fríggjadagur 11. august 2006síða 29
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 153 - 11. august 2006
29
29
samstarvi við ávikavist føroysku
og bretsku fyritøkurnar Munin
og GSB Prospection eru í
summar gjørdar resistivitets- og
georadarmátingar, og tykjast
úrslitini vera lovandi. Grundað
á hesi fara vit at kunna seta á
at grava, har tað verður mett
at verða áhugavert og at úrslit
kunnu spyrjast burturúr.
Rannsóknirnar í ár
Í summar eru fornfrøðiligu
kanningarnar meiri umfatandi
enn hini árini. Umframt at
kanningar verða gjørdar í
sjálvum Junkarinsfløtti, verður
bakkin har kannaður. Eisini fer
fram kanning av bakkanum á
Sondum, har Fornminnissavnið
áður hevur gjørt kanningar. Hetta
er fyri at savna sýni av ymiskum
slagi fyri at fáa vitan um tær
bústaðaleivdir, har eru. Áður
hava kanningar okkara tíðarfest
hesar fláir til elstu miðøld, men
tær fara uttan iva at verða førdar
enn longur aftur í tíð.
Búsetingarsøguliga fatanin
er hon, at Sandsbygd hevur
verið tríbýtt kanska longu í
landnámstíðini. Grundað á
hesi búsetingarligu sjónarmið
er í ár farið undir at kanna
fyrndarbýlingin á Klettum norðri
á Bø. Í smærri kanningarveitum
er ætlanin at fáa ábendingar
um og at eftirkanna búsetingar
søguligu menningina har á
staðnum.
Hvørt sum er, við rannsókn
unum heima á Sandi er talan um
mest víðfevndu fornfrøðiligu
rannsóknir, grundaðar á
vísindarligar spurningar, sum
enn eru gjørdar her á landi.
Vanligt hevur annars verið at
gera sonevndar neyðrannsóknir.
Fígging
Ein fortreytin fyri rannsóknum
av hesum slagi er sjálvsagt,
at neyðug fígging er tøk.
Almenn fígging til slíkt rann
sóknarvirksemi er tíverri ikki
tøk her á landi. Fyrstu árini
bar til at fáa fíggjarligan stuðul
frá stórari náttúruvísindaligari
verkætlan, Landscapes Circum
Landnám, sum the Leverhulme
Trust í Bretlandi veitti. Av tí at
hetta ikki ber til longur, er tað
sera kærkomið, at oljufelagið
Anadarko seinasta ár játtaði
munandi stuðul til verkætlanina
á Sandi. Aftur í ár hevur
Anadarko víst verkætlanini
áhuga og vælvild við at veita
fíggjarligan stuðul til nevndu
geofysisku skrásetingarnar, ið
verða framdar í samstarvið
millum fyritøkuna Munin og
Føroya Fornminnissavn. Partar
av fíggingini eru aftur í ár frá
amerikanska vísindagrunninum,
The National Science Foundation,
og City University of New York
Northern Science & Education
Center.
Eitt av endamálunum í
verkætlanini er eisini at tvinna
saman verkætlanir og starvfólk
í Útnorðri. Tí er tað gleðiligt at
eisini Smyril Line hevur stuðlað
við atliti at samskiftinum og
flutningi av fólki og útgerð
millum londini í Útnorði. Henda
stuðul hava nevndu feløg stóra
tøkk uppiborna fyri.
Verkætlanin og
rannsóknarsamstarv
Rannsóknirnar fara fram í eini
altjóða verkætlan, Heart of the
Atlantic, har kannað verður, hvat
fláirnar innihalda, hvussu tær
eru samansettar, og hvussu tær
eru vorðnar til eins og møguligu
orsakirnar til nógva foksandin,
ið hylir bústaðaleivdirnar.
Verkætlanin verður eisini framd
við atliti til ferðavinnuna í oynni
eins og ætlanin við verkætlanini
er at tvinna saman líknandi
rannsóknir og starvsfelagar og
lesandi, ið eru virkin í Útnorðri.
Flestu rannsóknarfólkini komu
við Norrønu úr Hetlandi fyri
ólavsøku, har tey í ein mánaða
hava rannsakað fornminni
í Old Scatness sunnast á
Mainland og á norðastu oynni
Unst. Talan er um leivdir úr
víkingaøld og tíðarskeiðinum
undan víkingaøldini. Rann
sóknarhópurin á Sandi telur
í løtuni 15 fólk. Flestu teirra
koma frá lærdu háskúlunum í
Bradford og Durham í Onglandi,
onnur teirra eru úr USA og
Íslandi. Hetta eru starvsfelagar,
ið seinastu mongu árini hava
samstarvað við rannsóknir bæði
í bretsku oyggjunum, í Íslandi og
Grønlandi.
Ein týðandi táttur í verkætlan
okkara er at tvinna saman ungar
sum eldri starvsfelagar í einum
framtíðar útnorðursamstarvi.
Sostatt hevur borðið til, at
útvega tveimum føroyskum
fornfrøðilesandi luttøku í
rannsóknum aðra staðir, har
teir hava fingið høvið at
virka í einum altjóða høpi.
Seinasta summar tóku hesir
lut í rannsóknum í Íslandi, har
teir eisini fingu undirvísing á
serligum feltskúlum. Longu
um 1. mai í ár fóru teir báðir
til suðurgrønlands at taka lut
í rannsóknum av norðbúgva
búsetingum har. Nú samstarva
teir so við fleiri av somu
fólkunum her í Føroyum.
Sum nevnt eru rannsóknirnar
heima á Sandi nú tiknar upp
aftur, og verður arbeitt har til
einaferð út í seinna helming
av august. Vitjandi eru væl
komin á rannsóknarstøðini,
og greiða starvsfólkini fegin
frá arbeiðinum. Í samband
við sandoyarstevnuna kom
andi vikuskifti stendur
stevnugestunum í boði at vitja
rannsóknarstøðini leygardagin
seinnapart. Nærri fer at verða
lýst við hesum.
vikuskifti
Øll mold, ið verður grivin upp úr útgrevstrinum verður borin upp í spann og síðan verða allir lutir sílaðir frá
Í bakkanum liggja leivdir frá búsetingum heilt aftur frá landnámstíðini.