Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-08-11, síða 35
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. august 2006síða 35

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 153 - 11. august 2006 35 vikuskifti 35 Hóast vit kenna Una sum ein rættan bluestónleikara, so vísur hann eina aðra síðu av sær sjálvum í nýggju útgávuni. Uni hevur skrivað løg til yrkingar hjá langabba sínum, Nyholm Debess, og úrslitið er ein einføld, væl spæld fløga Fløguummæli Rókur Jákupsson Jakobsen rokur@sosialurin.fo Tað er rættiliga torført at um­mæla eina fløgu, sum inni­ heldur gamlar yrkingar og nýggja tónleik. Yrkingarnar hjá Nyholm Debess eru rættiliga fólksligar. Tvs. at hetta er ikki abstraktur og torskildur skaldskapur, men heldur er talan um lættar yrkingar, sum snúgva seg um náttúru, kærleika, deyða, gleði og sorg. Uni hevur lagt seg eftir at skriva tónleik, sum hóskar seg til tílíkar lættar yrkingar. Løgini eru einføld og løtt, og hetta hóskar rættiliga væl. Onkrastaðni tykist tað, sum um Uni kroystir orðini inn í løgini, men sum heild er hann sloppin væl frá tónleikinum. Lagið “Gangi Eg” er ein sannur oyrafangari. Hetta er eitt vallaralag, og lagið verður sitandi leingi í mínum oyrum. Fjórða skerðingin á fløguni “Um Syftusøku” er eitt avbera vakurt lag, har ið Uni (saman við Búa Egasson Dam) hevur skrivað eitt perfekt lag til yrkingina. Lagið er so syrgiligt, og tykist at innihalda so nógva pínu, at tað riggar heilt væl til tí døpru yrkingina. Heit ljóðmynd Afturat sær hevur Uni nakrar dugnaligar tónleikarar. Teir framføra tónleikin aukustiskt, og hetta klæðir tónleikinum væl. Tónleikurin er heitur og inniligur, og tað hoyrist at tað mesta (kanska alt?) er innspælt “live”. Hetta ger at tónleikurin fyrikemur livandi og heitur, og hetta er avgjørt ein av styrkjunum í fløguni. Ljóðmyndin á fløguni er sera vøkur. Finnur Hansen hevur ljóðblanda fløguna, og hetta er hann sloppin væl frá. Heiðrik á Heygum hevur snikkað húsan til, og úrslitið er frálíkt. Tá ið tú letur húsan upp, trínur tú inn í ein gandakendan heim. Hesin heimur teknar eina heildarmynd av øllum tónleikinum, og er samstundis við til at gera fløguna til eitt fullfíggjað konsept. Veikleikar í sanginum Hóast Uni Debess er ein frálíkur gittarleikari, so er enn eitt sindur á mál hvat ið sanginum viðvíkur. Hann rakar tónarnar og alt tað, men hansara tulking er alt ov veik. Eisini má hann royna at fáa fleiri “gear” í røddina. Um hann syngur ein dapran tekst, ella ber fram eina glaða yrking, so er klangurin á røddini hin sami. Hetta er stak óheppið fyri heildina á fløguni. Tónleikurin stendur sera veikur, tá ið tulkingin ikki er nóg góð. Tá ið tulkingin ikki er heilt gjøgnumførd, tykist tónleikurin líkaglaður. Eg eri tó vísur í, at Uni als ikki er líkaglaður við yrkingarnar. Men eg má viðganga, at eg meti sang-framførsluna standa ov veika á fløguni. Tó so, onkrir glottar eru at hóma. Í lagnum “Um Syftusøku” rakar Uni eina sera góða tulking. Her hoyrir tú, hvussu langt tónleikurin kann lyftast upp av eini inniligari sangframførslu. Samanumtikið haldi eg, at “Gangi eg” er ein góð fløga. Tá ið eg fari so illa við sang­fram­ førsluni hjá Una, er tað tí, at eg meti Una verða ein sera dugnaligan tónleikara, sum kann menna seg enn meir. At skriva løg til yrkingar hjá langabba sínum, er helst ongin løtt upp­ gáva, men Uni hevur megnað at innspælt eina vakra fløgu, sum vísur okkum at Uni dugur annað enn at spæla blues. Endiliga kom fløgan hjá bólkinum “Marius” í sølubúðirnar. Hetta er framsøkin rokktónleikur, sum Marius borðreiðir við. Tónleikurin er vælstoyptur, stílreinur, og sum heild er