mánadagur 14. august 2006síða 18
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
[ Nr. 154 - 14. august 2006 ]
Taptu allar dystirnar
KÍ-kvinnurnar fingu einki stig, tá UEFA-Cup kappingin
fyri kvinnur var á skránni. Leygardagin spældu tær seinasta
dystin á ferðini, og hesin endaði við 0-7 tapi móti spanska
RCD Espanyol. Á Norðlýsinum verður sagt, at spanska liðið
var væl sterkari enn KÍ, men kortini hildu tær, at sigurin
var í størra lagi. Soleiðis kom einki stig burtur úr teimum
trimum dystunum, sum KÍ spældi á ferðini, tó at tað var
sera nær við í næsta dystinum, tá skotska Motherwell í evstu
løtu skoraði til 2-1.
-mørk
Dreymamál frá Holst
Jónas Tór næs og Christian Lamhauge Holst vóru báðir
á vøllinum, tá toppdystur var á skránni í donsku 1. deild.
Tað gjørdist tó Holst, sum dróg longra stráðið, tá hann
eftir 17 minuttum skoraði einasta málið í dystinum.
Talan var um framúr vakurt mál, tá hálvi føroyingurin av
brotsteigarhorninum kíndi bóltin upp í málhornið.
Lyngby hevur við sigrinum lagt seg á odda í næstbestu
donsku deildini, meðan Frem nú er á øðrum plássi.
-mørk
B36 varð snøgt sagt
hølvað ígjøgnum, tá
klaksvíkingar boðaðu
frá, at teir enn eru
við í oddastriðnum.
Eitt stríð, sum B36
nú helst má veittra
endaliga farvæl til
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Í vikuni staðfesti B36-venjar
in, at FM-heitið undir øllum
umstøðum fór til Eiðis, og at
hini liðini máttu striðast um
europeisku sessirnar, sum so
vóru eftir.
Summi høvdu hug at
tulka hetta, sum hevði B36
givið upp alla vón, meðan
onnur metta hetta sum eina
roynd at flyta trýstið yvir á
oddaliðið, nú endaspurturin
í kappingini stendur fyri
framman.
Hvat av hesum talan var
um, er ikki gott at vita, men
stðafestingin eftir dystin
mundi vera púrasta greið.
B36 fór nevnliga púrasta
niður við nakkanum, meðan
KÍ vann trivaligasta sigurin
í Gundadali, síðani tá teir í
1991 vunnu 4-0 á B36. Og
leitast skal enntá aftur til
1988, um vit skulu finna eitt
kappingarár, har KÍ hevur
skorað fleiri enn fýra mál í
Gundadali.
KÍ helt setninginum
Tað var annars ikki tað
heilt nógva, sum bendi á
ein slíkan stórsigur fyrstu
løtuna. Um nakað, so var
B36 omaná, og serliga Sylla
tóktist volda KÍ-verjuni
trupulleikar. Tað var eisini
heilt nær við, tá Meinhardt
Joensen við eini fantom-
bjarging fekk sligið bóltin á
tvørtræið og út, men so gekk
alt galið hjá heimaliðnum.
Tá klaksvíkingar ruddaðu
hornasparkið burtur, mistók
B36 seg, og so gekk tað
skjótt, áðrenn bólturin var í
B36-meskunum.
Og so køvdist alt hjá árs
talsfelagnum. Hóast teir
royndu at sprutta nakað,
so gekk spælið nú fyri seg
eftir premissunum hjá KÍ.
Gestirnir lótu B36 hava
bóltin nógv. Men teir ansaðu
støðugt eftir, at vandamikla
vinstra-stíðan hjá B36 ikki
kom upp við í borðunum.
Og tí gjørdist talan aloftast
um planleyst trillarí, tá B36
skuldi skapa nakað.
Klaksvíkingar tóktust vera
væl nøgdir um gongdina,
og uppaftur betri mundi
tað verða, tá teir beint fyri
steðgin øktu til 2-0. Hesa
ferð eftir miseydnaða rang
støðufellu hjá B36, sum
hevði umskipað verjuna.
Saknur á miðvøllinum
Júst umskipanin í verjuni
tóktist vera stóri trupulleikin
hjá B36. At báðir teir vanligu
miðverjarnir høvdu leikbann,
noyddi Fróða Benjaminsen
aftur í verjuna. Hóast Fróði
spældi ein góðan dyst í verjuni,
so megnaði hann sjáldan at
stýra viðleikarunum, og á
miðvøllinum var saknurin
í toftamanninum stórur.
