mánadagur 14. august 2006síða 12
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 154 - 14. august 2006
tíðindi
– Eg kendi ikki Ova
persónliga, bert
ígjøgnum fjølmiðlar
nar, men eftir at hava
lisið minnisritið um
mannin, eri eg ikki
blivin sørt góð við og
hugtikin av honum
sum menniskja.
Hann var raskur,
djarvur, hjartagóður,
familjukærur og
kenslusamur, segði
Hildur Eyðunsdóttir,
tá ið hon setti ova
stevnuna
Ovastevna
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Tað var Hildur Eyðunsdóttir,
býráðslimur í Tórshavnar
kommunu, sum setti ova
stevnuna í ár.
Hon vísti á, at tað í
hesum døgum eru 20 ár,
síðan Ove Joensen, sáli,
róði tann langa teinin – úr
Nólsoy til Longulinju í
Keypmannahavn.
– Eins og mong onnur
gera, minnist eg serliga
væl, tá ið Ove 21. juli 1984
á fyrsta sinni legði frá landi
av Kongabrúnni í Havn í
allarfagrasta summarveðri.
Fólk vóru so upplyft hendan
dagin, og eg helt tað riggaði
so væl, tá ið Útvarpið
spældi “I am sailing” hjá
Rod Stewart, tá ið hann fór
rógvandi út um molan.
Hildur segði seg eisini
minnast alt hóvastákið, sum
var, tá ið Ove hevði nátt máli
sínum í 1986.
– Eg kendi ikki Ova per
sónliga, bert ígjøgnum fjøl
miðlarnar. Mín fatan av
honum sum menniskja var,
at hann var ein elskuligur og
hjartaligur maður.
Hon segði, at hon nú upp
undir stevnuna hevur hugsað
nógv um, hvat hon skuldi
røða um við setanina.
– Hvat vilja nólsoyingar
hoyra, og hvat hóskar til eitt
slíkt høvi. Sum umboð fyri
Tórshavnar býráð kundi eg
tikið fram tey átøk, sum
kommunan hevur framt í
oynni - hvat er í gerð, og
hvat er í væntu.
Men, legði Hildur aftrat:
– Eg setti meg fyrst at lesa
um Ova í minnisritinum,
sum kom út í 1989. Hetta
er ein góð kelda. Í bókini
eru einar 30 samrøður við
fólk við ymiskum tilknýti
til Ova – familja, vinir, fyrr
verandi starvsfelagar og
onnur. Eisini eru greinar úr
myndablaðnum NÚ, árini
1978 og 1979 um Ova sum
ævintýrara. Í bókini er eisini
partur av dagbók, sum Ove
tosaði inn á band á ferðini í
1986 og samrøður við Ova.
Tilsamans gevur hetta eina
sera fjølbroytta mynd av
manninum, segði hon og
legði aftrat, at hon eftir at
hava lisið minnisritið ikki
er blivin sørt góð við og
hugtikin av manninum.
Hildur segði, at lýsingin
av Ova sum smádreingi er, at
hann var ein raskar, djarvur,
hjartagóður, familjukærur
og kenslusamur drongur.
– Ove var sjáldsamur, og
tað hevði hann altíð verið.
Hann var ikki meira enn 12
ára gamal, tá ið hann javnan
róði aftur og fram til Havnar
– í øllum veðri í egnum báti
at avreiða rippaðar húkar.
Hetta var eitt gamalt fýra
mannafar við viðfestum mot
ori, sum hann sjálvur hevði
forvunnið pening til.
Hildur segði, at longu sum
smádrongur var talan um
ein persón sum var ágrýtin,
viljasterkur, arbeiðssamur
og djarvur.
– Uttan hesar eginleikar
hevði Ove neyvan yvirhøvur
hugsað tankan um at gera ta
roysnibragd, tað var at rógva
allan teinin úr Føroyum til
Danmarkar, legði hon aftrat.
Um Ova annars, segði
Hildur, at hann í fleiri ár
sigldi við skúlaskipinum,
Danmark, har hann var sera
væl dámdur og framúr góður
sjómaður.
– Hóast hann bert hevði
barnaskúlan úr Nólsoy, lá
so væl fyri at læra, at hann
longu eftir fyrsta túrin við
skúlaskipinum, kundi halda
fram sum kvartermeistari,
og sum 21 ára gamal gjørdist
hann yngsti bátsmaður, sum
hevði verið umborð á nøkrum
donskum skúlaskipi.
Hon helt fyri, at tá ið
tú lesur um lívið hjá Ova,
gerst greitt, at hann var ein
ævintýrari burtur av.
– Men hóast hann var bæði
dugnaligur sjómaður, fittur í
hondum og djarvur sum fáur,
so leggja øll størstan dent á,
hvussu fittur, vinsælur og
trúgvur Ove var.
Í røðuni endurgav Hildur
úr innganginum í bókini
um Ova, har hon fann hesar
reglurnar:
“Ove kendi nógv fólk,
og hann ferðaðist víða um
í stutta lívi sínum. Hann var
eitt menniskja, sum hevði
lætt við at koma í samband
við onnur, var prátingarsamur
og vinsamur. Hann var blíður
og hjartagóður, hjálpsamur
og umhugsin. Ove gjørdi
ikki mun á høgum og lágum,
vaksnum og børnum. Glaða
sinnalag og reinleiki hansara
gjørdu, at øll, sum kendu
Ova, vóru góð við hann.
