fríggjadagur 11. august 2006síða 36
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 153 - 11. august 2006
36 vikuskifti
Í hesi grein verður greitt
frá stríðnum millum
amerikumenn og bretar,
Frælsisyvirlýsingini,
fyritreytunum fyri
teirri amerikonsku
stjórnarskipanini og
tilevningini av teirri
nýggju skipanini.
Eisini verður víst á,
at tann amerikanska
stjórnarskipanin hevur
havt stóra ávirkan á
stjórnarskipanir kring
heimin
Ónøgd niðursetufólk
Byrjanin til ta amerikonsku
sjálvstýristilgongdina skal
síggjast í ljósinum av, at bretar
mettu, at tað var neyðugt at
skatta koloniirnar fyri at kunna
fíggja umsitingina av teimum.
Bretska krúnan legði eina
røð av skattum á koloniirnar,
men mótstøðan var hørð og
umfatandi. The East India
Company fekk einarætt frá
bretsku stjórnini at flyta te úr
Kina beinleiðis til síni umboð
í Amerika, og hetta førdi við
sær, at niðursetuhandilsmenninir
ikki fingu lut í hesum lønandi
handli. Tann 16. desember í 1773
skipaðu nøkur niðursetufólk
fyri sokallaðu “Boston Tea
Party” sum eitt mótmæli ímóti
bretsku atferðini. Hetta gjørdist
byrjanin til harða stríðið millum
niðursetufólkið og bretsku ta
stjórnina. Bretar kravdu frið og
landaskil, men amerikumenn
kravdu frælsi.
Frælsisyvirlýsingin og
kríggið við bretar
Í september í 1774 varð stevna
hildin í Philadelphia, sum
nevndist First Continental
Congress. Allar koloniirnar
uttan Georgia sendu umboð
til stevnuna. Endamálið
við stevnuni var at bøta um
sambandið við ta ensku stjórnina,
men hetta eydnaðist ikki, og
í apríl mánaði í 1775 vóru
niðursetufólk í Massachusetts í
bardaga við bretar við Concord
og Lexington. Kollveltingin
var byrjað. Stríðið spjaddist
og uppreistur var veruleiki, og
krav um fullveldi varð endaliga
orðað 4. juli í 1776 í tiltiknu
Frælsisyvirlýsingini (Declaration
of Independence), ið staðfesti
natúrrættindi hjá mannaættini
og fullveldið hjá teimum
amerikonsku statunum. Thomas
Jefferson orðaði yvirlýsingina,
sum í stóran mun er grundað á
tey politisku ástøðini hjá enska
heimspekinginum John Locke.
Frælsiskríggið vardi longri enn
væntað. Tað byrjaði 19. apríl í
1775 og endaði 19. oktober 1781,
tá ið Lord Cornwall við heri
sínum gav seg yvir í Yorktown,
Virginia. Bretar, sum eisini vóru
í kríggi við fleiri evropisk lond,
máttu lúta fyri frælsishugaðu
niðursetufólkunum. Í 1983
viðurkendi Bretland fullveldið
hjá teimum 13 koloniunum.
Samgongusáttmálin
Meginlandsstevnan (Continental
Congress), sum var sett saman
av umboðum frá øllum statum,
viðurkendi í november í 1777
Articles of Confederation, ið
komu í gildi í mars 1781 eftir
at statirnir høvdu góðtikið
skjalið. Samgongusáttmálin
ásetti sambandið millum
einstøku statirnar og nýggju
meginstjórnina. Sáttmálin
staðfesti, at statirnir vóru sjálv
støðugir og at meginstjórnin
einans var ein miðil hjá statunum
at ráða og stýra í samstarvi
(sokallað konfederatión).
Óttin fyri eini sterkari megin
stjórn, eins og tann bretska, er
endurspeglaður í samgongu
sáttmálanum. Alt valdið var hjá
kongressini, sum var sett saman
av umboðum frá statunum.
Tann nýggi sáttmálin og tann
nýggja stjórnin hóvdu sínar
veikleikar. Eingin forseti var,
einki tjóðardómsvald var, og
kongressin hevði ikki rætt at
áleggja skatt, men noyddist at
biðja um pening frá statunum.
