mánadagur 14. august 2006síða 10
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 154 - 14. august 2006
13
Olivur Veihe Sundberg, 84 ár, ættaður úr Porkeri,
andaðist á Østergård Plejeheim í Rude, sunnudagin
13. august. Jarðarferðin verður lýst seinni.
Olaf Johan Olsen á Lava, fer til gravar í morgin úr
Havnar kirkju kl. 13.00.
Andlát og jarðarferðir
Í gjár, sunnudagin 13. august, fylti
Jóhannes Alfred Mortensen 80 ár.
Hann er ættaður úr Svínoy, men hann
hevur nógv størsta partin av lívinum
búð í Klaksvík.
Foreldrini hjá Jóhannesi Alfred vóru
Anna Katrina, sum var úr Ovasta húsi í
Svínoy, og Elisias, sum var ættaður úr
Húsavík. Tey bæði fingu fimm børn
– Hennelina, sum býr í Svínoy, Jóan
Jakku, sum býr í Havnini, Jóhannes
Alfred og Hans Jacob, sum búgva
í Klaksvík, og Anna, sum búði í
Norðdepli. Hon doyði fyri nøkrum
árum síðani.
Elisias bygdi í Lágbø. Men Anna
Katrina var nógv plágað at tuberklum,
og hon var tískil nógv á Sanatorinum.
Børnini vuksu fyri tað mesta upp í
Ovasta húsi hjá mostrini Elisabeth.
Jóhannes Alfred hoyrir til tey stillu í
landinum. Tá ið hann fór úr skúlanum
fyrst undir krígnum, vóru eingir
møguleikar at sleppa burtur. Sum aðrir
ungir dreingir í Svínoy róði Jóhannes
Alfred út við opnum báti. Motorarnir
vóru ikki altíð so góðir, og tá kom tað
væl við at hava so dugnaligar menn at
fáast við motorar, sum Jóhannes Alfred
– hóast hann var rættuliga ungur – var
tað.
Eftir kríggið fór Jóhannes Alfred til
skips við Svínoynni. Jákup hjá Jensi,
sum var ættaður úr Svínoy, og var
bóndi á Viðareiði, førdi hana. Pápi
Jóhannes Alfred, Elisias, var ein av
fleiri svínoyingum, sum plagdi at sigla
við Svínoynni.
Jóhannes Alfred sigldi í fleiri ár.
Hann róði eisini út og arbeiddi í fiski.
Frá 1960 og fram til 1966 búðu
Jóhannes Alfred og familjan í
Hvannasundi, har hann hevði festi í
Britustovu.
Nógvu tey seinnu árini arbeiddi
Jóhannes Alfred innan byggivinnuna.
Hann arbeiddi eitt nú hjá Kanjon og var
við til at byggja fleiri kaiir í Klaksvík, og
so arbeiddi hann hjá soninum Jógvani,
sum hevði egna byggifyritøku.
Jóhannes Alfred giftist í 1950 við
Lydiu fødd Klein og ættað úr Klaksvík.
Tey búsettust í Klaksvík, og tey fingu
seks børn: Hans Hergeir (1951), Anna
Elisa (1952), Jógvan (1955), Leif
(1956), John (1958) og Herdis (1961).
Hans Hergeir, Jógvan og Herdis
búgva í Klaksvík, Anna Elisa býr við
Gøtugjógv, Leif býr í Havn, og John
býr á Toftum.
Lydia doyði í 1993, og Jóhannes
Alfred flutti fyri nøkrum árum síðani
av vestursíðuni og yvir á eystursíðuna,
har hann býr í einari av íbúðunum, sum
eru bygdar til eldri fólk.
Teir tríggir brøðurnir í Ovasta
húsi í Svínoy eru allir sangglaðir,
musikalskir og spældu uppá. Lydia
var eisini musikalsk og góður sangari,
og tí er einki at siga til, at tað eisini
hjá børnunum liggur væl fyri at syngja
og spæla.
Føðingardagin helt Jóhannes Alfred
saman við sínum næstu.
J
Jóhannes Alfred Mortensen 80 ár
Dagurin í morgin
15. august. Mariumessa. Hildin til minnis um
himmalsferð Mariu. Dagurin varð eisini róptur mariumessa
í hoyna. Tendringin um hetta mundið eitur í hoyna. Jákup
Jakobsen doyði hendan dagin í 1918.