mánadagur 14. august 2006síða 16
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
[ Nr. 154 - 14. august 2006 ]
Tað er nógv, sum
bendir á, at tvær
tær næstu vikurnar
fara at verða sera
avgerandi fyri, um
EB/Streymur skal
sóla sær á veg móti
FM heitinum, ella um
oddaliðið fer at fáa
kapping
FORMULADEILDIN
19. UMFAR
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Leygardagin var sjøtul settur
á síðsta triðingin av hesum
kappingarárinum. Úrslitini
í teimum fimm dystunum
vóru ikki so langt frá tí,
sum tað kundi roknast við.
Mest óvæntaða úrslitið var í
Gundadali, har KÍ vann 5-1
á B36. Hetta var størsta tapið
hjá B36 í ár, og hetta var
fyrsta ferðin síðani í 2004,
at tað í landskappingardysti
eru farin fleiri enn tvey mál
ígjøgnum hjá B36. Í 2004
tapti B36 5-2 móti grann
unum í HB. Men tað er langt
síðani – bæði so og so!
Hitt úrslitið, sum kanska
var eitt sindur óvæntað, var,
at GÍ ikki megnaði meiri enn
málleysan javnleik í Vági.
Hetta var sætta ferðin á rað,
at GÍ ikki hevur fingið fulla
úrtøku. Gøtumenn tóktust
vera upplagt FM boð, tá ið
teir í 13. umfari vunnu á
HB í Gundadali, men síðani
hevur tað ikki hilnast so væl
hjá teimu.
Úrslitið í Vági var – sam
mett við undanfarnu ferðirnar
– gott hjá heimaliðnum.
Men tað var ikki so gott,
sum tað kundi havt verið,
um VB/Sumba hevði havt
marginalirnar á sínari síðu
og ikki hevði rakt í tvørtræ
og stólpa út í staðin fyri í
stólpa og inn.
VB/Sumba skifti venjara
í vikuni, sum fór. At teir
skiftu er kanska ov nógv
sagt, tí undan vikuskiftinum
var eingin fráboðan komin
um, at Ole Andersen var
koyrdur úr starvinum. Kunn
ingarpolitikkurin tykist í
hesum førinum eitt sindur
gamaldags. Um orsøkin
til duldarfulla skiftið er,
at teir í VB/Sumba ikki
hava vitað, hvør skal taka
við venjarastarvinum, so
kundu teir havt boðað frá,
at venjarin var fráfarin, og
at teir leitaðu eftir nýggjum
venjara. Tíbetur yvirhálaðu
bæði VB heimasíðan og
heimasíðan hjá Suðurrás tíð
indaskrivið, sum tað verður
sagt fer at koma fyrst í hesi
vikuni.
Nú hava tríggir venjarar
fingið sekkin í ár. Fjórði aft
asta liðið er Skála. Soleiðis
sum tað hevur gingið seinastu
ferðirnar, bendir einki á, at
Jóhan Nielsen fer at verða
sagdur úr starvi. Í B68 og
ÍF hava venjaraskiftinum
ikki enn borið vónaðu broyt
ingina í úrslitunum við sær.
Toftamenn og fuglfirðingar
eru framvegis bestu boðini
upp á at flyta niður.
Toppurin
Støðutalvan sigur, at EB/
Streymur framvegis er
greitt oddalið. Tað kann
ikki roknast við øðrum, enn
at EB/Streymur fer at fáa
fulla úrtøku móti ÍF í útsetta
dystinum, sum verður á
skránni annað mikukvøld.
EB/Streymur er trý stig
frammanfyri NSÍ og fimm
stig frammanfyri HB, sum
hevur spælt 19 dystir, meðan
oddaliðið og NSÍ hava spælt
18 dystir.
Stóri spurningurin er tí,
hvussu tað fer at hilnast, tá
ið HB nú sunnudagin fer at
vitja NSÍ, og tá ið NSÍ miku
kvøldið í næstu viku fer í
Gundadal at spæla útsettan
dyst móti B36. Tá ið B36 2.
juli vann 6-0 á HB, var B36
gott boð upp á FM. Síðani
hava meistararnir spælt
tríggjar ferðir uttan at vinna.
Tá ið B36 sunnudagin fer
at fáa vitjan av EB/Streymi
verður tað allar síðsta útkall.
Um B36 ikki fer at fáa fulla
úrtøku, so verða teir eftir øll
um at døma heilt burtur úr
gullstríðnum.
