fríggjadagur 11. august 2006síða 34
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 153 - 11. august 2006
34 vikuskifti
Eingin ósemja um
evolutiónina
Í dag er eingin ósemja millum
lívfrøðingar um evolutións
læruna. Evolutiónslæran er
læran um at allar livandi verur
eru stæddar í støðugari broyting,
og laga seg eftir umhvørvinum,
og at tær sum hava størstu
framgongdina til at fáa
eftirkomarar eru tær, sum verða
við yvirlutan og bera ættina
víðari.
Evolutiónslæran verður til
Charles Darwin (1809 – 1882)
var kring knøttin í árunum 1831
til 1836, sum náttúrufrøðingur
við bretska kanningarskipinum
Beagle. Á hesi ferð hevði hann
bitið merki í at í øllum plantu- og
djórasamfeløgum eru frábrigdi.
Tað er at tvey eintøk av somu
plantu ella av sama djóri, eru í
ongum føri heilt eins. Ein ávís
variatión vísir seg altíð at liggja
fyri, og er tað henda variatión
sum verður brúkt, tá djór og
plantur verða domestiseraði. Við
í ætt eftir ætt at velja ella velja
frá ávís frábrigdi, ber til at broyta
eginleikarnar hjá plantum og
djórum. Tað er á henda hátt vit
hava bøtt um eginleikarnar á
korn- og djórasløgum, so nógv at
upprunasløgini illa eru at kenna
aftur.
Ein dagin, Charles Darwin
sat og las í bókini hjá bretska
prestinum og búskaparfrøðing
inum Malthus (1766 – 1834), um
fólkavøksturin, har hann sigur
at ein fólkabólkur altíð vil nøra
seg skjótari enn tilfeingið av
føði, gjørdist hann greiðir um at í
stríðnum fyri lívinum, hava verur
við fyrimunarligum frábrigdum
lindi til at verða varveittar, og
tær við negativum frábrigdum
lindi til at hvørva. Og tískil
verða frábrigdini sjálvi varveitt
ella hvørva. Úrslitið gerst at ein
nýggj vera so líðandi verður til.
Komin til beint somu niður
støðu var A. Russel Wallace
(1823 – 1913), sum tá var
staddur á Molukkoyggjunum í
fjareysturi, har hann savnaði djór
og plantur til søvn í Bretlandi.
Hann sendi Darwin bræv
hesum viðvíkjandi og gjørdist
úrslitið at evolutiónslæran, so
sum vit kenna hana í dag við
smávegis ískoytum. Hon varð
almannakunngjørd samstundis
av Darwin og Wallace 1. juli í
1858 í Linnean Socity í London.
Hvørki Wallace ella Darwin vóru
persónliga hjástaddur. Wallace
var í Nýguinea har hann leið
hungur, samstundis sum hann
var við at verða etin upp av
skordýrum. Darwin hevði tað
heldur ikki lætt henda dagin.
Hann gravsetti yngsta sonin
Charles sum altíð hevði verið
heilsuveikur, og sum nú var
deyður í skarlaksfepuri.
Evolutiónslæran hvílir
á tryggum grundstøði
Einfalda grundstøðið undir
evolutiónslæruni er tað sum
oman fyri er greitt frá og í dag er
eingin lívfrøðingur, sum ivast í
at grundstøðið er rætt. Smálutir
vil altíð ósemja vera um, men tað
er so at bøtt verður um ástøðið.
Ivin er líka lítil sum hjá einum
stjørnufrøðingi um at jørðin
melur um sólina og ikki øvugt.
Tá tað varð sagt í sínari tíð søgdu
fólk: “Men vit síggja jú hvønn
dag við egnum eygum, at sólin
melur um jørðina!” Og vox
pópuli, vox Dei. Men so er ikki
í vísindini. Har verður eitt ástøði
at falla um tað ikki kann standa
sína roynd. Her er ástøðið bert
styrknað sum tíðin er liðin, og er
í dag tryggari og betri stuðlað av
royndum enn nakrantíð.
Hvussu evolutiónin
skapti eygað
Ein ofta reistur spurningur er
um hvussu tað kann bera til
at at evolutiónin kann skapa
ein so samansettan kroppslut
sum eygað. Eygað hevur av
kreationistum verðið brúkt sum
prógv fyri at aftanfyri skapanina,
má vera ein alvísur gudur, ið
stýrir øllum.
