Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-08-14, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. august 2006síða 7

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 154 - 14. august 2006 Børnini aftur á vegunum Í dag byrjaði skúlagongd fólkaskúlans aftur. Tað merkir, at nógv børn aftur eru at síggja á vegunum til og frá skúla – og tað eiga allir bilførarar at hava í huga. Ferðslutrygdin er eitt afturvendandi evni, sum nógv verður tosað um – og sum nóg nógv valla verður gjørt við. Ráðið fyri Ferðslutrygd hevur gjørt eitt stórt arbeiði, m. a. við at býta út keppar til tey smæstu, so tey síggjast í ferðsluni. Í Havn hevur býráðið seinnu árini gjørt nógvar vegbungur við skúlavegirnar til tess at fáa bilførarar at minka um ferðina – og hóast nógvir bilførarar argast inn á hesar bungur, so kunnu vit kortini staðfesta, at tær minka um ferðina, og tað er jú tað, sum er málið. Tað skerst ikki burt, at tað bara er hugburðurin hjá fólki, sum kann skapa størri ferðslutrygd. Hugburðurin til tað at virða øll, sum ferðast í ferðsluni – og í hesum føri hugburðurin til tess at tryggja okkara børnum tryggan skúlaveg. Og hugburðsbroytingar til tað betra eru farnar fram, kunnu vit tíbetu staðfesta. Fyri 20 árum síðani kom kravið um at brúka trygdarbelti í bilinum. Tað hevur heilt vist bjargað nógvum mannalívum. Um sama mundið varð ferðslógin broytt soleiðis, at um tú koyrdi við 30 km/t meira enn loyvt var, so misti tú koyrikortið. Hóast henda regla er linkað seinni, so er hetta tíbetur ein stórur dempari á ferðini á føroysku vegunum. Onkur løgtingsmaður var herfyri frammi við tí uppskotinum, at loyvt skuldi vera at koyra meira enn 80 km/t á ávísum landsvegastrekkjum. Hetta uppskot tykist sera margháttligt – serliga tá tað er framborið av einum av lógarsmiðunum, tí tað er próvfast, at økt ferð skapar størri vanda. Serliga tá vit ikki hava vegir, ið eiga at loyva meira ferð enn 80 km/t – og ikki minst, tí at ein slík ferðaøking als einki sparir í tíð í mun til tann økta vandan, hon skapar. Lat okkum siga, at vit kunnu koyra 90 km/t í staðin fyri 80 km/t á einum vegastrekki upp á 10 km millum Havnina og Skálafjørðin, so spara vit 50 sekund!!! Og siga vit, at vit kunnu økja ferðina allan vegin við 10 km/t, so spara vit kanska einar tríggjar minuttir! Tað sigur seg sjálvt, at slíkt uppskot er høpisleyst! Børnini eru tað dýrasta, vit eiga. Latið okkum hava tað í huga, nú glaðu skúlabørnini aftur síggjast á vegunum! Sosialurin Innsent tilfar Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar. Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum innsendum greinum – annars verða tær ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost ella á diskli. Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Lív Højsted Horsdal horsdal@sosialurin.fo Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Heini Kristiansen heinik@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo !!! Haldarar sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja til 341818 og boða frá, leygardag tó frá kl. 11.00-13.00 Uppseting/prent: Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Mánadagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Týsdagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Mikudagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Hósdagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað­leiðsl­an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. SAMBAND eirikur lindenskov@ sosialurin.fo tlf 341800 viðmerkingar - Vit krevja at fáa eina almenna frá­grei­ð­ing og umbering í hes­um máli - uttan nakað utt­an­umtos - eisini við stað­i­ligari áheitan um, at for­mans­skap­ ur­in vandar sær um, hvat løgtingsfólk kunnu sleingja um seg móti ósekum fólk­ um uttanfyri tinggátt, sigur Gunnleivur Dalsgarð, formaður Starvsmannafelagsins