mánadagur 14. august 2006síða 19
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
[ Nr. 154 - 14. august 2006 ]
Oddabrakið á Mølini
endaði við javnleiki,
eitt úrslit, sum báðir
partar kunnu liva við.
Dysturin var rættiliga
javnur, men skuldi
sigurin koppa annan
vegin, hevði tað ikki
verið óuppiborið, um
tað var til fyrimuns
fyri EB/Streym
FÓTBÓLTUR
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Mølin á Eiði var aftur leyg
ardagin karmur um eitt odda
brak í Formuladeildini, tá
eldra høvuðsstaðarfelagið
vitjaði hjá oddaliðnum. Tey
vóru mong, ið høvdu roknað
við einum jøvnum dysti, og
tað var eisini júst tað tað
varð, tí dysturin endaði við
javnleiki 1-1.
Bæði málini komu í fyrra
hálvleiki, men hóast fleiri
møguleikar í seinna hálvleiki,
so samdust liðini um at býta
stigini sínamillum.
Ynskibyrjan
Oddaliðið kundi valla ynskt
sær betri byrjan upp á dystin,
tí tá bara seks minuttir vóru
spældir, legði Rafal Kwiec
inski EB/Streym á odda.
Ein langur bóltur varð
sendur niðan í móti HB-
brotsteiginum. Verjan skallar
burtur, men ikki longur enn
í bringuna á Rafal, sum
temur bóltin og síðani buldr
ar hann inn í málið dygst við
handaru stong. Eitt vakurt
mál frá vælupplagda pól
lendinginum.
Onkur vildi vera við, at
bólturin tók í armin á Rafal,
men dómarin metti ikki, at
so var.
Ein ynskibyrjan fyri EB/
Streym, men leiðslan helt
tó ikki meiri enn í tíggju
minuttir.
HB fer í álop og í einum
vælspældum álopi, har
Jákup á Borg nýtir bæði
Jóhan Ejvind Mouritsen og
Rógva Jacobsen sum banda
áðrenn Jákup sjálvur leggur
í millum beinini á René Tór
garð.
Eitt deiliga gjøgnum spælt
mál.
Eftir hetta hevði HB onkr
ar møguleikar at leggja seg
á odda. Teir royndu seg úti
frá og úr stuttari fjarstøðu,
og Rógvi Jacobsen royndi
eisini at filma seg til eitt
brotsspark, men mátti í stað
in síggja Lassin Isaksen
fara í lumman eftir gula
kortinum.
Tá smáir tíggju minuttir
restaðu í til hálvleik, var EB/
Streymur nær við at skora.
Ein bóltur kemur sendandi
niðan móti brotsteiginum,
og Mortan úr Hørg ger seg
til at skalla burtur. Men so
er tað, at Bárður Johannesen
kemur dekan ov langt út úr
málinum, helst fyri at boksa
bóltin burtur, men tað einasta
hann fekk burtur úr var at
órógva Mortan so mikið, at
Ronnie Samuelsen í staðin
varð hægstur og skallaði
móti málinum. Tíbetur fyri
HB var Vagnur Mortensen
vakin og syrgdi fyri, at
bólturin ikki slapp inn um
mállinjuna.
Síðsta møguleikan í fyrra
hálvleiki fekk HB. Mortan
úr Hørg leggur ein frálíkan
bólt niðan í brotsteigin.
Jóhan Ejvind Mouritsen
kemur sera væl upp, men
harði skallarin er ikki nóg
neyvur, og bólturin fer upp
um málið.
Kjansir til bæði liðini
EB/Streymur var eisini um
skora tíðliga í seinna hálv
leiki. Ein bóltur verður send
ur niðan eftir vøllinum, sum
Rafal Kwiecinski leggur
til rættis og síðani buldrar
avstað, men skotið fer beint
upp um tvørtræið.
Og EB/Streymur trýsti eis
ini øgiligt hesa fyrstu løtuna.
Stutt eftir góða skotið
frá Rafal er tað Hans Pauli
Samuelsen, sum roynir seg
úti frá, men frísparksroyndini
vardi Bárður Johannesen
sera væl fyri.
Tjúgu minuttir fyri leiklok
fær EB/Streymur størsta
kjansin í øllum dystinum.
Eldri Hansen beiggin, Gert,
leggur ein langan bólt niðan
móti brotsteiginum. Bárður
Johannesen ætlar sær helst
at fáa fatur í bóltinum, men
fer fullkomiliga skeivur
av honum, og brádliga
dettur bólturin niður beint
framman fyri yngra Hansen
beiggjanum, Arnbjørn. Hes
in visti helst ikki visti hvussu
leysur hann var, og tveitur
seg tí fram og roynir at skalla
bóltin í netið, í staðin fyri at
seta innaru síðuna á.
Bólturin fór spakuliga trill
andi móti málinum, men fór
framvið stongini og út til
málspark.
Gestirnir úr HB høvdu
eisini sínar kjansir í seinna
hálvleiki, og seinastu tjúgu
minuttirnar komu tveir heilt
stórir málmøguleikar til teir
reyð/svørtu.
