mánadagur 14. august 2006síða 11
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 154 - 14. august 2006
15
tíðindi
Heimurin skrivast í manntal í 2010
Tað er ikki fyri at
kenna neyva fólka
talið, at ST heitir
á heimsins lond
um at seta í verk
fólkateljing í 2010.
Endamálið er heldur
regluliga at tryggja
grundina undir
dyggari informasjón
um tey kor, sum hvør
einstakur samfelags
bólkur livir undir
Fólkateljing
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
Hvørt tíggjunda ár ger ST
átøk fyri at fáa øll lond
heimsins at seta í verk fólka-
og bústaðateljingar. Hetta
átakið verður kallað „Census
2010“ - manntal 2010 - og
er tað ein áheitan um at seta
í verk fólkateljingarátøk
millum 2005 og 2014, so
at hagtalsgrundarlagið um
livikor hjá øllum heimsins
fólkum verða dagførd og
sambærligt.
Norðurlond -
elektroniskar skráir
Norðurlond standa yvir
høvur frammalaga, tá um
ræður informasjón um sam
felagskorini og íbúgvarnar.
Verri stendur til aðrastaðir.
Serliga í londum, sum
antin ikki eru før fyri at
fremja fólkateljingar ella
samfelagsinformasjón yvir
høvur. Antin tí tey eru ov fátøk
og illa stødd við útbúgving,
ella tí at ófriður og ruðulleiki
forðar fyri slíkum skipaðum
samfelagsgagnligum átøk
um.
Av norðurlondum standa
danir allarfremst í málinum
um fólkateljingar. Fyrsta
landið í heiminum, ið fekk
upplýsingarnar um fólkið í
elektroniskar skráir, var helst
Danmark, sum í 1981 framdi
sína fyrstu fólkateljing uttan
oyðibløð. Eftir hetta eru
viðurskiftini um familju,
bústað, útbúgving og arbeiði
regluliga skrásett, uttan at
neyðugt hevur verið við
vanligari fólkateljing aftur.
Í hølunum á teimum eru
Finland, Svøríki og nú Noreg
eisini komin so langt áleiðis,
at óneyðugt er við vanligari
fólkateljing, tí eisini har eru
allar týðandi upplýsingar um
borgararnar í elektroniskum
skráum.
Síðani sexti- og sjeyiárini
hava øll norðurlond brúkt
regluligu fólkateljingarnar
til at grunda elektroniskar
skráir, so at hvørt fólkatelj
ingarumfar var alt minni
treytað av at borgararnir
skuldu skriva upplýsingarnar
á oyðibløð. Danir vóru sum
sagt fremstir, og eftir tríati
árum eru øll norðurlond so
komin hagar til, at reglulig
skráseting fer fram um
flestu sosialu viðurskifti
borgaranna og um bústaðir
teirra.
Landsfólkaskráirnar í
norðurlondum eru knýttar
til skráir um bústaðin, um
húskið ella familjuna, skráir
um útbúgving borgaranna,
arbeiðsviðurskifti og inn
tøkur teirra og í summum
londum til upp aftur fleiri
skráir. Á henda hátt verða
fólkateljingar at enda
óneyðugar, tí feskar upp
lýsingar alla tíðina eru tøkar
um viðurskifti borgaranna.
Fyrimunurin við elektr
onisku skráunum er, at tá
er støðugt yvirlit tøkt um
øll týðandi viðurskifti í
samfelagnum, heldur enn
við fimm ella tíggju ára mill
umbilum.
Føroyar spæla ikki við
Danska fólkateljingin í
1976/77 var fyri mesta partin
grundað á elaktroniskar
skráir, men serlig fólkateljing
á oyðibløð var í 1977 framd
í Føroyum. Í 1981 taldu
danir ikki okkum uppí, tí
tær elektronisku skráirnar
umfataðu bara borgararnar
í sjálvum Danmark - ikki
Føroyum og Grønlandi
– tí hagtalsmál eru ikki rík
ismál. Ábyrgdina av sam
felagsupplýsandi hagtalsin
formasjón um Føroyar er
føroyskt málsøki og tað er tí
fult og heilt føroyska fólka
ræðið, sum tekur avgerð
um informasjónin skal vera
á norðurlendskum støði ella
ikki.
