Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-08-14, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. august 2006síða 14

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 154 - 14. august 2006 tíðindi Hóast tann trettanda ovastevnan er farin aftur um bak, er tann ætlaði svimjihylurin í Nólsoy ikki bygdur enn. Í Nólsoy ásanna tey, at inntøkurnar fra stevnuni ikki eru nóg mikið til at byggja svimjihyl, og at eitt umfatandi pappírsarbeiði, har stuðul skal útvegast, nú skal gerast. – Øll verkætlanin skal end­ ur­skoðast, sigur Jákup av Skarði, limur í fyri­ reikingar­nevndini NÓLSOY Theodor E. D. Olsen theodor@sosialurin.fo Um vikuskiftið varð tann trettanda ovastevnan hildin í Nólsoy til minnis um Ova Joensen og bragd hansara – róðurin úr Nólsoy til Keypmannahavnar í 1986. Eftir bragdið lovaði Ovi Joensen børnunum í Nólsoy ein svimjihyl, og síð­ani hevur verið arbeitt við hesi ætlan. M.a. hevur ovastevnan verið ætlað sum ein partur av innsavningini til svimjihylin. Jákup av Skarði, formaður í stevnunevndini, ásannaði tó í Útvarpinum um vikuskiftið, at inntøkurnar frá stevnuni neyvan vóru nóg mikið til at fíggja ein svimjihyl, og tí er neyðugt at ganga nýggjar leiðir, um málið hjá Ova skal røkkast. Jákup av Skarði sigur við Sosialin, at ein umsókn hevur ligið í Mentamálaráðnum frá teirri tíðini, tá tað var vanligt at landið rindaði helvtina av slíkum verkætlanum, sum hann tekur til, men enn er einki rættiligt svar komið haðani. Jákup av Skarði sigur seg tí vóna, at tað eydnast teimum at umskipa ætlanirnar at byggja svimjihyl, og sjálvur sigur hann seg einki hava ímóti at gerast formaður í nevndini fyri tann ætlaða svimjihylin, sum hann higar­ til hevur verið limur í. Endurskoða ætlanina Jákup av Skarði metir, at svimji­hylurin kemur at kosta einar 6-8 milliónir, men vænt­andi verður projektið end­urskoðað í heyst. Jákup av Skarði sigur sge vænta, at svimjihylurin stendur liðugt bygdur um fimm ár, men av tí at nógvir faktorar spæla inn, er neyðugt at hyggja eftir ætlanunum eina ferð afturat. M.a. hevur verið frammi, at Nólsoyggin skal verða grøn oyggj, og hetta kemur uttan iva at seta sín dám á ætlanirnar, tá svimjihylur skal byggjast. Harafturat var upp á tal í teimum upprunaligu tekn­ ingunum, at serbygdi báturin hjá Ova, Diana Victoria, skuldi standa inni í sjálvari høllini, har svimjihylurin skal verða, men nú eru røddir frammi um, at kanska er betri at byggja eitt neyst til bátin, sum skal vera fram­sýningarhøli. Í hes­ um sambandi vil Jákup av Skarði geva familjuni hjá Ova eitt herðaklapp fyri at hava gjørt eitt stórt arbeiði fyri at hava umvælt bátin, og Jákup av Skarði greiðir frá, at nógv fólk nýttu høvið at hyggja eftir Dianu Victoriu um vikuskiftið. Kommunan ikki við Spurdur, um tey ikki ætla at biðja Tórshavnar kommunu um fíggjarliga hjálp, nú Nólsoy er vorðin partur av kommuni, sigur Jákup av Skarði, at hetta ikki er ætlanin í løtuni. Ein av orsøkunum til hetta er stoltleiki, sum Jákup av Skarði málber seg. Men hann leggur eisini afturat, at tað verður torført at fáa ymsar grunnar at veita stuðul, um kommunan er við, og tí hava tey í fyrstu syftu ikki valt hesa loysnina. Tað, sum nú skal til, er eitt umfatandi pappírsarbeiði. sigur Jákup av Skarði, sum leggur dent á, at tað er týdn­ingarmikið at skriva um­sóknir á ein slíkan hátt, at peningur verður latin. Hann sigur, at tey ikki ætla at biðja sak­førarar hjálpa teimum við umsóknum, tí hetta skal pen­ ingur frá ovastevnuni, men tey hava áður sjálv roynt seg við at søkt pening frá eitt nú grunni hjá A. P. Møller – tó uttan nakað úrslit higartil. Hugni fyri bygdarfólkið Jákup av Skarði metir, at hig­artil er øll orkan farin til at skipa fyri ovastevnuni, og tí er neyðugt at eftirmeta fyrireikingararbeiðið til svimjihylin, og at farið verður undir hetta í næstum. Sunnukvøldið verður ein eftirmeting av sjálvari stevnuni, og leygardagin 26. august verður skipað fyri sokallaðum “hugnaligum degi” fyri bygdarfólkið í Nólsoy, tí ovastevnan var fyri gestirnar, sum Jákup av Skarði tekur til, og hetta verður fólkið í bygdini. Sostatt er líkt til, at inn­ tøk­urnar frá ovastevnuni í framtíðini heldur verður at roknað sum eitt slag av ískoyti til raksturin av tí ætlaða svimjihylurin. Longu í heyst verður byrj­að at fyrireika ta næstu ova­stevnuna, sum