fríggjadagur 11. august 2006síða 30
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 153 - 11. august 2006
30 vikuskifti
Eldraár
Anna Jacobina Ellingsgaard,
mentanarberi av Eiði
E
in virðiligan aldurdóm fær
man eftir mínum tykki
við at halda seg við líka. Sum
aðrar bygdakonur, havi eg til
dømis altíð gingið nógv, verið
í torvi, gingið til neytar og
hoyggjað. Í mínum arbeiði
á arbeiðsmarknaðinum havi
eg gingið við posti og arbeitt
post. Tá eg skuldi gevast á
arbeiðsmarknaðinum, hugsaði
eg nógv um, hvussu tað fór at
verða. Men væl lærd av pápa
mínum, sum dugdi øgiliga væl at
gerast gamal, var tað slettis ikki
so galið.
Pápi passaði mammu, sum var
sjúk í mong ár. Tá hon so doyði,
og hann var farin um tey 70, var
tað sum, at hann knappliga hevði
fingið ovmikið av tíð. At sita og
lesa ella skriva vísti seg at vera
ov lítið, so hann setti sær fyri at
fara at gera okkurt til arbeiðis.
Men tað var ikki bara sum at
siga tað, tí hvat skuldi ein gamal
maður, sum hann, finna uppá at
gera? Jú, hann helt, hann fór at
gera, sum tey gjørdu fyrr – hann
fór at spinna. Tað var nú ikki tað
ringasta, hann kundi finna uppá,
tí vit systrarnar vóru vanar at
taka ullina upp, nappa og senda
hana til spinningar, so tað skuldi
nokk ganga. Men knøini hjá
pápa vóru so vánlig, at hann fekk
ikki staðið og spunnið, og eisini
var økslin so viknað, at hann
fekk ikki malið rokkahjólinum.
Men ráð vóru fyri tí – hann fekk
ein fótarokk, og frá tí løtu, spann
hann uppá lívið. Og tað má
sigast, at nógv kom burturúr.
E
ftir eina tíð, varð pápi biðin
um at spinna og veva eitt
segl fyri tey í Víkingahøllini
í Roskilde. Hann ivaðist eitt
sindur, men helt, at um vit vildu
hjálpa honum, so fór hann at
gera tað. Hann fekk at vita,
hvussu seglið skuldi vera og ein
prøva sendandi, sum var gráur
á liti. Tí helt pápi, at best mundi
vera at brúka gráa ull, tí so varð
tað lættari at arbeiða og minni at
blanda. Vit samlaðu síðani ullina,
vit høvdu, og tá tað ikki var nokk,
fóru vit hús úr húsi at vita, um
onkur átti. Um tað mundi hevði
ullin onki virði, hvørki skitin ella
rein, so tað stóð ikki á at fáa nóg
mikið.
Tá ullin varð vaskað og
ruskið tikið úr, byrjaði pápi at
spinna. Fyrst spann hann garnið
við snúðuri annan vegin, og
síðani veftin, sum skuldi hava
øvutan snúður, so toyið ikki
bleiv skeivt. Tá hann var næstan
liðugur, komu boð úr Roskilde,
at tey løgdu ikki í hetta toyið, tí
tey vildu heldur, at tað skuldi
vera hvítt. Tá bleiv pápi øgiliga
keddur. Hann var eisini móður
tá, tí hann hevði skunda sær at
fingið toyið liðugt. Men vit hildu,
at hetta skuldi hann ikki vera so
keddur um, tí um tey í Roskilde
ikki kundu brúka toyið, skuldu
vit sjálvi gera tað til eitt segl.
N
akað áðrenn hetta hevði
Eiðis Fornminnisfelag fingið
ein nýggjan bát, sum Símun
Johan Wolles hevði gjørt. Báturin
hevði eitt segl, sum varð gjørt á
Seglhúsinum í Klaksvík, men tað
var gjørt úr syntetiskum stoffi.
Tí hildu vit, tað kundi verið
áhugavert hjá felagnum eisini at
eiga eitt føroyskt, vovið segl til
bátin.
