Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-08-14, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. august 2006síða 6

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 154 - 14. august 2006 9 tíðindi Hanna Ólavsdóttir Jacobsen hevði sín fyrsta skúladag í morgun, tá hon møtti í Kollfjarðar skúla. Tað hevði hon glett seg til leingi Næmingur Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Kollafjørður: Í morgun ætlaði sjey ára gamla Hanna sær at vera í góðari tíð. Saman við foreldrum sínum var hon farin tíðliga frá húsum teirra Norðuri í Sundum, har hon býr. Og Hanna hevur glett seg øgiliga nógv til henda fyrsta skúladagin. - Jú, eg eri øgiliga spent, sigur Hanna. Hon er fámælt í morgun, og vil annars bert gera smærri viðmerkingar við spurna blaðmannin. Saman við foreldrum sínum og lítlu systur síni kemur hon í skúlan sum fyrsti næmingur í morgun. Nú byrjar álvarin! Frammanundan fyrsta skúladegi er týðiligt at nógvir av næmingunum hava roynt at skriva bæði tøl og bókstavir. Sjálv væntar Hanna at henni fer at dáma væl at rokna. - Men mær dámar eisini væl at skriva og lesa, sigur hon. Hon ger seg til reiðar at fara innar í skúlan, har flokslærari hennara, Jón tekur ímóti henni, foreldrum hennara og systrini. Í taskuni hevur hon penalarhús við øllum tí í, sum krevst til ein vanligan skúladag, m.a. litblýantar. Tað vísir seg, at tey skuldu fáa brúk fyri hesum litblýantum longu henda fyrsta skúladagin. Innkomin í flokshølið gevur lærari teirra teimum nevniliga ta fyrstu uppgávuna í skúlatíðini: At tekna seg sjálvi á fyrstu opnini í føroysktbókini “Sóljuni”. Tað er týðiligt at hetta dámar Honnu og hinum næmingunum sera væl. Vinkonan Maria Hanna kennir longu tey allarflestu í flokkinum, m.a. tvær gentur sum eita Trina og Tordis. - Og so er eisini Maria í mínum flokki. Hon er vinkona mín, sum eg spæli við næstan hvønn dag, greiðir Hanna frá. Tær báðar eru hepnar. Nú kunnu tær vera saman bæði í skúlatíðini – og aftaná! Hetta var av sonnum ein góð byrjan. Skúlin er ikki so galin kortini! - Verður undirtøkan ikki størri, enn hon hevur verið, so mugu vit gevast við Føroyarutuni, sigur Knút Lützen, nevndarformaður í Faroejet. Føroyska flogfelagið hevur koyrt við stórum undirskoti, síðani tað byrjaði flúgvingina mitt í mei. Orsøkin er vantandi ferðafólk Flogferðsla Finnur Jensen finnur@sosialurin.fo Nýstovnaða Faroejet fekk ikki ta flúgvandi byrjan, sum flogfelagið vónaði og væntaði. Undirtøkan millum føroysk ferðafólk hevur sera lág, og felagið hevur koyrt við stórum undirskoti. - Tað hevur annars gingið væl við øllum hinum. Flúgv­ ingin og fraktin hava gingið framúr. Vit hava í stórum líki hildið tíðirnar fyri komu og fráferð, og ferðafólkini hava verið stak nøgd. Tey hava bara verið alt ov fá, sig­ur nevndarformaðurin í FaroeJet, Knút Lützen. Viðhvørt hevur flogfarið, sum flogfelagið hevur leig­að, verið at kalla tómt. Aðrar túr­ ar hevur kortini eisini verið fult, men í hesum einstøku førum hevur talan verið um serligar dagar, so sum beint áðrenn ólavsøku. Ferðafólkið má tvífaldast Nevndarformaðurin í Faroejet leggur ikki fingr­ ar­nar ímillum, at vend má koma í, um felagið skal