Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-08-11, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. august 2006síða 33

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 153 - 11. august 2006 33 vikuskifti 33 saman, reyk motorurin í gongd aftur. Tá ið smiðjumaðurin var farin umborð á Trúgva aftur, og alt vísti seg at vera í lagi, løgdu vit leiðina eysturyvir, norður móti Grynnunum, teir rópa. Men longu áðrenn vit komu á Eystnes, varnaðust vit, at nú var aftur galið - og báturin misti ferð. Vit avgjørdu tí at stevna inn á Neshamar og náddu inn higar við egnari hjálp. Á Neshamri kom smiðju­mað­ urin umborð aftur, og nú avgjørdi hann bara at koma við okkum til útróðrar, so hann veruliga kundi ”kekka” maskinuna. Hans Jacob tosaði við unnustu sína, Onnu, áðrenn vit loystu aftur á Hamrinum, og tað gjørdi bátseigarin eisini, sum stóra myndir vísir. Hin 83 ára gamli segði konuni, hvussu gingist hevði, men legði aftrat, at vit ætlaðu at loysa aftur, og at hann helst gjørdist seinur aftur til húsa. Nú høvdu vit mist vestfalls­ kyrrindini, sum vit annars væntaðu at fáa um 14-tíðina. Á veg útaftur riggaði smiðju­ maðurin sær eitt snøri til, soleiðis at hann eisini kundi njóta túrin hendan góðveðursdag. Nú bar leiðin norður móti Høgnaboða, har vit ætlaðu at royna bæði á tí grunna og niðureftir kantinum eystureftir. Komnir norður, vóru nakrir fiskar at fáa, og vit fingu eisini nakrar vakrar reyðar uppi á tí grynsta á Høgnaboða. So hvørt, sum vit róku eystur­ yvir, dýpti rættiliga nógv, og á eystfallinum stóðu snørini illa niður, tí so nógv lína var úti. Í dýpinum vóru nakrir blankir og vakrir fiskar at fáa, men ov lítið til at vera liggjandi. Meðan snørið rann niður, tóku vit av og á onkran havhest við króki. Tá ið eystfallið harðnaði, løgdu vit beint norður um Mjóvanes, men hetta gav lítið. Ávegis heimyvir aftur, løgdu vit á Hamragrynnuna heimanfyri Nevið, og vit løgdu eisini á Æðuvíksrivið. Nú var dagurin so nógv liðin, at vit avgjørdu at stevna aftur til lands. Fiskurin skuldi kryvjast og fuglurin skrædlast. Talið gjørdist 150 fiskar og 16 havhestar. Ikki nógv, men heldur ikki einki. Hans Jacob var ”fit for fight” á øllum túrinum, og hann var ikki troyttari enn vit aðrir, tá ið vit um 19-tíðina løgdu at landi aftur í Oyrunum á Toftum. At vit høvdu smiðjumannin umborð, var ein fyritreyt fyri hesum seinnapartinum á floti. Hevði maskinan hug at ”vrøvla”, var næstan nóg mikið, at Søren S. Danielsen vísti seg í maskinrúminum! Tað skuldi nevniliga vísa seg, at torført var at finna út av, hvør veruligi trupulleikin við brennioljuni var. Sum dagarnir gingu, gjørdist greitt, at orsøkin til trupulleikarnir vóru nakrar plastik-spønir, sum vóru endaðar inn í nýggju plastik-tangunum, sum settir eru í bátin, nú hann er longdur. Hetta var ein frálíkur snøris­ túrur, bæði til likams og sálar, bæði fyri okkum yngri og fyri Hans Jacob á Gadd, sum ágrýtin og við hepni stóð við snørið allan hendan dagin. Páll Højgaard og Søren Svenning Danielsen eru á veg heimaftur í bátinum Trúgva Fiskur hevur tikið, og nú stendur á. Hetta er líka spennandi hvørja ferð