Tá arbeiðið var komið hartil, at
toyið skuldi klippast, komu vit í
iva um, hvørji mát skuldu nýtast.
Tað vísti seg nevniliga, at mátini
á seglum eru ymisk, alt eftir hvar
í Føroyum tey verða gjørd. Vit
valdu tí at brúka somu mát, sum
vórðu brúkt til seglið úr Klaksvík.
Síðani varð alt seymað við hond.
Eftir ætlan skuldi viðferðin
gerast úr hestafaksi, sum tey
brúktu fyrr, men tað eydnaðist
okkum ikki at savna nóg mikið
av faksi. Í staðin nýttu vit grátt
teppitógv, sum vit tvinnaðu á eini
snørisgørn, ið vit høvdu funnið
eitt modell til hjá Svabo. Skjótt
varð viðferðin liðug, og síðani
varð segldúkurin lagdur nakað
lint til, tá hon varð seymað á, um
tað skuldi hent, at viðferðin fór
at togna.
T
á summarið kom, hildu vit,
at nú var tíð at fara ein túr
við bátinum at royna seglið. Av
verðisligum upplivingum man
løtan har umborð á bátinum hava
verið tann besta, eg havi havt.
Onki óljóð av nøkrum slag, bara
ljóðini frá lotinum, fuglunum
og skvatlið úr sjónum. Løtan
kendist so ómetaliga hugnalig
– kanska hevði tað ikki so lítið at
siga, at man hevði loyst úr lagdi
sjálvur.
Hvat eg so takist við nú? Ju,
eg geri tað sama, fáist við ull tað
mesta av tíðini. Eg gangi til at
virka ull eitt kvøld um vikuna, til
veving eitt kvøld og til føroyskan
dans eitt kvøld. Vit eru so heppin
har norðuri á Eiði, at vit hava
ein veviskúla. Á loftinum og á
miðhæddini eru ikki færri enn 20
vevar, í kjallaranum hava vit stórt
og gott vask til at vaska ull og
skinn, har vit eisini kunnu barka,
lita, tøva og svansa akkurát, sum
vit vilja. So tað er als ongin
trupulleiki at fáa tíðina at ganga.
Ábyrgd fyri egnari heilsu:
Ongantíð ov seint ...
– Væl lærd av pápa mínum, sum dugdi øgiliga væl at gerast gamal, var
tað slettis ikki so galið at gerast pensjónistur, sigur Anna Jacobina
Ellingsgaard í hesi hugtakandi frásøgnini, ið prógvar, at tað ongantíð er
ov seint at fara undir nýggjar avbjóðingar. Tvørturímóti.
Fyrilesturin er tann seinasti í røðini um “Ábyrgd fyri egnari heilsu”
Greinarøðin, “Ábyrgd fyri egnari heilsu”, ið hervið endar, tók støði í átta fyrilestrum, sum vórðu hildnir í
Tilhaldinum í Tórsgøtu í fjør og fyrrárið. Út frá ymsum sjónarhornum viðgjørdu fyrilestrarnir spurningin: “Hvat
kanst tú sum eldri sjálvur gera fyri at varðveita eina góða heilsu so langt upp í árini, sum gjørligt?”
GREINARØÐ
Teir átta fyrilestrahaldararnir vóru:
■ Eyðun Joensen, sálarfrøðingur
■ Leila á Lofti, fysioterapeutur
■ Jógvan Róin, lækni
■ Jóannes Hansen, samfelagsfrøðingur
■ Jóhanna á Tjaldrafløtti, føðslufrøðingur og kostráðgevi
■ Jógvan Fríðrikson, prestur
■ Elsa Zachariassen, sjúkrarøktarfrøðingur og ráðgevi
■ Anna Jacobina Ellingsgaard, mentanarberi á Eiði
Við sínum stóra áhuga fyri ull og ullvirking
var tað ongin trupulleiki hjá Onnu Jacobinu
Ellingsgaard av Eiði at fáa tíðina at ganga, tá
hon fór av arbeiðsmarknaðinum