Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-08-14, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. august 2006síða 13

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 154 - 14. august 2006 17 tíðindi gestir í oynna. Eitt tiltak sum hetta, krevur stórt fyri­ reikingararbeiði og nógvar raskar sjálvbodnar hendur – bæði undan stevnuni, á stevnuni og eftir stevnuna. At ovastevnan ber til, má vera eitt tekin um, at fólk trívast og eru góð við staðið, men hetta er eisini eitt tekin um, at fólk duga at samstarva. Hildur vísti á, at Nóls­oy­ arbygd er í eini serstøðu í mun til bygdirnar á hinum smáu oyggjunum, tí her er grundarlag fyri vøggustovu, barnagarði og skúla. – Fólk vilja seta búgv her, og hetta er fyritreytin fyri, at nøkur menning kann vera. Hon segði, at Nólsoy er søgurík bygd, men bygda­savnið hevur tørv á mun­andi betri kørmum at virka undir, um søguligir dýrgripir skulu varðveitast. Í bygdini er ríkt mentanarlív og frítíðarvirksemi, sum somuleiðis er við til at skapa trivna í oynni. Her er bæði kór, sjónleikur, íróttarfelag og mangt annað. ­– Hóast man kundi ynskt sær meira vinnuligt virksemi í oynni, so er tað ikki heilt sørt, og onkrar ætlanir eru í umbúna, eitt nú innan ferða­ mannavirksemi. Hildur segði, at í henn­ ara huga er betri dag­ ligt ferðasamband um Nólsoyarfjørð tað týdn­ ingar­mesta, sum eftir er hjá nóls­oyingum at fáa uppá pláss – og sjálvandi má tað bera øllum til at ferðast um fjørðin. Ferðasambandið er ikki nóg gott, so leingi fólk, ið bera brek, ikki kunnu ferð­ ast eins væl og onnur. – Við betri ferðasambandi hava tey, sum búgva í Nólsoy, eins góðar fyritreytir at liva eitt nútímans lív sum aðrastaðni í landinum. Men við tað, at fjørðurin skilir Nólsoy frá Havnini, so ber tað eisini til at liva heilt øðrvísi í Nólsoy. Í røðu síni vísti hon eisini á sangin, “Tað er í Nólsoy, eg vil búgva – her er so friðarligt og stilt”, sum Janus Nolsøe syngur í SvF. – Eg skilji hann væl, tí Nólsoy er eisini ein hugnalig og spennandi bygd og eftir mínum tykki heilt serlig í føroyskum høpi. Her búgva ógvuliga ymisk fólk, og eg havi varhugan av, at tað er eitt, sum dregur nógvar nýggjar tilflytarar. Her møt­ast nútíð og fortíð, tað bygdasliga og býarliga, og tað er hetta, sum er so sjarm­ erandi við Nólsoy, sæð við gestsins eyga, helt hon fyri. Hildur duldi ikki fyri, at nógv er hent í Nólsoy sein­ astu árini. – Eg las um Nólsoyar kommunu í frágreiðingini um kommunurnar í Føroyum, sum varð skrivað í 1998. Her sá eg, at kommunan hvørki hevði dagansingarstovn ella dagrøkt. Fyri nøkrum fáum árum síðani fekk kommunan tó barnagarð, sum heldur til í leigaðum hølum, og um ár­skifti letur upp nýggjur dagstovnur við vøggustovu, barnagarði og frítíðarskúla. Hon segði, at oyggin eisini skal vera royndaroyggj innan reina orku. – Hetta er sera áhuga­ vert. Ætlanin er, at Nóls­ oygg­ing í framtíðini fær allan sín orkutørv frá var­ andi orkukeldum, og at eitt royndarverk til vetn­is­ framleiðslu skal byggjast. Tað var tí heldur einki náttúrligari fyri býráðið enn at avgera, at barnagarðurin, sum er í gerð, skal brúka sólorku. Hon segði, at gongst sum ætlað, kann Nólsoyggin so­leiðis fáa ein týðandi leik­ lut í framtíðar orkupolitikk Føroya. – Eg haldi, at avgerðin um Nólsoy sum orku­roynd­ ar­oygg, átti at verið fylgd upp við einari kommunalari ætlan um Nólsoy sum grøna oyggin burturav – ein oygg, har umhvørvið verður sett í hásæti á øllum økjum. Eg ivist ikki í, at eitt slíkt stig eisini hevði gjørt sítt til, at fólk gjørdust enn meiri áhugað í at vitja og búseta seg í Nólsoy, segði Hildur Eyðunsdóttir í setanarrøðu síni á ovastevnu. andi ein fólkaogn í Føroyum – At ovastevnan ber til, er eitt tekin um, at fólk trívast og eru góð við staðið, men hetta er eisini eitt tekin um, at fólk duga at samstarva, segði Hildur Eyðunsdóttir. Myndin er av teimum mongu bátunum, sum vitjaðu í Nólsoy um ovastevnuna Mynd: Vilmund Jacobsen – Eg minnist serliga væl, tá Ove 21. juli í 1984 á fyrsta sinni legði frá landi. Helt, tað riggaði so væl, tá ið Útvarpið hesa løtu spældi “I am sailing” hjá Rod Stewart, samstundis sum Ove í fagrasta summarveðri fór rógvandi út um molan, segði Hildur Eyðunsdóttir í setanarrøðu síni. Undir liðini á henni stendur maðurin, Oyvindur av Skarði Mynd: Vilmund Jacobsen