Tá Darwin skrivaði “The
Origin of Species” (1859)
var hann fyrireikaður til
slíkar atfinningar og skrivaði
serligt kapittul um meinbogar
sum vóru í ástøðinum. Júst
til eygað brúkti hann serliga
nógv pláss. Fyrst við at siga
at hann viðgongur at tað at
hugsa sær at eygað er skapað
av evolutónini er órímiligt, og
í næsta andadrátti at tað er tað
als ikki, og fer undir at greiða
frá hví at so er. Útgangsstøðið er
mest einfalda eygað hann kundi
hugsa sær. Eina nervu kringgird
av litkyknum og vard av
gjøgnumskygdum vevnaði. Eitt
slíkt frumeyga kann hugsast at
vera sprottið úr einum einstøkum
bletti av ljósviðkvomum kyknum,
hvørs uppgáva bert hevur verið
at skilja ljós frá myrkri.
Semja er í dag um at evolutión
in saktans kann hava ment eitt
eyga, og flestu lívfrøðingar meta
at hon hevur gjørt tað ikki bert
eina ferð, men millum 40 og 65
ferðir.
Dan Nilsson, professari í
zoologi á lærda háskúlanum
í Lund, er ein av teimum sum
saman við arbeiðfelaga sínum
Susannu Pelger, doktara, heva
granskað eygað, og hava tey víst
at evolutiónini bert tørvar fá
hundratúsundtals ættarlið, til at
ala fram eitt framkomið eyga úr
einum ljósviðkvomum húðbletti.
Og tað er stutt tíðarskeið í
evolutionerum høpi. Ósemjan,
um tað kann kallast ósemja, snýr
seg bert um, hvussu ofta eygað
er íkomið av nýggjum. Víst
verður á, at eyguni eru so ymisk
og kann tað benda á at tey eru
íkomin sjálvstøðugt fleiri ferðir.
Vegurin sum Dan Nilsson
og Susanna Pelger hava víst á
gongur frá einum ljósviðkvom
um húðbletti til eitt eyga við
linsu. Treytin er at hvørt stig á
leiðini gevur eitt eyga, sum betur
og betur dugir at síggja smálutir
í umhvørvinum. Um evolutiónin
hevur loyst ein trupuleika, men
ein onnur loysn vildi veri betur,
kann hon einki gera, um betra
loysnin krevur at farið verður
eftir hæli. Evolutiónin fær ikki
bakka. Tað er tí at vit noyðast
at dragsast við blinda blettin.
Tá er eygað á høggislokkinum
snildisligari gjørt. Teir hava
ongan blindan blett.
Eygað vánaliga sniðgivið
Frank Zindler, fyrrverandi
professari í lívfrøði og jarðfrøði
staðfestir:
“Sum kroppslutur mentur
gjøgnum sjálvsøknum snaringum
og snúvningum av evolutionerari
gongd, ber til at lýsa
mannaeygað. Sum kroppslutur
sniðgivin og skaptur av einum
alvísum gudi, er mannaeygað
ófyrigeviligt. Tí, ólíkt eyganum
á ryggleysum djórum, er
mannaeygað bygt á ein heilt
ótrúligan feil: sjónhinnan er
rangsnúgvin. Hjá høgguslokki
hinvegin, venda ljósmóttakandi
kyknurnar frameftir, móti
ljóskelduni. Ljósmóttakandi
kyknurnar, tær sonevdu stavar
og tappar, í sjónhinnuni á
manni venda aftureftir, frá
ljóskelduni. Hvat ið enn verri er,
nervatrægrirnir, sum skulu bera
boðini frá sjónhinnuni til heilan
eru frammanfyri ljósmóttakandi
kyknurnar og darva ljósinum í
at røkka móttakandi kyknunum.
Bert ein gudsspottari kann finna
uppá at siga, at slík sniðgeving er
guddómlig!”
Her ber illa til at tosa um
vitborna og enn minni um
guddómliga sniðgeving.
Eygað og evolutiónin
A. Guttormur
Djurhuus
Wallace
Charles Darwin
A. Mannaeygað sniðgivið so sum høgguslokkaeygað,
vildi gjørt eygað munadyggari.
B. Eygað so sum tað í veruleikanum er, við
nervatrægrum og blóðæðrum, sum snúgva seg aftur
og fram á innsíðuni á sjónhinnuni, og við blinda
blettinum, har sjónnervin fer út úr eyganum.