hetta ein góð og týdningarmikil fløga Fløguummæli Rókur Jákupsson Jakobsen rokur@sosialurin.fo Tað fyrsta tú leggur merki til tá ið tú leggur fløguna í fløguspælaran er, at ljóðið er reint og gott. Sum ikki eina ferð, er tað Óli Poulsen sum hevur tikið sær av ljóðblandingini, og hesum er hann sloppin heilt væl frá. Tó haldi eg, at føroyskir bólkar eru spakuliga farnir at ljóða í so eins – hetta tí at Óli ljóðblandar bróðurpartin av tí tónleiki sum verður útgivin her heima. Hetta er eitt sindur troyttandi, hóast eg ikki skal sáa nakran iva um hansara dygdir. Hann er tann besti til slíkt arbeiði, men tað hevði fjálga um tónleikin, um onkrir bólkar leitaðu aðrar leiðir. Men sum sagt, ljóðið er frálíkt. Gott handverk Bólkurin er mannaður við heilt dugnaligum tónleikarum, og hesir litað tónleikin væl. Fløgan er á tremur við spennandi hugskotum sum halda spenninginum uppi. Tá ið tónleikurin skal verða harður, verður hann spældur harðliga og ágangandi uppá tann feita mátan. Eisini hava tónleikararnir fult tamarhald á teimum stillu brotunum. Tónleikararnir sleppa sum heild sera væl frá handverkinum, og tú merkir, at hetta er ein bólkur, sum dregur eina línu. Talan er um nútímans rokk­ tónleik, og eg haldi at eg kann siga, at oddamaðurin, Hans Marius, ikki longur er eitt talent. Hann er nú ein búgvin sangari, lagsmiður og gittarleikari. Við løgum sum “Straight Lines” og “The Sky Is Our Home”, vísur hann veruliga klassa. Serliga er “The Sky Is Our Home” besta boðið uppá eina komandi landaplágu. Hetta vistu vit longu tá ið Marius vann GBOB kappingina, men nú er lagið endiliga upptikið og útgivið. Eisini er Hans Marius ein frálíkur sangari, og hetta hoyrist serliga í lagnum “Straight Lines”. Fyri mítt viðkomandi er hæddarpunktið á fløguni, ómetaliga vakra lagið “Waves”. Lagið hongur sera væl saman, og instrumenteringin er feit. Sum rosinan í pylsuendanum er gittarsoloin heilt einastandi vøkur. Lurtarin fær eisini høvið at hoyra gamla Flux klassikaran “Mr. Headless” í einum nýggjum hami. Nú er lagið friðarligt og mestsum aukustiskt, og hetta er kanska meiri eitt skemtingarsamt og nostalgiskt innslag enn nakað annað. Í hesum lagið, haldi eg meg hoyra ávísar villir í kassagittar spælinum. Løgið at tílíkt ikki verður beint burtur, tá ið so stórur dentur annars verður lagdur á eina reina og ruddiliga ljóðmynd. Imponerandi debut Hóast talan er um eina debutútgávu, so eru tónleikarirnir í Marius nakrir royndir harrar. Tú hoyrir at hetta eru menn, sum eru vanir at arbeiða við tí dynamiska partinum av tónleikinum. Og júst tann dynamiski tónleikurin er gjøgnumgangandi á fløguni. Løgini vaksa og minka nógv, og hetta heldur eisini lurtaran vaknan á ein góðan hátt. Hetta er ein imponerandi debutútgáva, hóast tey trý “The Sky Is Our Home”, “Straight Lines” og “Waves” eru nógv tey bestu løgini (haldi eg), so er støðið á allari fløguni rættiliga høgt. Har eru ikki so nógv sveiggj í dygdini, og er hetta eitt frálíkt tekin. Marius er ein spennandi bólkur, sum allarhelst gongur eini bjartari framtíð í møti. Hans Marius Weihe Ziska: Sang, akk. gittar og el. gittar Jens Pauli Joensen: Trummur og slagverk Niels Jákup í Jógvanstovu: Bass og jx-3p synth Heðin Ziska Davidsen: El. gittar, akk. gittar, forritan, soft synth og klaver Knút Háberg Eysturstein: Klaver og syntar FAKTA Uni Reinert Debess – Gangi Eg Marius – the sky is our home Uni Reinert Debess: Akk. gittar og sang Búi Egason Dam: Akk. gittar og el. gittar Edvard Nyholm Debess: Bass Rógvi á Rógvu: Trummur og slagverk Annika Nielsen: Fiól Finnur Hansen: Harmonika, floytir, kór, akk. gittar, tangentar Malan Thomsen: Kór FAKTA