fríggjadagur 11. august 2006síða 37
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 153 - 11. august 2006
37
vikuskifti 37
stjórnarskipan
tríggjar sjálvstøðugar deildir:
lóggávudeild, útinnandi deild og
dómsdeild.
Teir smáu statirnir góðtóku
ikki Virginia-ætlanina, tí teir
bóru ótta fyri, at áhugamál
teirra fóru ikki at verða røkt.
Sambært Virginia-ætlanini átti
umboðanin í lóggávutinginum
at verða avgjørd av skattaupp
hæddini, sum bleiv rindað
til meginstjórnina. William
Paterson úr New Jersey legði
fram, umboðandi smáu statirnar,
eitt alternativt uppskot til tess
at varðveita sterka leiklutin hjá
statunum. Alternativið verður
kallað New Jersey-ætlanin.
Allir statir skuldu, sambært upp
skotinum, hava somu umboðan
í einum eittkamar tingi. Hetta
uppskot fekk ikki undirtøku,
men smáu statirnir høvdu tó nóg
nógvan stuðul til tess at fáa í
lag eina neyðloysn viðvíkjandi
spurninginum um umboðan í
lóggávutinginum. Ein nevnd
varð vald til at loysa ósemjuna,
og úrslitið gjørdist The Great
Compromise. Sambært hesum
uppskoti skuldi umboðanin
í umboðsmannatinginum
verða grundað á fólkatalið í
statunum, meðan umboðanin
í senatinum var líka hjá øllum
statunum, nevniliga tveir
senatorar hvør. Nógvar aðrar
ósemjur vóru, og fleiri aðrar
neyðsemjur vóru gjørdar áðrenn
stjórnarskipanaruppskotið varð
latið úr hondum í september í
1787. Eftir at New Hampshire
sum nýggjundi staturin
góðkendi stjórnarskipanina, kom
hon í gildi 4. mars í 1789.
Orðaskiftið og The
Federalist Papers
Tá ið stjórnarskipanin varð
latin statunum til góðkenningar,
byrjaði eitt stórt alment orða
skifti. Tey, sum vóru ímóti
stjórnarskipanini, nevndir
antifederalistar, mettu, at nýggja
stjórnarskipanin tók ov nógv
vald frá einstøku statunum
og gjørdi samveldisstjórnina
alt ov sterka, so at persónliga
frælsið, ið tey høvdu stríðst fyri,
fór at koma í vanda. Til tess at
koma hesum ákærunum til lívs,
lovaðu federalistarnir, teir, sum
stuðlaðu stjórnarskipanini, at
staðfesta hesi frælsisrættindi
eftir at nýggja stjórnarskipanin
var staðfest. Úrslitið gjørdist
tey fyrstu tíggju ískoytini
til stjórnarskipanina, nevnd
Bill of Rights, og komu hesi
í gildi 15. desember í 1791.
Besta próvførslan fyri teirri
amerikonsku stjórnarskipanini
er savnað í The Federalist
Papers, ið var ein røð av
greinum, sum vóru prentaðar
í bløðum í New York frá
oktober 1787. Greinarnar vórðu
skrivaðar undir dulnevninum
Publius. Høvundarnir vóru
Alexander Hamilton, James
Madison og John Jay, sum
høvdu havt stóra ávirkan í
stjórnarskipanarsmíðinum og
vóru ídnir talsmenn fyri teirri
nýggju stjórnarskipanini. The
Federalist Papers vísir ikki bara,
hvussu stjórnarskipanarsmiðirnir
fataðu skipanina, tá ið teir
skrivaðu hana, men eisini hvussu
fólkið í USA fataði nýggju
grundleggjandi lógina, tá ið tey
góðkendu hana. The Federalist
Papers er ein framúrskarandi
greining av teirri amerikonsku
stjórnarskipanini, ið ikki
finnur sín líka, og sum avgjørt
hevur uppiborið sítt pláss sum
klassikari innan politisk ástøði.
Ávirkan av teirri
amerikonsku
stjórnarskipanini
Teir amerikonsku stjórnarskip
anarsmiðirnir evnaðu til eina
skipan, sum var eitt gjøgnumbrot
í áhaldandi stríðnum fyri frælsi.
Tann amerikanska stjórnar
skipanin hevur havt stóra ávirkan
á sera nógvar stjórnarskipanir
kring heimin.
Eyðsæð er, at einki land
merkti avleiðingarnar av
kollveltingini so beinleiðis
sum Frakland gjørdi. Nógvir
heryvirmenn tæntu í Amerika
um tað mundið og fingu íblástur
hertænastuni. Nevnast kann tann
ungi Marquis de Lafayette, vinur
Washingtons, sum, eftir at hava
stríðst í Amerika, kom heim til
Fraklands við einum ynski um
frælsi og eini republikanskari
sannføring. Hann var ein
av teimum, ið stríddist fyri
frælsi og javnrættindum í
Fraklandi. Í 1789 varð Manna
rættindayvirlýsingin samtykt
í Fraklandi, og staðfesti hon
politisk og borgarlig rættindi. Í
september í 1791 fekk Frakland,
eftir eina ógvusliga kollvelting,
sína egnu stjórnarskipan, sum
m.a. avmarkaði valdið hjá
kongi. Thomas Jefferson
rættaði eina kladdu av fronsku
Mannarættindayvirlýsingini frá
1789, sum verður mett at vera
eitt av teimum týdningamiklastu
mannarættindaskjølum, sum
eru skrivað. Hetta er bert eitt av
fleiri dømum um ta amerikonsku
ávirkanina á franska
stjórnarskipanarsmíðið.
Tann amerikanska stjórnar
skipanin gav ikki bara íblástur
til onnur lond um tað mundið, tá
ið skipanin varð sett á stovn. Í
meira enn tvær øldir hevur tann
amerikanksa stjórnarskipanin
ávirkað og givið íblástur til
stjórnarskipanir í óteljandi
londum. Føroyingar kunnu eisini
fáa íblástur frá amerikonsku
stjórnarskipanini í sambandi við
arbeiðið at smíða eina nýggja
føroyska stjórnarskipan, sum
kann veita støðugleika og virkni.
Føroyingar kunnu eisini fáa íblástur
frá amerikansku stjórnarskipanini í
sambandi við arbeiðið at smíða eina
nýggja føroyska stjórnarskipan, sum
kann veita støðugleika og virkni
Teir amerikonsku stjórnarskipanarsmiðirnir evnaðu til eina skipan, sum
var eitt gjøgnumbrot í áhaldandi stríðnum fyri frælsi