skal verða upp aftur betri enn tann í ár, og ovastevnan skal vera endin á teimum árligu summarstevnunum, leggur formaðurin í stevnunevndini afturat. Um ein mánaða, tá Tórshavnar býrað hevur havt fund við nólsoyarnevndina, skuldi verið greitt, um kommunan fer at verða við ar­beið­ in­um at byggja svimji­hyl í Nólsoy. Heðin Mortensen, borg­arstjóri, sigur seg óttast, at um svimji­ hylurin ikki skjótt verð­ ur innilokaður, verður arbeiðið, ið longu er gjørt, burturspilt NÓLSOY Theodor E. D. Olsen theodor@sosialurin.fo Hóast Jákup av Skarði, limur í fyrireikingarnevndini fyri svimjihylin í Nólsoy, ikki metir tað vera heppið at fáa Tórshavnar kommunu – sum Nólsoy er partur av – við í arneiðið at byggja svimjihyl í bygdini, so metir Heðin Mortensen, borgarstjóri, at tað er neyðugt at fáa inniloka høllina innan ov langa tíð, tí annars metir hann, at tað arbeiðið, sum longu er gjørt, er burturspilt. Hann sipar til armering o.a., ið sum nú er stendur úti í øllum veðri. – Enn kann tað bjargast, men um bíðað verður alt ov leingi, er neyðugt at gera alt umaftur, sigur Heðin Mortensen. Hann sigur, at hetta ikki er nakað sum býráðið yvirtekur her og nú, men at fundur verður við nólsoyarnevndina í næstum, og tí skuldi verið greitt innan ein mánaða, hvussu leikur fer í hesum máli. Heðin Mortensen sig­ ur, at um kommunan skal vera við í verkætlanini, skal hetta svimjihylurin takast við í næstu fíggjarlóg, og grunnurin, sum arbeiðið við málinum avtakast. Hann heldur tó, at tað hevði verið skilagott, um kommunan og nevndin í grunninum arbeiddi í felag við at fáa bygt svimjihylin, og at fundir eisini hava ver­ið millum partarnar um málið. Hann sigur seg tó væl skilja Jákup av Skarði, sum sigur, at nólsoyingar sjálvir vilja byggja sviljihyl, og borg­arstjórin kallar hetta “prísverdugt”. Heðin Mortensen sigur, at upprunaliga varð mett, at kostnaðurin fór at liggja um 10 milliónir, men at býar­ arkitekturin er biðin um at koma við eini meting um, hvussu nógv ein svimjihylur fer at kosta. Heðin Mortensen sigur, at higartil hevur kommunan umvælt skúlan í Nólsoy og bygt barnagarð, og at hann kundi hugsað sær, at svimjihylurin bleiv partur av skúlanum, so næmingarnir í bygdini kundi brúkt svimji­ hyln í skúlatíðini, og at hann so varð opin fyri almenninginum eftir skúla­tíð. Vænta svimjihyl í Nólsoy um 5 ár Jákup av Skarði rósar familjuni hjá Ova fyri at hava gjørt eitt stórt arbeiði fyri at hava umvælt bátin hjá Ova. Nógv fólk nýttu høvið at hyggja eftir Dianu Victoriu um vikuskiftið – Svimjihylurin átti at verið partur av skúlanum – Enn kann tað bjargast, men um bíðað verður alt ov leingi, er neyðugt at gera alt umaftur, sigur Heðin Mortensen um tað sum higartil er gjørt av svimjihylinum í Nólsoy. Í næstum fara John Johannessen og Jørgen Niclasen sum eygleiðarar við danskari sendinevnd til ST-aðalfundin í New York POLITIKKUR Theodor E. D. Olsen theodor@sosialurin.fo Nú stundar til aðalfundin hjá Sameindu Tjóðum, ST. Sum vant sleppa tveir løg­­tingslimir við tí donsku sendinevndini. Manna­ gongdin er tann, at flokk­ar­ nir í Løgtinginum skiftast um at senda umboð til New York. Umboðini verða vald innanhýsis í flokk­­un­um, og hesaferð eiga Javn­að­ arflokkurin og Fólka­­flokkurin tørn, og teir hava valt ávikavist John Jo­­hannessen og Jørgen Nicla­­sen at fara við donsku nevnd­ini. Føroysku umboðini hava eygleiðarastatus, og kunnu tí ikki seta beinleiðis uppskot fram á fundinum. John Johannessen sigur við Sosialin, at ætlanin er, at ætlanin er, at hann skal fara til New York tann 18. september, har hann skal vera í tríggjar vikur. Síðani tekur Jørgen Nicla­ sen yvir í oktobermánaði. Enn hevur hevur javnað­ ar­tingmaðurin ikki fingið skránna fyri sjálvan fund­in, men hann væntar, at yv­ir­ gangur verður eitt evn­un­ um, sum fer at fylla nógv á dagsskránni teir báðar mán­ aðirnar, aðalfundurin varar. Sum Johannessen tekur til, so kann ST-aðalfundurin metast sum eitt slag av skeiði, ið parlamentarikarar fáa høvi til at fara á. Aðalfundurin er einaferð um árið, og sum nevnt skift­ ast teir politisku flokkarnir um at senda umboð hagar. Tó sleppa teir smáu flokk­ arnir ikki at senda umboð eins ofta og teir stóru. Hetta verður gjørt fyri at sleppa undan, at teir somu persónarnir fara á fundin ár um ár. John og Jørgen til New York