fríggjadagur 11. august 2006síða 32
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 153 - 11. august 2006
32 vikuskifti
Hugleiðing
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
myndir: Vilmund Jacobsen
Hann er 83 ára gamalur, men
bæði knáur og klárur, sum ein
annar unglingi.
Í mong ár hevði hann ”hjallin
á sjónum”, og tey seinnu árini
av arbeiðslívinum arbeiddi hann
í fiski.
At ”bundin er bátleysur
maður”, man hann hava sannað,
síðan hann fyri nøkrum árum
síðan seldi fitta og snøgga
træbátin, hann hevði í nøkur ár.
Knøini vóru farin at bila, men nú
tey eru skift, er eingin trupulleiki
at standa í báti ein heilan dag.
Men nú eigur hann ongan bát
at fara við...
Og tó.
Eigur tú ein góðan systurson,
sum eisini dámar væl at flóta, er
einki ómøguligt.
Ein góðan dag herfyri slapp
83 ára gamli, Hans Jacob á Gadd
á Nesi, aftur at royna seg í báti,
sum hann so mangan hevur gjørt
áður.
Báturin hjá systursoninum,
Albergi, er júst vorðin longdur á
SD-Beding, og man í dag vera
um 30 føtur til longdar.
Góður og rúmligur er
Norðkapp, nú hann er flotaður
aftur, og við somu maskinu er
ferðin størri enn áður.
– Hetta er ikki besta tíð til smá
fisk, helt Hans Jacob fyri, tá ið
vit spentir loystu í Oyrunum á
Toftum hendan tokuta morgun.
Síðan báturin bleiv flotaður
aftur eftir leingjanina, høvdu
smávegis trupulleikar verið við
brennioljuføringini.
So nú skuldi roynast aftur, um
alt var í lagi.
Í dýrdarveðri úteftir Skála
fjørðinum riggaðu vit snørini til,
og Hans Jacob hevði sjálvur teir
húkar við sær, sum hann ynskti
at hava undir teininum, ið hekk
undir snelluni.
Agnið var rækur og makrelur.
Tann 83 ára gamli valdi at hava
ein vanligan seiðapilk og ein
stoyptan húk undir.
Uttan at síggja land, kastaðu
vit fyrstu ferð suður úr Eystnesi.
Tað rak vestur – og so hvørt, sum
vit róku vestur í fjørðin, var líkt
til, at rákið harðnaði nakað.
Vit høvdu ikki ligið leingi, fyrr
enn vit varnaðust, at maskinan
ikki gekk, sum hon skuldi. Hon
slóknaði, men startaði í fyrstu
syfti aftur. At enda lógu vit og
fingu ikki í gongd aftur.
Meðan vit róku vesturyvir og
suður í Nólsoyarfjørð, fingu vit
allatíðina onkran fisk, og tí valdu
vit at hava snørini úti, meðan vit
bíðaðu eftir ”hjálp”.
Vit høvdu góða tíð, og tímdu tí
ikki at leika so í.
Suður úr Hólmafles gjørdist
botnurin so ringur – og rákið var
so hart, at snørini stundum hingu
føst.
Tað kostaði okkum tað eina
loddið.
Men at reka uttan motor í
tímar, nyttaði ikki nógv, um
dagurin skuldi vignast. Tí
ringdi bátseigarin til dugnaliga
smiðjumannin, Søren S.
Danielsen.
Tað gekk ikki long tíð, til
smiðjumaðurin og Páll Højgaard
í útróðrarbátinum Trúgva, sum
Páll rekur, vóru á veg suður í
fjørðin.
Komin umborð, tók tað ikki
langa tíð hjá smiðjumanninum
at fáa bátin í gongd aftur. Hann
fann plastikspønir í oljupumpuni,
og tá ið hann hevði sett pumpuna
83 ára gamal á floti í nýggjum
báti á gomlum leiðum
– Vit avgjørdu at stevna inn á
Neshamar á Nesi og náddu inn
higar við egnari hjálp. Nú kom
smiðjumaðurin umborð aftur,
og endin var, at hann avgjørdi
at koma við okkum til útróðrar,
so hann veruliga kundi ”kekka”
maskinuna
Lagið er gott á tí 83 ára gamla, nú lagt verður frá landi
Nei, teir tosa ikki saman í telefon, men tosa við hvør sína unnustu, áðrenn lagt verður frá landi aftur