mánadagur 14. august 2006síða 9
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 154 - 14. august 2006
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
magnus gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
tlf 341800 fax 341801
Í dag, mánadagin 14. august,
verður Susan Berghamar í
Keypmannahavn 60 ár.
Susan hevur seinastu 33
árini saman við manni
sínum arbeitt í og út frá
Kristnastovu.
Susan, sum er einabarn, er
ættað úr London. Barnaheimið
var í Hounslow Middelsex,
sum er forstaður til eingilska
høvuðstaðin. Foreldrini vóru
Connie og George Pope.
Hann var úr London, og hon
var úr Hounslow. Pápin var
í hertænastu í báðum heims
bardøgunum.
Susan gekk í sunnudags
skúla í Evangelical Church,
sum var ein av næstu grann
unum. Har fekk hon andaligu
sannføringina, sum hevur
verið altavgerandi týdning
fyri hennara lívskós. Susan
var í tvey ár á Moorland
Bible College í Devon í
Suðuronglandi, og hon tók
gudfrøðiligt prógv á London
Bible College, har hon var
í eitt ár.
Á Moorland høvdu fleiri
føroyingar verið, áðrenn
Susan kom hagar, og fleiri
vóru eftir, at hon hevði verið
har. Eingin føroyingur var á
Moorland samstundis sum
Susan, men hon hevði hoyrt
um føroyingar og Føroyar, áðr
enn hon møtti manni sínum.
Øssur Berghamar var eitt
skifti í London. Tá hittust
tey bæði á ungdómsfundi
í heimasamkomu hennara.
Susan vitjaði í Føroyum
í 1969, og 20. juni í 1970
giftust Susan og Øssur í
heimasamkomu hennara.
Tey búsettust í Havn. Tá
lá tað ikki so ræðið fyri hjá
føroyingum at tosa eingilskt,
sum tað nú ger hjá yngra
fólkinum. Men Susan var
opin og vildi læra føroyska
málið. Tað hevur hon gjørt
so mikið væl, at hon bæði
hugsar og tosar føroyskt,
og hon smæðist ikki fyri
at nýta føroyska tungu, tá
ið hon tekur orðið í stórari
mannfjøld.
Á sumri í 1972 fóru Susan
og Øssur til Danmarkar,
har tey fyrsta árið vóru
í evangeliska verkinum,
Operation Josva, sum við
miðstøð á Fyn virkaði kring
alt landið.
Árið eftir fluttu Susan og
Øssur til Keypmannahavnar.
Tey búsettust á Amager, og
íbúðin á Oxford allé var
fyrsti karmurin um tað, sum
gjørdist kristiliga og sosiala
arbeiðið millum føroyingar í
og út frá Kristnastovu. Í 1979
varð flutt í húsini á Birmavej,
sum Kristnastova framvegis
heldur til í. Seinastu gott og
væl tjúgu árini hava Susan og
Øssur búð á Pallesvej oman
móti Amager strond, har tey
eiga hugnaligt heim.
Susan hevur verið Øssuri
góður stuðul, og tað er ikki
at taka munnin ov fullan at
siga, at tað neyvan hevði
verið nøkur Kristnastovu
í tí líki, sum hetta verkið
myndaðist, um konan ikki
var Øssuri so holl.
Susan og Øssur eiga tveir
synir. Andrew, sum er føddur
í 1971, býr í Måløv. Kona
hansara eitur Sara. Hon er
hálv føroysk og hálv íslendsk
og uppvaksin í Íslandi og
í Esbjerg. Sara og Andrew
eiga fýra børn – Hannah, Eva,
Miriam og Noah.
Kristin Filip, sum er fødd
ur í 1975, býr í Randers.
Hann er giftur Sóley, sum er
úr Klaksvík. Døtrarnar hjá
teimum eru Vanja og Susan.
Susan hevur framvegis
samband við familjuna í
Onglandi, heimasamkomuna
og vinir frá bíbliuskúlatíðini.
Men hon kennir seg sum før
oying, og hon eigur nógvar
vinir í Føroyum. Onkra ferð
ina, tá ið hon hevur nevnt
sína bakgrund og sína støðu
sum føroyskur onglendingur
í Keypmannahavn og møgu
ligan longsul eftir heimland
inum, hevur hon tikið undir
við Rutt, sum í Ruttar bók
1 sigur, “hagar sum tú fert,
hagar fari eg, og har sum tú
búsetist, har búsetist eg; fólk
títt skal vera fólk mítt, og Gud
tín skal vera Gud mín”.
J
Susan Berghamar 60 ár
Tann 6. juli 2006 fekk
Dánjal Petersen, sum fyrsti
føroyingur nakrantíð, eitt
BA Honours prógv í gud
frøði frá Birmingham
Christian College í Ong
landið. Útbúgvingin hevur
tikið trý ár at fullføra.
Høvuðsuppgávuna skriv
aði Dánjal um ungdoms
arbeiði ið verður gjørt
í teimum føroysku sam
komunum. Nú er Dánjal so
liðugur og er fluttur heim
aftur til Føroyar. Dánjal er
sonur Sólbjørg og Ludvík
Petersen í Havn.
BCC birjaði sum ein krist
in skúlið men hevur fingið
eitt samstarv við University
of Wales, soleiðis at teir nú
kunnu geva eina BA honours
grad eftir loknan lestur.
Ímeðan Dánjal hevur búð í
Onglandi, hevur hann eisini
funnið sær eina gentu og
tey skullu giftast í Ebenezer
í Havn 26 august í ár.
Í løtuni ganga tríggir aðrir
føroyingar á Birmingham
Christian College, tey eru;
Janus og Gvøðny Gunnars
son og Høgni Johannesen.
Dánjal Petersen:
BA Honours prógv
í gudfrøði
Dánjal Petersen (v.m.) og Mark, ein av lærarunum á
Birmingham Christian College
Mynd: Gvøðny Gunnarsson
Hósdagin 3. august hevði Sigmar Jacobsen arbeitt í Føroya
Banka í samfull 25 ár. Hetta varð umrøtt í eini grein í
vikuskiftisblaði okkara. Vit prenta her myndina av Sigmari,
sum tíverri lá eftir í umrøðuni.
Hendan fitta myndin av trimum børnum er funnin uttan fyri
Hotel Hafnia í Havn. Tey sum eiga myndina, ella kennast við
børnini, eru vælkomin at seta seg í samband við redaktiónina
á Sosialinum.
Mynd funnin
25 ára starvsdagur
í Føroya Banka