Kanska
KÍ
hevur
møguleika at blanda seg
í oddastríðið, eftir at
klaksvíkingarnir, sum hava
verið nógv upp og niður,
vundu burtur úr B36. Á
pappírinum sær skráin hjá
KÍ næstu vikurnar ikki so
galin út. KÍ skal spæla móti
VB/Sumba (h), B68 (ú) og
ÍF (h). Tað kundi luktað av
trimum sigrum og níggju
stigum. Men tá ið KÍ síðst
stóð fyri hesi avbjóðingini,
og tað av góðum grundum
varð roknað við stórari
úrtøku, kiksaði tað totalt. KÍ
megnaði bara fýra stig (sigur
á VB/Sumba, javnleik móti
ÍF og tap móti B68).
FM heitið hevur í løtuni
kós til Eiðis. Fjarstøðan
frá EB/Streymi og til HB
minkaði ikki leygardagin,
og tað mundi vera tað
týdningarmiklasta
fyri
EB/Streym. Spurningurin
er nú, hvussu tað fer at
hilnast hjá NSÍ. Teir í
Runavík hava ikki tapt
seks tær seinastu ferðirnar.
Møguleikarnir hjá teimum
eru treytaðir av úrtøkuni móti
havnarfeløgunum. Um NSÍ
vinnur á HB á heimavølli og
í Gundadali móti B36, so er
annað settið av silvurkrónum
undir borðinum, og so ber
framvegis til at droyma um
fyrsta settið av gullkrónum.
Trupulleikin er bara tann,
at NSÍ leygardagin spældi
sær av við ein av bestu trumf
unum, tá ið Jens Martin
Knudsen varð rikin av vøllin
um í Fuglafirði. Jens Martin
verður ikki við móti HB, og
tað verður dyggur smeitur.
Tað er møguleiki fyri, at
Jens Martin heldur ikki
verður við móti B36 annað
mikukvøld, og tað verður
ikki minni smeitur.
Í 20. umfari sær skráin
soleiðis út: NSÍ-HB, KÍ-VB/
Sumba, B36-EB/Streymur,
Skála-ÍF (sunnudagin) og
GÍ-B68 (mánadagin).
Útvísingin kann verða avgerandi
Løtt avgerð við Beckham
Nýggi landliðsvenjarin hjá Onglandi Steve McClaren avdúkaði í
samrøðu við BBC, at tað var ikki tann torførasta avgerðin at seta
David Beckham av liðnum
– Eg vil ikki siga, at tað er tann torførasta avgerðin, eg havi tikið.
Tað hevði verið hart, um vit ikki kendust so væl, og um eg ikki hevði
havt so stóra virðing fyri honum, sum eg í roynd og veru havi. Tað
var ein stór avgerð, men eg kendi, at tað var neyðugt, tá ið hugsað
verður um framtíðina, segði McClaren.
Venjarin hevu tó sett hurðina á glopp fyri Beckham. Hann hevur
lovað at fylgja við gongdini hjá honum í Real Madrid, og um hann
finnur sín gamla form aftur, er McClaren klárur at taka Beckham
út aftur. -HeiniK
Todi átti avgerandi leiklut
Start hevur verið flúgvandi, síðani Stig Inge Bjørnebye varð settur sum venjari fyri Tom
Nordlie.
Sunnudagin stóð tó leingi nógv á, tá Start hevði vitjan av Viking. Danski Nicolai Stock
holm legði Start á odda við beinleiðis frísparki, men um miðjan seinna hálvleik javnaði
Viking við sjálvmáli.
Todi Jónsson byrjaði á beinkinum, men hann kom inn fyri David Nielsen 20 minuttir fyri
leiklok. Og hann átti sin lut í, at Start vann sigurin. Heimasíðan hjá Start skrivar, at Todi var eitt
frískt lot, og hann vann eisini brotsspark, tá hann varð feldur í gjøgnumbrotsroynd. Tá restaðu 2
minuttir, og ta Bård Borgersen undan hesum hevði stútað Start á 2-1, kundi Atle Roar Håland
staðfesta sigurin. Start er nú á sætta plássinum í bestu norsku deildini. Seks stig frá bronsuni,
sum kósin sigst vera sett ímóti.
-mørk
Tað var dyggur smeitur fyri NSÍ, at Jens Martin sá reytt í Runavík. Slík reyð kort geva aloftast tveir dystir í leikbanni, og tað
verður helst svárur missur í dystunum móti HB og B36