Hann rúnabant fólk og átti
alt, sum skuldi til fyri at
gerast ein fólkaogn..”
Hetta er 13. ovastevnan,
sum verður hildin í Nólsoy,
og higartil hevur stevnan
bara fingið betri og betri
undirtøku.
– Vit glaðast um, at Ove
Joensen soleiðis verður ver
andi fólkaogn, segði Hild
ur.
Í fyrsta lagi er málið
við ovastevnuni at fullføra
ynskið hjá Ova at geva
børnunum í Nólsoy ein
svimjihyl.
– Enn er eitt sindur á
mál, men vit mugu vóna, at
dagurin ikki er alt ov langt
burtur, til hetta ynskið er
vorðið veruleiki.
Stevnurøðarin helt, at tað
er eitt bragd av nólsoyingum
ár undan ári at megna at
skipa fyri ovastevnu.
– Her búgva 254 fólk, og
nú stevna er, kunnu nólsoy
ingar vænta sær einar 4000
Ove verður ver
Jákup av Skarði,
sum er formaður
í stevnunevndini,
heldur, at meira enn
4.000 fólk í øllum
aldri vitjaðu í Nólsoy
í vikuskiftinum, og
tað er minst líka nógv
– ella fleiri – enn
nakrantíð áður á eini
ovastevnu
Ovastevna
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Veðurgudarnir vóru blíðir á
ovastevnu í ár.
Stevnan, sum var um viku
skiftið, varð hildin í fagrasta
summarveðri. Øll útlit vóru
til, at nógv fólk fóru at vitja í
Nólsoy. Soleiðis hevur verið
undanfarin ár, og nú útlit
vóru til gott summarveður,
sum er fyritreytin fyri eini
góðari stevnu, kundu nólsoy
ingar rættiliga gera seg til at
taka ímóti nógvum gestum.
Sum leygardagurin leið,
sigldu Ritan og Brynhild
umframt einir tríggir aðrir
bátar títtari og títtari um
fjørðin, og fólkið hópaðist
upp í lítlu bygdini.
Út á leygardagin komu eis
ini regatta-bátarnir úr Hósvík
og saman við nógvum øðrum
bátum, sum komu aðrastaðni
úr landinum, fyltist víkin. At
enda lógu bátar í longum
røðum, bæði heimi á gomlu
víkini og við havnalagið úti
á Klivum, har fiskavirkið
er. Tann eina bátarøðin
heimi á gomlu víkini rakk
heilt av molanum og heim
á gomlu brúnna undir Pakk
húsinum.
Í bygdini hugnaðu fólk
sær og fóru til tey ymisku
tiltøkini, sum vóru á skránni,
og umborð á bátunum hugn
aðu ung og gomlu sær í
sínum lagi.
Nógv varð vitjað millum
bátarnar, og umborð á onkr
um báti tendraðu tey grillina
til ein góðan bita.
Leygarkvøldið var góð
ur dansur í tjaldinum úti
á Klivum, har Hjarnar
spældu og í Royndini, har
Dansiorkestrið spældi. Í
Avhaldshúsinum var før
oyskur dansur, har fólk úr
Slái Ring vóru við.
Vælumtókta kabarettin
varð sýnd fleiri ferðir fyri
fullum húsi í vikuskiftinum,
og seinasta sýning verður í
kvøld klokkan 20.
Í Nólsoy vóru nógv tiltøk,
bæði fyri børnum og vaksn
um, og fólk hugnaðu sær
óført.
Nólsoyingar vóru blíðir og
tóku ímóti nógvum gestum,
sum duttu fram við.
Jákup av Skarði, sum er
formaður í stevnunevndini,
heldur, at meira enn 4.000
fólk í øllum aldri vitjaðu í
Nólsoy í vikuskiftinum, og
tað er minst líka nógv – ella
fleiri – enn nakrantíð áður á
eini ovastevnu.
Hann sigur, at alt bygdar
fólkið, sum hann tekur til,
hevur tikið hond í – og uttan
so dyggan stuðul, hevði til
takið ikki verið møguligt.
Jákup sigur, at stevnan
eydnaðist stak væl, og tað
hevði sín stóra týdning, at
veðrið var so gott.
Hann fýlist á, at fólk bróta
fløskur á slíkum stevnum,
tí fløskubrotini kunnu
vera til bága, og hetta vísti
seg eisini á ovastevnu, har
onkur skar seg av brotnum
fløskubrotum.
Jákup heldur, at tað hevði
verið eitt gott hugskot, um
bryggjaríini einans tappaðu
øl í plastikfløskur um summ
arið, tá ið nógvar stevnur og
nógvir festivalar eru kring
landið.
– Tá høvdu vit í størri mun
sloppið undan sovorðnum,
leggur Jákup av Skarði,
formaður í stevnunevndini,
aftrat.
Meira enn 4000 fólk
vitjaðu á ovastevnu
Umborð á bátunum hugnaðu tey – ung sum tilkomin – sær óført. Onkur tendraði grillina til ein
góðan bita
Mynd: Vilmund Jacobsen
Dia Ellindsson og Julia Joensen, sum er systir Ova Joensen
Mynd: Vilmund Jacobsen