Tingið hevði heldur ikki
rætt at stýra handli. Tað var
næstan ómøguligt at bøta um
veikleikarnar, tí broytingar
kundu einans fremjast, um allir
trettan statirnir atkvøddu fyri
broytingunum.
Tørvur á eini
nýggjari skipan
Krøv um broytingar var úrslit av
eini maktarleysari meginstjórn og
búskaparkreppu í 1780-árunum.
Fleiri politiskir leiðarar mettu, at
trupulleikarnir í 1780-árunum
vóru úrslit av veikleikunum
í samgongusáttmálanum,
serliga vantandi evnini hjá
meginstjórnini av fáa skil í lag í
fleiri statum. Um støðuna segði
James Madison:
“That our governments are too
unstable, that the public good is
disregarded in the in the conflicts
of rival parties, and tha measures
are too often decided, not
according to the rules of justice
and the rights of the minor
party, but by superior force of
an interested and overbearing
majority.”
Sambært Madison, sum av
fleiri verður mettur at vera
faðir at teirri amerikonsku
stjórnarskipanini, og øðrum
var loysnin at seta eina nýggja
meginstjórn á stovn og at smíða
eina nýggja stjórnarskipan. Hann
metti, at neyðugt var at seta á
stovn eina sterka samveldisstjórn,
men hann bar ótta fyri, at ein
sterk samveldisstjórn kundi
misnýta valdið og fremja
ágang ímóti borgarunum. Tí
var neyðugt, í teirri nýggju
skipanini, at tryggja, at valdið
ikki varð miðsavnað. Fyri at
forða fyri valdsmiðsavnan og
valdsmisnýtslu, skuldi tann
politiska skipanin býtast í
tríggjar partar: tað lóggevandi,
útinnandi og dømandi valdið.
Eitt slíkt valdsbýti var alneyðugt
sambært Madison. Í hesum
sambandi er hóskandi at
endurgeva hesi beinraknu og
kendu orð Madisons úr The
Federalist Papers (nummar
51):”If man were angels, no
government would be necessary.”
Stjórnarskipanarstevnan
í Philadelphia
Í 1786 bjóðaði Virginia statunum
til stevnu í Annapolis fyri
at endurskoða og betra um
handilsviðtøkur. Umboð frá
einans fimm statum møttu upp.
James Madison og Alexander
Hamilton vóru millum umboðini.
Seinni høvdu hesir avgerandi
ávirkan á stjórnarskipanarsmíðið.
Stevnan samtykti at kalla
saman til stevnu árið eftir í
Philadelphia. Tólv av trettan
statum møttu upp í mai mánaði
í 1787. Nógv vitborið fólk var
savnað. Nógvir høvdu høga
útbúgving og fleiri dugdu væl
latín og grikskt. Stevnan varð
hildin, fyri afturlatnum hurðum,
frá mai til september. Høgt virdu
leiðararnir Benjamin Franklin
og George Washington tóku lut
í stevnuni; og var Washington
einmælt valdur til stevnuforseta,
men veruliga leiðslan kom frá
einum lítlum bólki av ídnum
tjóðskaparmonnum: Alexander
Hamilton frá New York, James
Madison frá Virginia og James
Wilson frá Pennsylvania.
The Great Compromise
Ta fyrstu vikuna legði Edmund
Randolph frá Virginia uppskot
fram, sum James Madison hevði
tilevnað, við broytingum, sum
kundu koma ístaðin fyri ta
veiku samgonguna av statum
og seta á stovn eina dygdargóða
meginstjórn heldur enn at
endurskoða samgongusáttmálan
(Articles of Confederation).
Umboðini vóru samd um at
skifta orð um uppskotið, ið
nevnist Virginia-ætlanin.
Endamálið við ætlanini var at
skapa eina sterka meginstjórn.
Lóggávutingið skuldi hava vald
at kolldøma statslógir. Nýggja
stjórnarskipanin skuldi geva
stjórnini størri myndugleika
yvir statunum og fólkinum.
Stjórnarvaldið skuldi býtast í
Rúni
Rasmussen
Frá frælsisyvirlýsing til nýggja
Tinghellukronikkin