í hvøss um brævi til løgtingsformannin At okkara lóggávuvald verð­ur umsitið við virðing og tign, eigur at vera sjálv­ sagt og bert á hendan kann borg­arin taka tað ar-beiðið, sum tingið ger til sín, sum eitt grundleggjandi støði í øll­um lóggevandi sa­m­fel­ags­ viðurskiftum og sum vit øll í seinasta enda verða fevnd av. Løgtingið sjálvt førir eisini fram, at grundleggjandi fyri at kunna gera eitt dygd­ar­gott arbeiðið er, at karm­arnir um arbeiðið hjá ting­inum, mugu verða góðir og nøktandi,- góð løn, trygg ar­beiðs­við­ur­ skiftir, góð hølir o.a. og her verður sanniliga nýtt nógv orka. Soleiðis átti hugburðurin hjá løgtinginum eisini verið, tá talan er um almennu um­sit­ ing­ini og tey fólk, sum starvast innan hesa. Og tað má verða eitt krav, at løg­ting­ ið vísir hesir fólkum virðing og sóma í teirra mangan tor­ føra og krevjandi yrki. Men her haltar mangan í ólukkumát! Vit hava fleiri ferðir áður gjørt formannsskap­i­num vart við og kært til tykk­ara, tá tingfólk fáa mest­s­um frí­ar ræsur frá løgtings­ins røð­ar­a­palli at leggja eftir og beinleiðis hund­dálka al­menn starvsfólk, uttan at for­­mans­ kapurin sær út til at rætta hond frá síðu til í minsta lagi at átala slík álop. Løgtingsfólk eru sjálvi væl og virðirliga vard innan ting­gátt og kunnu siga og láta sum teimum lystir. Hvønn pol­itiska boðskap hesi vilji hava fram í hvør sínum lagi, verður sjálvsagt teirra egna søk, men vit góðtaka ikki, at tey, fyri at náa hesum, eir­ind­ a­leyst loypa á sakleys starvs­ fólk, sum gera sítt besta og leggja alla orku ís at fáa samfelag okkara virka dag­ liga, júst eftir fortreytum, sum lóggávuvaldið hevur stung­ið út í kortið. Men enn einaferð vórðu vit vitni til, at løgtingsmaður - hesuferð Kjartan Joensen - fríggjadagin 11. august frá løgtingsins røðarapalli, á ein niðurgerðandi og ó­fatu­ liga grova hátt legði eftir al­menn­un starvsfólkum og legði tey beinleiðis undir at skulka frá arbeiði, ikki verða til staðar har tey skulu, fara frá arbeiði tá teim­um lystir og so sannliga eis­ini skuldsetti tey fyri at svika við sjúkrafráveruni. Har­ um­framt legði hesin sami mað­ur eftir læknunum og skuld­setti hesar beinleiðis at falsa við sjúkraváttanum til almenn starvsfólk. Tað er lógartryggjaður rætt­ ur, at sjúkufrávera er lógligt forfall fyri at møta til arbeiðis og at almenn starvsfólk fá løn beinavegin undir sjúku, eru sáttmálavunnin rættindir, sum vit hava goldið fyri undir sam­ráð­ingum. Hetta átti í øllum førum løgtingsfólk at vita! Her er talan um sera ál­v­ ar­­sam­­ar og grov­ar skuld­ setingar, men sum for­mans­ skap­urin lat fara aftur við borðinum uttan nakað sum helst. Og tað beinleiðis skelk­ ar okkum! Vit ákæra tí formannskapin fyri ikki at røkja sínar skyld­ ur á hesum øki! Og er tað eitt sjálvsagt krav, at formannskapurin biður um almenna umbering mótvegis starvsfólkunum í almennari tænastu, fyri hesum grovu og niðrandi álopum frá nevnda løgtingsmanni. Og tað er eisini eitt krav at for­ mans­skapurin er nógv meira vakin , tá løgtingsfólk ikki kunnu bara sær við at loypa á fólk uttanfyri tinggátt, bert við tí endamáli at sníkja síni politisku hjartamál í gjøgn­ um. Vit fara tí at endurtaka, at vit krevja at fáa eina almenna frág­reiðing og umbering í hes­um máli - uttan nakað utt­an­um tos,- eisini við stað­ i­ligari áheitan um at for­mans­ skapurin vandar sær um hvat løgtingsfólk kunnu sleingja um seg móti ósekum fólk­ um uttanfyri tinggátt. Vit góðtaka ikki at líkasælan ræður her ! Løgtingið eigur so sanniliga eisini at vísa almennum starvsfólkum virð­ing og viðurkenning! Vit fara at biðja um at hetta skriv verður flýggjað øll­um løgtingslimum, sam­ stund­is sum vit gera vart við at skrivið er sent øllum fjøl­ miðlum landsins. Krevja almenna umbering frá løgtingsformanninum formaður í Starvsmanna felagnum Gunnleivur Dalsgarð