Fyrst skallar Rógvi Jac
obsen eitt innlegg úr høgru
móti málinum, men René Tór
garð stórbjargar í málinum.
Løtu seinni er Jákup á Borg
um at fáa bóltin í málið, men
staddur við handaru stong,
er hann ikki nóg neyvur, og
skotið fer við síðuna av.
Fantasileys lið
Hóast fleiri kjansir til hvørt
liði komu ikki fleiri mál í
dystinum. Hóast talan var
um oddadyst, so var tað
ikki nógv sum bendi á, at tað
var ein dystur millum odda
liðið og nummar trý, sum
áskoðararnir vóru vitni til.
Spennandi var tað, og fleiri
møguleikar vóru til hvørt
liðið, men so var heldur ikki
meiri at koma eftir.
EB/Streymaliðið tóktiskt
ikki serliga vælupplagt.
Teir vanliga so vælspælandi
Bárður Olsen og Hans Pauli
Samuelsen komu ongantíð
fyri seg, og so var tað so sum
so við tí, sum EB/Streymur
megnaði at borðreiða við.
Heldur ikki HB kláraði at
toga tað flotta fótbóltsspælið
fram. Teir hava fyrr í ár
spælt fínan fótbólt, men
leygardagin skuldi HB
fáa kjansirnar við at lossa
langar bóltar niðan í høvdið
á Rógva Jacobsen.
EB/Streymur fekk teir
størru møguleikarnar í dyst
inum, og var tað soleiðis, at
dysturin neyðturviliga skuldi
koppa annan vegin, hevði
tað ikki verið óuppiborið,
um tað var til fyrimuns fyri
EB/Streym.
EB/Streymur – HB 1-1 (1-1)
Oddabrakið endaði við javnleiki
Enn einaferð var Jákup á Borg eyðsýndur hjá HB. Og eftir kanska vakrasta álopið í dystinum var
hann maðurin, sum helt HB við í oddastríðnum
Mynd: Sofus D. Johannesen
HB
EB/Streymur
Dramat
iskur endi
Dysturin á Eiði fekk
ein dramatiskan enda,
tá Marni Djurhuus varð
borin av vøllinum og
beint inn sjúkrabilin,
sum stóð við vøllin.
Hann varð koyrdur
beinleiðis suður á
sjúkrahúsið, har hann
var lagdur inn undir
observatión til sunnu
dagin, tá hann varð
útskrivaður.
Marni
Djurhuus
skuldi temja bóltin,
tá eitt innlegg kom.
Jákup á Borg sær ikki
Marna og ætlar at
flukta bóltin, men rakar
í staðin kollfirðingin í
bringuna.
Marni
Djurhuus
small niður í svørin, og
tað sást við tað sama,
at her var talan um ein
álvarsaman stoyt. Marni
Djurhuus fekk illa anda
og hostaði blóð.
Á sjúkrahúsinum varð
staðfest, at talan var um
eina lungakonfektión
– eitt ógvusligt slag á
høgra lunga, og tað var
tað, sum gjørdi, at hann
hostaði blóð. Myndir
vóru tiknar av bringuni,
men enn er ikki greitt,
um Marni Djurhuus
hevur brotið ella brákað
eitt riv.
Sunnudagin á miðdegi
varð Marni Djurhuus
útskrivaður við boðun
um um at binda frið
næstu dagarnar.
-rwd
Mál og hæddarpunkt frá
dystinum kunnu síggjast
á www.portal.fo
Næsti EB/Streymarin
á landsliðnum
Eftir dystirnar í Formuladeildini í dag, er landsliðshópurin til
dystin í móti Georgia mikudagin nakað broyttur. Bergur Midjord
hevur givið avboð vegna skaða, og í hansara stað er komin Bárður
Olsen.
Hetta er næsti EB/Streymaleikarin, sum fær landsliðsboð. Hin
er Hans Pauli Samuelsen, og saman eru teir báðir fyrstu EB/
Streymarnir á landsliðnum nakrantíð.
Bergur Midjord fór av vøllinum leygardagin við skaða, og tí
hevur hann givið avboð.
-rwd
Jónhard fyri Andrew
Andrew av Fløtum noyddist hóskvøldið at geva Jógvani Martin
Olsen avboð til landsdystin móti Georgia
Andrew hevur drigist við ein skaða, og tí hevur hann ikki
møguleika at taka eina hond við, nú Jógvan Martin fyri fyrstu
ferð skal senda landsliðið í undankappingardyst.
Ístaðin hevur landsliðsvenjarin tikið út Jónhard Frederiksberg
úr Skála. Jónhard hevur verið mest sum fastur fúsur á landsliðnum
seinastu 3 árini, men hesa ferð var hann ikki partur av upprunaliga
hópinum. Seinastu vikuna hevur hann tó veruliga gjørt um seg í
Formula-deildini, og tí var tað hampiliga nærliggjandi, at hann
var maðurin, sum varð innkallaður fyir Andrew.
-mørk