Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-08-11, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. august 2006síða 31

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 153 - 11. august 2006 31 vikuskifti 31 Samrøða Ella Larsen ella@sosialurin.fo – Eg haldi, at tað er sera vakurt her. At standa á Gøtusandi og hyggja út eftir Gøtuvík, og síggja havið, ið tykist óendaligt, tað helt eg vera sera bergtakandi. Eg skrivaði eina yrking, tá eg stóð har. Orðini eigur 20 ára gamli ungarin Ákos István Posta, ið er komin til Føroya fyri at savna upplýsingar til eina bók, hann ætlar at skriva um landið. – Eg havi enn ikki avgjørt, um eg fari at skriva eina ella tvær bøkur. Eg vil fegin skriva eina bók um føroyska mentan. Har vil eg siga frá um mínar upplivingar í Føroyum og tær samrøðurnar, eg havi gjørt við ymiskar kendar og ókendar føroyingar. Eg kundi eisini hugsað mær at gjørt eina bók við føroyskum bókmentum, ið eg havi umsett til ungarnskt. Fyrst ætlar hann tó at gera bókina um upplivingarnar í Før­ oy­um, tí hann heldur, at tað er tørvurin størstur á. – Hetta verður fyrsta bók, ið er skrivað um Føroyar á ungarnskum, tí haldi eg, at tað er týdningarmest at gera hana fyrst. Eg vil fegin, at bókin skal kunna vera áhugaverd fyri øll, samstundis vil eg hava so nógvar staklutir sum møguligt við. Umframt tekstir ætlar Ákos at hava myndir og frímerki í bókini. Myndirnar skulu vera av landslagnum, frá festivalum, frá løgtingssetanini og av teim­ um fólkum hann hevur gjørt samrøður við. – Tá eg komi aftur til Wien, fari eg eisini at skriva greinar um Føroyar, sum eg vóni at fáa útgivnar í mentanarbløðum í Ungarn. Áhugin kom frá frímerkjum Ákos István Posta savnar frímerki, og í 2004 gjørdi hann tvær frímerkjaframsýningar í Ungarn. Á sýningunum vóru frímerki úr øllum Europa, og harímillum vóru fleiri føroysk. Hetta var fyrstu ferð, hann veruliga legði merki til Føroyar. Hann las um øll londini hann hevði frímerki úr, fyri at kunna skriva eina frágreiðing til tey vitjandi á savninum. – Tað mest áhugvaverda landið, eg las um, var Føroyar. Tað haldi eg, tí at næstan eingin kennir Føroyar, og tað ger landið einastandandi og serstakt. Hann las um mentanina í Føroyum og um tey fólk, ið vóru avmyndað á frímerkjunum. Millum onnur las hann um Hammershaimb. Hann leitaði á alnetinum og fann søgnina um Kópakonuna, eftir Hammershaimb á týskum. Hann gjørdi ikki mætari, enn at hann umsetti søgnina til ungarnskt og fekk hana út­givna í einum ungarnskum mentanarblaði í 2005. Ein annar heimur Síðan hetta hevur Ákos haft sera stóran áhuga fyri Føroyum, hann hevur lisið um oyggjarnar á alnetinum og hevur eisini gjørt samrøður við nógvar ymiskar føroyingar, serliga listafólk og tónleikarar. Millum annað gjørdi hann eina samrøðu við Teit Lassen í Týsklandi í 2005, og árið eftir gjørdi hann eina samrøðu við Eivør Pálsdóttir í Wien. – Eg eri so áhugaður í Føroyum, tí tær hava eina heilt serliga støðu. Tær liggja so langt frá øllum øðrum og eru ein lítil heimur fyri seg, og eru ikki væl kendar. Tað er ein annar heimur enn restin av Europa, men hóast hetta hava tit somu samfelagsligu og persónligu kontaktir við hvønn annan, sum fólk aðrastaðni. – Eg havi verið sera væl móttikin og haldi at føroyingar eru eitt sera vinarligt fólkaslag. Eg havi fyrr hoyrt um »tí køldu skandinavisku atferðina«, men tað passar yvirhøvur ikki uppá føroyingar. Her er so friðarligt, og eg skilji væl, at tað eru so nógv listafólk í Føroyum, tí umhvørvið gevur nógvan íblástur. – Eg haldi at Føroyar eru vakrasta stað í heiminum. – Føroyar eru vakrasta stað í heiminum Ákos István Posta 20 ára gamal Føddur í Budapest Býr í Eysturríki Lesur bókmentir, film og sjónleik á universitetinum í Wien FAKTA Ein ungur ungari er í hesum døgum í Føroyum, við teirri ætlan at skriva eina bók um landið Filmar: Ákos István er sera áhugaður í filmum, tríggir bestu filmarnir nakrantíð heldur hann vera: The loneliness of the long distance runner, Bretland (1962) Before the rain, Makedonia (1994) Bye bye bluebird, Føroyar (1999) 20 ára gamli ungarin Ákos István Posta fer at skriva eina bók um Føroyar Mynd: Álvur Haraldsen