Skomm at siga frá - men
síðani danir góvust at skrá
seta hesar týðandi samfelags
upplýsingar, hava føroyskir
myndugleikar ikki tikið upp
sama góða sið. Í danska rík
inum, og tess vegna eisini í
Noreg, hava fólkateljingar
verið regluligar heilt síðani
miðja nítjandu øld, sum hava
lagt grund undir góða fyrisiting
og givið møguleikar at kunna
seg við samfelagskorini hjá
íbúgvum landsins.
Slíkt eyðkennir framkomin
lond - serliga norðurlond.
Sjálvt tilafturskomin
lond
Í dag eru nógv av framkomnu
londunum komin hagar til, at
upplýsingar um viðurskifti
borgaranna eru dagliga tøkar
í KT skipanum, heldur enn
á oyðibløðum, sum savnað
verða saman hvørt fimmta
ella tíggjunda ár. Fleiri lond,
harímillum eystureuropeisk,
hava sett sær sum mál at
lata fólkateljingina í 2010
vera seinastu teljingina á
oyðibløð, og heldur brúka
tøku kunningartøknina til
at fremja hagtøl um sam
felagligu viðuskifti borgar
anna.
Ikki bara framkomin lond,
men eisini lond ið vit meta
vera minni framkomin,
hava sett sær fyri at fáa
slíkt
hagtalsgrundarlag
í elektroniskar skráir í
sambandi við fólkateljing
arátakið hjá ST. Allarflestu
lond í heiminum fremja
fólkateljingar við fimm ella
tíggju ára milumbili, eisini
blóðfátøk og pinkulítil lond
í Afrika og Asia. Haraftrat
eru nógv teirra eisini komin
væl áleiðis við at menna
umfatandi hagtalsligt grund
arlag, sum kann geva teimum
eina haldgóða mynd av
samfelagsviðurskiftunum.
Lond í Eystureuropa eru
somuleiðis væl á leið komin,
tá talan er um at menna
hagtalsgrundarlag
við
nútímans kunningartøkni.
+EYPSSAMTKAN Ó $R *AKOBSENSGTU
&+ Ó $R *AKOBSENSGTU SØKNAST EFTIR
(JÈLPARFØLKI TIL BREY¦SLUDEILDINA
AT BYRJA SKJØTAST TIL BER
6IT SØKNAST EFTIR EINUM RSKUM FØLKI VI¦ GئUM RKISKAPI OG ÈR¦I TIL FAST STARV Ó EINUM HANDLI SUM LÓV ALTÓ¦ ER Ó
!RBEI¦SUPPGÈVUR
!T RKJA STARVI¦ SUM HJÈLPARFØLK Ó BREY¦SLUDEILD OKKARA
!RBEI¦STÓ¦
5M
TÓMAR UM VIKUNA TÓ¦ HARAV ANNAN HVNN LEYGARDAG FYRRAPART
6IT ROKNA VI¦ AT TÞ ERT
q 2KIN
q "LÓ¦LÓGUR AV LYNDI
q «LÓTANDI
q &LEKSIBUL
q 4RÓVIST VL VI¦ NØGVUM OG FJLBROYTTUM UPPGÈVUM
,N
3MBRT 3 + SÈTTMÈLANUM
3END OKKUM NKUR OR¦ UM TEG SJÈLVAN TIL
+EYPSSAMTKAN
Ó $R *AKOBSENSGTU
0OSTSMOGA
&/
4ØRSHAVN
4EL
!TT "O -LLER
&ARTEL
Nú skulu vit finna útav,
hvussu nógv vit eru. Í 2010
skal fólkatalið í heiminum
aftur skrásetast