mánadagur 14. august 2006síða 15
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Nr. 154 - 14. august 2006
ítróttur
Lítil ivi tykist vera
um, at í hvussu so er
tríggir, sum ikki hava
verið fastir menn á
landsliðnum, hesa
ferð fáa møguleikan
millum teir fyrstu
ellivu
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Mikukvøldið fer landsliðið
undir nýggja EM undan
kapping. Og fyri fyrstu
ferð við føroyskum venjara
við høvuðsárbyrgdini frá
fyrsta bríksli. Einasta ferð
in, at føroyingar áður hava
havt ábyrgdina í undan
kappingardysti, var í 1993, tá
ið Johan Nielsen og Jógvan
Norðbúð, sáli, í einum
dysti sótu á beinkinum.
Hetta var móti Rumenia
á Svangaskarði. Rumenia
vann 4-0. Annars hava tað
verið Páll Guðlaugsson,
Allan Simonsen og Henrik
Larsen, sum hava sitið við
stýrisvølin.
Men nú er tað toftamaðurin
Jógvan Martin Olsen, sum
hevur ábyrgdina, og hann
hevur signalerað, at talan
verður um broytingar ímóti
Georgia og í undankappingini
sum heild.
Jógvan Martin hevur áður
sagt, at liðið skal spæla 4-
3-3 ella 4-5-1, og at málið
er at spæla meiri og sparka
minni.
– Tað verður altíð tor
ført hjá okkum at seta
dagsskránna, men vit fara
at royna. Hóast nógvir av
teimum, sum nú manna
landsliðið, ikki hava spælt
so nógv á aliðnum, so hava
teir nógvar altjóða royndir
frá yngru landsliðunum og
í Europa Cup. Tað vil siga,
at teir eru vanir við at verða
kroystir og kortini at halda
høvdið kalt og royna at
spæla seg burtur úr trongum,
meðan tað verður roynt at
flyta spælið longri fram
á vøllin, og hetta er eisini
ætlanin mikudagin, sigur
landsliðsvenjarin.
Tilfarið
Hóast talan ikki einvíst
kann sigast at vera um ættar
liðsskifti, so er tað lagt upp
til, at fleiri spælarar, sum hig
artil ikki so ofta hava verið
millum teir fyrstu ellivu,
fara at fáa møguleikan miku
kvøldið.
Tað kann roknast við, at
Atli Danielsen fer at vera
undir liðini á Óla Johannesen
í miðverjuni, og í átjan manna
hópinum tykist vera trupult
at fáa eyga á alternativ við
HB liðformannin, Janus M.
Joensen, sum evni til vinstra
vongverjan. Mest upplagda
alternativið til miðverjuplássið
hjá Atla og vongverjan hjá
Janusi er ivaleyst Vagnur
Mohr Mortensen, sum
hevur staðið seg heilt væl í
miðverjuni og á verjukenda
miðvallarplássinum.
Á miðvøllinum kann tað
væl hugsast, at Kári Niel
sen, sum hevur verið sera
støðugur á HB liðnum, verð
ur annar teirra, sum fer at
fáa møguleikan undir liðini
á Fróða Benjaminsen.
Símun Samuelsen hevur
higartil í ár verið ein tann
besti spælarin hjá Keflavík,
og tað hevur verið nógv tos
að um hann í Íslandi. Jógvan
Martin Olsen var fyrr í
summar í Íslandi, og tá sá
hann, at Símun er væl fyri. Tí
tykist tað rættiliga sannlíkt,
at vágbingurin verður ytsti
miðvallarin í vinstru.
Jógvan Martin Olsen
vil ikki siga so nógv um
liðið. Sjálvandi hava hann
og hjálparvenjarin, John
Petersen, hugsað og arbeitt
við fleiri møguleikum, og
gongdin í venjingunum kann
eisini bera nýggjar møgu
leikar við sær.
Í tí konseptinum, sum
venjarin ætlar at liðið skal
spæla, er alneyðugt, at tað
er ein maður á toppinum,
sum megnar at taka ímóti
og varðveita bóltin, og sum
samstundis er vandamikil
avsluttari við beinunum
og ikki minst høvdinum.
Tað er rættiliga sannlíkt,
at hesin maðurin verður
Rógvi Jacobsen, meðan
Christian Høgni Jacobsen,
við sínum skjótleika og stóra
sjálvsálitið eftir nógvan
undanvind í langa tíð, verður
ytsti miðvallarin í høgru.
Um hetta verður partur
av kabalini, so er møguleiki
fyri, at Jákup á Borg, sum
á HB liðnum hevur verið
eyðsýniliga væl upplagdur í
framrættaða spælinum, verður
høgri vongverji. Ein setningur,
sum hann hevur røkt sera væl
í venjingardystunum, sum eru
spældir.
Síðsti spurningurin er so,
hvør verður triði sentrali mið
vallarin. Í telvingini um tað
plássið eru tað í hvussu so
er tríggir spælarar – Claus
Bech
Jørgensen,
sum
fekk góða dystarvenjing í
Coventry undan kapping
arbyrjan, men sum ikki
hevur verið á vøllinum í
trimum teimum fyrstu lands
kappingardystunum, Hanus
Thorleifsson, sum hevur
verið væl upplagdur á B36
miðvøllinum, og ikki minst
Hans Pauli Samuelsen,
sum hevur verið kanska
størsti porfilurin av øllum
í landskappingini higartil í
ár.
Landsliðið vandi í Gunda
dali fyrrapartin í dag, og tað
fer at venja á Svangaskarði
fyrrapartin í morgin.
– Nógvir spælarar hava
havt ógvuliga strævna dyst
arskrá tær seinastu vikurnar.
Tí er neyðugt við nógvari
hvíld, og tað er orsøkin til,
at vit bara venja eina ferð
mánadagin og eina ferð týs
dagin, sigur Jógvan Martin
Olsen.
Ein vika
til HM
Mynd: Venjing
Saman við restini av
danska landsliðnum hev
ur Katrin Olsen tær báðar
seinastu vikurnar verið í
Eysturríki, har formurin
skal fínpussast undan
HM-kappingini.
Kappingin verður í
Onglandi um eina viku,
og umvegis teldupost
boðar Katrin frá, at tær
tykjast vera væl fyri.
– Vit rógva ofta ymiskar
teinar móti hinum donsku
bátunum, har vit vera send
avstað við handicaptíðum
sum eru roknaðar eftir út
heimsmetunum. Hetta
gevur eina góða mynd
av hvussu vit liggja, og
hvat vit evt kunnu gera
betr, sigur hon.
Tað er nú greitt, hvørj
um bátum Katrin og tær
skulu kappast ímóti í
HM. Truplasta mótstøðan
tykist vist koma frá Kina,
men eisini Kanada og
Ongland eru sterkar, sigur
Katrin.
Men hon er tó ikki í iva
um, hvat teirra mál fyri
HM er.
– Málið er at fáa gull
um hálsin. Og vit trúgva
eisini uppá, at tað fer at
berea til hjá okkum, stað
festir hon.
-mørk
Nýtt ættarlið fær stóra ábyrgd
Ein av stóru profilunum í ár hevur verið
Hans Pauli Samuelsen úr EB/Streymi.
Tað tykist sannlíkt, at hann byrjar inni
mikudagin
– Eg fái nú møguleikan at menna meg og sleppa at gera tað, ið eg
vil. Nevnliga at royna at blíva stórmeistari og verða fulltíðartelvari
Helgi Dam Ziska
SAMBAND
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
tlf 341800