mánadagur 14. august 2006síða 17
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
[ Nr. 154 - 14. august 2006 ]
Russar sita á trúnuni
Tíðin við USA sum maktfaktori í tungvektsflokkinum
í nevaleiki tykist nú endaliga av. Ístaðin staðfesti Oleg
Maskaev, at tað nú er Russland, sum situr á somu trúnu.
Hann vann nevnliga dystin móti Hasim Rahman upp á
tekniskt knock-out, tá dómarin metti amerikumannin hava
fingið nóg mikið.
Sigurin ber við sær, at russar nú eiga heimsmeistaran í
tungvekt hjá øllum fýra altjóða nevaleikasambondunum.
-mørk
Solskjær aftur á landsliðnum
Hóast hann hevur verið burturi við skaða í tvey ár, so ivaðaist
Åge Hareide ikki, tá hann skuldi taka sín landsliðshóp út til
komandi avbjóðingina móti Brasil. Ole Gunnar Solskjær skuldi
við í hópin.
Hetta var venjarin í Manchester United, Sir Alex Ferguson, alt
annað enn fegin um. Hann vísti á, at Solskjær meira enn nakað
hevur tørv á hvíld, men Hareide vildi hava áleyparan við kortini.
Og tað fekk hann eisini. Solskjær segði alt fyri eitt, at hann fegin
vildi við landsliðnum, og so kann norskur fótbóltur fegnast um,
at ein av bestu spælarunum í fótbóltssøguni hjá landinum nú aftur
kann tørna út fyri tjóðina.
Skála punkteraði
alt fyri eitt dystin
á Svangaskarði
leygardagin. Eftir
fyrsta korterið stóð
0-3 á talvuni, og so
kundi heimaliðið
bara royna at pynta
um úrslitið
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tað gongur við fullari ferð
framá hjá Skála. Sigurin á
Toftum var tann triði upp í
slag hjá liðnum, og í øllum
førum er niðurflytingin nú
fingin í trygga fjarstøðu.
Sjálvir søgdu Skálamenn
undan dystinum á Toftum,
at talan var um lykladyst,
sum skuldi takast í størsta
álvara, og tað tóktust gest
irnir so sanniliga eisini at
gera.
Trý skjót mál
Tað tók gestunum bara
níggju minuttir, áðrenn teir
høvdu lagt seg á odda, tá
Alexandur Johansen sendi
bóltin í kassan. Tríggjar
minuttir var sami maður
aftur upp á spæl, og tá Jón
hard Frederiksberg í næsta
álopinum økti til 3-0, var
leyst og liðugt.
Sjálvandi kom B68 betri
við eftir hetta, nú Skála
slepti takið á speedaranum
nakað, men spenningu
varð ongan tíð talan um.
Kanska var ein lítil vón at
hóma hjá vertunum, eftir at
Súni Fríði Barbá minkaði
um munin, men tá aftur
landsliðsaktuelli Jónhard
síðani økti til 4-1, varð
yvirvágin staðfest.
Álit á Anderson
Skuldi nøkur troyst finn
ast í úrslitinum hjá B68,
so mundi tað vera, at bras
ilski Anderson nú aftur er
á liðnum. Pappírini hjá
honum komu í rættlag í
farnu viku, og hóast tap
ið, so takkaði hann við
at senda bóltin í meskar
nar til 2-4. Í hesum før
inum bara eitt mál, sum
pyntaði um úrslitið, men
samstundis eitt tekin um,
at Anderson væl kann
vera maðurin, sum álitið
skal setast á, um B68 skal
bumba seg úr botninum.
Her verða dystirnir móti
VB/Sumba og ÍF uttan iva
lyklauppgerðir, men áðr
enn nakar slíkur kemur á
skránna, er talan tríggjar
ferðir á rað um dyst móti
ovari støddum liðum. Og
tað fer at seta stór krøv til
toftamenninar.
Kaga uppeftir
Hjá Skáal er lagið øðrvísi
betri. Teir hava nú prógv
að, at laka byrjanin var
ein stórur kiksari, sum
kanska eisini var tengd at
skaðum og aðrari fráveru.
Nú eru skaðarnir burtur.
Nenad Stankovic er aftur
á miðvøllinum, og so er
spurningurin, hvørt Skála
longu hevur mist ov nógv,
ella um liðið møguliga
kann stríða seg enn longur
upp enn sætta plássið,
sum teir nú hava sett seg
rættiliga tungt á.
B68-Skála 2-4 (1-3):
Skjót
staðfesting
Skála
B68
16 ára gamli Helgi
Dam Ziska vann sær
sín triðja altjóða
talvnorm í kapping í
Hollandi. Um Helgi
skal kalla seg altjóða
meistari, skal hann
hava 2400 í rating
Talv
Carl Eli Nolsøe Samuelsen
carl_eli@hotmail.com
So gjørdi ungi havnarmaðurin
aftur bart! Helgi hevur
seinasta árið ment seg við
óhoyrdari ferð. Í Politiken
Cup í 2005 vann hann sær
sín fyrsta norm. Í Reykjavík
Open í mars leyp hann upp
um fleiri forðingar (var sjúk
ur) og vann sær sín næsta
norm. Bert eitt ár aftan á
fyrsta IM-normin, hevur
Helgi nú ognað sær sín triðja
og seinasta norm í Vlissingen
Open í Hollandi.
Beinhørð venjing, umframt
talent og vilji, hevur hjálpt
Helga á mál. Helgi hevur nú
umleið 2360 ratingstig, og
so skjótt sum hann røkkur
2400, verður hann kosin
altjóða meistari.