halda fram á Føroyarutuni. - Okkurt má henda skjótt. Verð­ur undirtøkan ikki størri, enn hon hevur verið, so mugu vit gevast á Føroyarutuni. Eitt flogfelag kann ikki koyra við undirskoti, vísir Knút Lützen á. Hann vil ikki nevna nøkur tøl, men hann metir leysliga, at ferðafólkatalið helst skal tvífaldast, áðrenn talið er nøkt­andi. Hetta merkir ikki, at Far­o­ ejet ætlar at takka fyri seg. - Tað góða við einum flog­fari er, at tað hevur veing­ir. Er ikki undirtøka á einari rutu, so flýgur flog­far­ið onkra aðrastaðni, sigur nevndarformaðurin í Faroejet, ið upplýsir, at felagið arbeiðir við fleiri alternativum, so sum øðrum flogrutum, skuldi Føroyarutan dottið nið­ur­ fyri. Skilir ikki vantandi undirtøku Nevndarformaðurin í Far­oe­ jet er rættiliga bilsin av, at und­ir­tøkan hevur verið so lág. - Tað er jú okkum at takka, at kapping aftur er komin á økinum, og at prísurin á ferðaseðlum er minkaður so nógv. Her hugsi eg eisini um ferðaseðilin hjá Atlantic. Eg gangi út frá, at fólk ynskja kapping, men við hetta lag enda vit aftur í monopoli, og tí skilji eg ikki, at føroyingar ikki hava stuðlað okkum, sig­ ur Knút Lützen. Hann leggur afturat, at bæði fólk og ferðaskrivstovur há­lov­aðu nýstovnaða fel­ag­ num, tá tað byrjaði, tí nú fóru prísirnir aftur at koma niður á eitt realistiskt støði. - Og tað er eisini hent, men vit kunnu jú ikki halda fram, tá flogfarið flýgur við dundrandi undirskoti, held­ur nevndarformaðurin í Faroejet. Ferðaskrivstovur gera mismun Hann viðgongur tó, at fel­ag­ ið hevur gjørt nakrar barn­a­ feilir, og at hesir hava havt sína ávirkan. Størsti feil­ur­ in var at gera egna book­ ing­arskipan. Hetta hev­ur gjørt tað meiri trupult enn gott er hjá føroysku ferð­a­ skrivstovunum, ið vanliga nýta altjóða skipanina Am­a­ deus. Og tí hava tey tikið At­lantic Airways framum. - Vit hava hoyrt fleiri dømi frá fólki, at nakrar ferð­a­skrivstovur einans hava nevnt Atlantic Airways, tá fólk hava spurt seg fyri um at keypa ferðaseðil. Orsøkin er sjálvandi ikki illvilji, men at tað er lættari at velja At­lantic, sum er skrásett í Amadeus-skipanini, heldur Knút Lützen, sum kortini væntar, at støðan verður bet­ur um nakrar vikur, tá Faroejet skiftir yvir til Ama­ deus. Sterkan eginpening Hóast Faroejet ikki hevur havt nakra dreymabyrjan, so er eing­in vandi í, at flogfelagið fer á heysin, sambært nevnd­ arformanninum. - Vit hava sterkan eg­in­ pening, 25 milliónir, og vit hava alla tíðina kalkulerað við einum undirskoti fyrsta árið. Men undirskotið kann ikki halda fram. Gongdin má vendast. Og tað má henda skjótt. Fáa vit ikki betur stuð­ul, so mugu vit gevast á Føroyarutuni, sigur Knút Lützen at enda. - Mær dámar væl at rokna Hanna Ólavsdóttir Jacobsen er longu farin undir fyrstu uppgávuna – at tekna seg sjálva á fyrstu síðuna í Sóljuni. Hann dugir væl at tekna og at skriva sítt egna navn Faroejet umhugsar at gevast á Føroyarutu - Tað góða við einum flogfari er, at tað hevur veingir. Er ikki undirtøka á einari rutu, so flýgur flogfarið onkra aðrastaðni, sigur Knút Lützen, nevndarformaðurin í Faroejet, sum hevur havt eina sera vánaliga byrjan. Nú verður umhugsað at flúgva aðrar rutur.