðinum, eitt teirra verður at
siga frá sólskinss øgum. Hetta
hugskot er komið, tí miðlar ofta
fáa skotið í skógvarnar, at alt ið
ein hoyrir frá teimum er negativt.
Í bakgarðinum er ætlanin at
broyta henda hugburð, tí verður
roynt at fáa sólskinsøgur fram í
góðveðrinum.
Eitt av sermerkjunum í bak
garðinum er, at gamli trappu
steinurin hjá Andreasi í Vágs
botni enn stendur. Á hesum
trappusteimi hittust menn
fyrr, tá teir fóru inn at keypa
øl. Í dag er hurðin burtur, men
trappusteinurin verður ein virkin
partur av bakgarðinum. Eins
og tað javnan er trapputing í
Miðlahúsinum, er ætlanin, at
trappusteinurin skal virka sum
kjaktorg. Ymiskir áhugaverdir
persónar fara at verða settir á
trappusteinin við rygginum
móti múrinum, og so fær
fólk møguleika at spyrja tey
spurningar.
Garðurin verður sostatt partur
av øllum konseptinum við gaman
og álvara, sum vit hava fyri alt
Miðlahúsið.
Ein garður til
gaman og álvara
Síðan Miðlahúsið læt dyrnar upp í fjør summar,
hevur húsið í alsamt vaksandi mun fingið støðu
sum mentanar- og savningshús í miðbýnum í
Havn. Dagin eftir ólavsøku varð bakgarðurin
tikin í nýtslu við konsert við Skunk og Paradox