Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-08-11, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. august 2006síða 28

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 153 - 11. august 2006 28 vikuskifti Útgrevstur Símun V. Arge savnsvørður á Føroya Fornminnissavni Myndir: Niels Uni Dam Rannsóknin Í bakkanum undir Junkarinsfløtti komu umfatandi bústaðaleivdir til sjóndar í einum øki upp á uml. 80 m fram við bakkanum. Hetta bar prógv um, at umfatandi leivdir eftir umfatandi búseting fjaldu seg undir svørðinum í lendinum. Rannsóknir eru gjørdar av sjálvum bakkanum og í einum avmarkaðum øki niðan frá bakkanum. Hesar hava avdúkað upp til 2 m tjúkkar fláir við leivdum frá eini búseting, har fólk hava búleikast í tíðarskeiðinum 800/900 til uml 1200 e.Kr. Í nevndu fláum eru funnir lutir, ið vanligir eru at finna í bústaðaleivdum her á landi, so sum ílatabrot úr innfluttum fitisteini og úr føroyskum leiri eins og renlar. Fyrsta árið varð funnin forkunnug brosja úr bronsu, og í ár eru funnin brot av jarnknívum. Í løtuni fer fram kanning av bygningi frá 12. øld, ið hevur staðið har niðast á bakkanum. Eisini verða kannaðar leivdir av fleiri bygningum, ið stinga út undan bakkanum – veggir og steinsett gólv. Hetta eru bygningar ið her hava staðið, hvør oman á øðrum, frá ymiskum tíðarskeiðum heilt aftur víkingaøld. Serliga eyðkennið fyri rann­ sóknina er tó ørgrynnan av væl varðveittu djórabeinunum. Hesi geva okkum møguleikar vit ikki hava havt áður at fáa vitan um, hvussu føroyingar í víkingaøldini gagnnýttu náttúrutilfeingið, og hvussu búskapurin var í elstu søgu okkara. Foksandur Tó, ikki er bert sum at siga tað, at grava seg niður á búsetingafláirnar. Nevndu fláir fjala seg undir 1,5-2 m tjúkkum fláum av foksandi, og hesin sandurin ger umstøðurnar til rannsóknirnar heldur enn ikki truplar. Tað hevur tí verið umráðandi, at kunna nýtt nútímans tøkni, tá um slíkar kanningar ræður. Hetta fyri at sleppa undan at grava meturlangar kostnaðarmiklar kanningarveitir í lendið fyri at fáa eina hilling av, hvat fjalir seg undir svørðinum. Í londunum uttan um okkum verða í slíkum førum gjørdar geofysiskar skrásetingar, ið kunnu svara slíkum spurningum. Fleiri hættir eru, ið kunnu verða nýttir. Í Grava nú aftur á Sandi Eftir at bakkin fram við lendinum norður frá forna kirkjustaðnum heima á Sandi summarið 2000 máaði, hevur Føroya Fornminnissavn síðan 2002 í samstarvi við útlendskar serfrøðingar gjørt sera áhugaverdar rannsóknir, ið hava avdúkað bústaðaleivdir úr elstu søgu okkara har á staðnum. Rannsóknarfólkið er komið niður á toftirnar av einum gomlum bústaði, hann er væntandi frá tíðarskeiðinum umleið 1200-1250