Har restaði ein dynamo,
sum kundi fáa spælið upp í
snúningar, men tað kom tað
ongantíð. Ikki minst, tí skaddi
Mikkjal Thomassen ikki
kundi nýtast sum innpískari,
nú hann var skaddur. Og at
ein sjónliga skaðadarvaður
Bergur Midjord eisini lat seg
skifta út, bøtti sum so ikki um
støðuna.
Vantandi gjøgnumbrots
megin tóktist taka mest sum
mótið frá B36, og so vóru
gestirnir grammir at staðfesta
sigurin. Við støðugt at halda
seg til konseptið, har B36
varð tipt í síðunum, og har
kvik mótálop vóru drepandi
vápnið, sum mótstøðan varð
søkt við.
Og so fekk alt líka sum
eina sjálvforstyrkta effekt.
Sum minuttirnir gingu, megn
aði B36 sjáldan – enntá ikki
í ótrýstum støðum – at fáa
fimm samanhangandi send
ingar á rað. Og tá bólturin
varð mistur, lúrdi vandin
mest sum hvørja ferð. Klaks
víkingar spældi skjótt, bein
leiðis og effektivt, og júst
teir tríggir lutirnir eru meira
enn nakað lykilin í dagsins
fótbóltsspæli.
FM-stríðið
Tað er einki at ivast í, at tað
hjá B36 kostaði stóran part
av seinastu FM-vónini, at
teir so ruddiliga fingu bank
á heimavølli. Enn er mun
urin upp til oddin átta stig,
og við einum sigri í næsta
heimadystinum kann B36
minka hendan. Men tað er
samstundis ein veruleiki, at
meistararnir ikki hava vunnið
Formula-dyst, síðani teir
fyri góðum mánaði síðani
vunnu trivaligan stórsigur á
grannunum.
Hjá KÍ er munurin upp
nú minkaðu í seks stig,
men teir hava ein dyst
færri enn oddaliðið, og ti er
spurningurin, hvussu stór
ur møguleikin er. Skal KÍ
gera sær nakrar vónir, so
ræður fyrst og fremst um at
vinna sítt. Og so mugu teir
vóna, at bæði B36 og NSÍ
kunnu gera sína skyldu, tá
teir komandi umførini spæla
móti oddaliðnum.
Elta
møguleikan
Eftir vónbrotið á heima
vølli fyri viku síðani hildu
klaksvíkingar, at teirra
leiklutur í FM-stríðnum
var av. Ein, sum tó ikki
var samdur í hesum, var
venjarin, Tony Paris, og
eftir sigurin sunnudagin
staðfesti hann, at hann
framvegis trýr upp á
møguleikan.
– Avrikini hjá okkum
hava sveiggjað nógv. Sein
astu viku tóku vit ikki av,
tá vit høvdu møguleikan,
men tað gjørdu vit í dag.
– Og eg eri eisini nøgd
ur við dystin. Vit løgdu
okkum eftir at gera vøllin
stóran, samstundis sum
vit vildu forða kantunum
hjá B36 at koma fram.
Og sjálvur haldi eg, at
vit í dag raktu »spot on«
í so máta.
Tað hevur verið nógv
tosað um FM-møguleik
an hjá tykkum. Heldur tú
enn, at tit hava ein møgu
leika?
– Sjálvandi. Tá tú
spælir, so spælir tú fyri at
vinna. Í dag sást tú, at KÍ
vildi vinna, og tann viljin
verður verandi, so leingi
eg standi við stýrisvølin.
Sjálvandi vita vit, at tað
verður trupult, men vit
ætla so at royna eftir
okkara møguleika til tað
allar seinasta, staðfesti
Tony Paris.
----
Vit geva alt
burtur
Fróði Benjaminsen var
liðskipari hjá B36, nú
Klæmint Matras var
leikbannaður, men sjálvur
tóktist landsliðsspælarin
ikki at vera serliga errin
um bandið, sum hann
hevði havt um armin
hendan dagin.
– Hatta var ræðuligt.
Vit spæla sum so OK
fyrsta korterið ella
so, men so forera vit
teimum eitt mál. Og
tað virkar, sum halda
vit bara fram við at geva
teimum gávur. At kalla
øll málini hjá okkum eru
úrslit av persónligum
mistøkum.
FM er kanska farið,
men tit hava enn níggju
dystir eftir at spæla.
Hvussu verður tað at
reisa seg eftir ein slíkan
umgang?
– Tað er ein góður
spurningur. Vit mugu
bara fáa hetta tapið úr
høvdinum, og so annars
arbeiða hart og miðvíst,
helt Fróði Benjamsen.
B36-KÍ 1-5 (0-1):
Meistararnir eyðmýktir
á heimavølli
Klaksvíkignar tóktust støugt grammari, og á miðvøllinum høvdu Símun og Atli gott tak á Hanusi Thorleifsson og hinum í B36
Mynd: Álvur
KÍ
B36