Í Vlissingen møtti Helgi
tveimum stórmeistarum og
trimum altjóða meistarum
umframt fýra telvarum við
umleið 2000-2100 rating
stigum. 6,5 stig av 9 varð
úrtøkan hjá Helga, og tað
rakk til eitt deilt 12. pláss í
sterku opnu kappingini, ið
taldi 250 telvarar.
Faðir Helga, Andrias
Ziska, fekk 4,5 stig, sum
eisini var eitt gott úrslit.
Sterki polski stórmeistarin
Michal Krasenkow vann við
8 stigum.
Hóraði undan og
tók møguleikan
Helgi var sum heild nøgdur
við telvingina, tá ið vit tosaðu
við hann stutt aftan á kapp
ingina. Hann segði seg vera
í vandasjógvi miðskeiðis í
kappingini.
– 4. og 5. umfar vóru sera
kritisk hjá mær. Eg møtti
tveimum lægri rataðum
telvarum, men var í stórum
trupulleikum. Tíbetur vann eg
hesi talv, og tá kendi eg meg
hava møguleikan at røkka
norminum, sigur Helgi.
Í 8. umfari hevði Helgi
hvítt móti sterkum IM´ara
við 2470 ratingstigum.
– Hetta var helst mítt besta
talv í kappingini, og tað mest
umráðandi, leggur Helgi aftrat.
Aftan á vakra sigurin skuldi
Helgi í seinasta umfarinum
hitta 13 ára gamla stórtalentið
úr India, Parimarjan Negi,
sum um tveir mánaðir verður
kosin stórmeistari(!) á FIDE-
kongressini. Fekk Helgi
javnt, var triði normurin í
skjáttuni. Og so varð. Helgi
telvaði orkuríkt, djarvt og
sera væl. Spennandi var
at fylgja talvinum, ið varð
varpað beinleiðis út í heim á
netinum. Helgi var í roynd og
veru ongantíð í vanda og fekk
ein væl uppibornan javnleik.
Ikki ráð at halda steðg
Í vár gjørdi Kaupthing sam
starvssáttmála við Helga. Við
sterkum stuðli í rygginum
er og verður tað gjørligt
hjá Helga at ferðast víða
til sterkar talvkappingar,
umframt at peningur kann
nýtast til talvvenjarar.
– Eg eri ótrúliga nøgdur við
samstarvið við Kaupthing.
Eg fái nú møguleikan at
menna meg og sleppa at
gera tað, ið eg vil. Nevnliga
at royna at blíva stórmeistari
og verða fulltíðartelvari,
sigur Helgi.
Helgi er júst farin í 10.
flokk, og tí kann tað verða
eitt sindur avmarkað, hvussu
nógv hann kann telva kom
andi tíðina.
– Eg kann ikki loyva mær
at hvíla í framgongdini, tí
havi eg sett mær fyri at telva
aftur í septembur og oktobur.
Mín fyrsta kapping aftan á
summarfrítíðina verður helst
5th Klaksvík International,
sigur Helgi.
Næsta málið
Viðvíkjandi ætlanini at ogna
sær stórmeistaranormar
væntar Helgi, at hann í
fyrstu atløgu fer at halda
fram á sama hátt, sum hann
hevur gjørt fyri at vinna
sær IM-normarnar. Helgi
trýr nevniliga nógv á egin
evni og sigur óbeinleiðis,
at hann metir seg hava góð
ar møguleikar at blíva stór
meistari við at telva nógv og
arbeiða miðvíst.
Spurdur um hann metir
seg vera føroya besti telvari,
er Helgi meira varin.
– Nei. Eg eri noyddur at
koma upp á minst 2400 í
rating, tí John Arni Nilssen
hevur verið omanfyri 2400,
umframt at hann longu er
kosin altjóða meistari, sigur
ein fegin ungur maður at
enda.
Ungi talvmeistarin á
veg ímóti tindinum
Bara 16 ára gamal vann Helgi Dam Ziska sín triðja IM-norm.
Her tekur hann móti virðislønini fyri flotta avrikið
Ziska, Helgi Dam (2333)
- Delemarre, Jop (2471)
HZ Open Vlissingen (8),
11.08.2006
1.e4 e6 2.d3 (Helgi telvar
varliga í fronsku byrjanini)
2...d5 3.Rid2 Rif6 4.Rigf3
b6 5.c3 Be7 6.e5 Rifd7
7.d4 (Nú líkist støðan einari
vanligari støðu í fronskum)
7...c5 8.Bb5 a6 9.Bd3 b5
10.Rif1 (Rættiliga original
og áhugaverd telving) 10...
Ric6 11.Rig3 b4 12.Rih5
g6 13.Rif4 Fb6 14.Be3
bxc3 15.bxc3 cxd4 16.cxd4
Fa5+ 17.Kf1 Rib6 18.h4
Bd7 19.a3 Fa4 20.Bc2
Fb5+ 21.Rid3 Ric4 22.Bc1
Fb6 23.Rb1 Fa7 24.Rib4
(Hvítur hevur sambært
telduforritinum Fritz 9
lítlan fyrimun (+0.26) ) 24...
Rixb4 25.axb4 h5 26.Rh3!
(Rókurin fer í hernað) 26...
Rb8 27.Rig5 Rxb4 28.Rxb4
Bxb4 29.Rf3 Bb5 30.Kg1
0–0 31.Rg3 Kh8? 32.Ff3
(Rixe6 er sterkari, men Ff3
er eisini vinnandi) 32...Fe7
TALVDIAGRAM
Støðumynd eftir 32…Fe7
33.Rih7!! (Helgi í essinum!)
Rc8 [33...Kxh7 34.Fxh5+
Kg7 35.Bxg6 og svartur
verður skák og mátaður
eftir fáar leikir)] 34.Bg5
Rid2 35.Bf6+ 1–0
Talvið hesa vikuna