Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-08-14, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. august 2006síða 20

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27 tíðindi Nr. 154 - 14. august 2006 útlond SAMBAND Árni Joensen fartekst@mail.dk tlf 341800 Stutt sagt – Tað verður ikki varandi friður í Miðeystri enn egyptiskur Miðeystur-serfrøðingur Myndugleikarnir í Bretlandi og USA hava slakað eitt sind­ur í tilbúgvingini í sam­bandi við yvirgang. Í báðum londunum varð tilbúgvingin sett á hægsta stig, eftir at bretska løg­ reglan hevði tikið 24 fólk og skuldsett tey fyri at hava havt ætlanir um at spreingja níggju ferðamannaflogfør á flogi millum Bretland og USA. Broytingin ber í sær, at nú kunnu ferðafólk aftur taka hondviðføri við sær umborð á flogfarið. Forboðið ímóti at taka flótandi løð við sær er framvegis galdandi, men tað umfatar tó ikki mjólk til pinkubørn og heilivág. Bretska fregnartænastan, MI5, sigur á sínari heima­ síðu, at fólk eiga framvegis at vera varin, tí vandin fyri yvirgangi er ikki av. Men vandin er ikki so stórur, sum hann var undan hand­ tøkunum í síðstu viku. Minni vandi fyri yvirgangi Í einari nýggjari frágreiðing sæst, at Norðurlond eru millum tey fremstu, tá tað ræður um at hjálpa teimum fátæku í heiminum. Frágreiðingin vísir kortini, at Niðurlond lata mest samanborið við bruttotjóðarframleiðsluna, men tey næstu londini á listanum eru Danmark, Svøríki, Noreg, Ný Sæland og Avstralia. Tey londini, sum lata lutfalsliga minst, eru Italia, Grikkaland og Japan. Í frágreiðingini verður sagt, at stuðulin er ikki einans mettur út frá bruttotjóðarframleiðsluni hjá gevaralondunum, men eisini eftir, hvat kemur burturúr. Tey, sum hava skrivað frágreiðingina, siga, at tey seinu árini hava tey fátæku fingið munandi meiri burtur úr stuðlinum enn fyrr. Teir tamilsku tikararnir í Sri Lanka halda tað vera nyttuleyst at tingast við stjórnina og semingsmenn um frið, so leingi bardag­ ar­nir halda fram, og sam­ ráðingarhugurin er neyvan batnaður aftan á tilburðin í morgun, tá flogfør hjá stjórnarherinum bumbaðu ein barnagarð har norðuri í landinum. Sambært tíð­ indastovunum lótu 61 børn lív, og fleiri vórðu særd. Stjórnin í Colombo kunn­ gjørdi í gjár, at hon er til reiðar at tingast við teir tam­ilsku tikararnar um eina friðaravtalu, men ein talsmaður hjá tikarunum segði í gjárkvøldið, at bar­ dagarnir skulu enda fyrst, áðrenn talan kann verða um tingingar. Teir tamilsku tikararnir halda uppá, at tað var stjórn­arherurin sum byrj­ aði bardagarnar, eftir at partarnir hava hildið seg til vápnahvíldina, sum fekst í lag í 2002. Tá vóru norskir diplomatar semingsmenn, og teir hava eisini roynt at fáa partarnar aftur til samráðingarborðið nú. Nyttuleyst at samráðast Norðurlendingar gávumildir Klokkan seks í morg­ un tagnaðu kan­ón­ir­ nar í Libanon. Kríggið hevur kostað næstan 1.300 mannalív Hóast Ehud Olmert, for­sæt­ is­ráðharri, hevði sagt, at Ísrael fór at gevast við sínum álopum í Libanon á midnátt í gjárkvøldið okkara tíð, bumb­ aðu ísraelsk flogfør fleiri mál í høvuðsstaðnum Beirut og býnum Balbek har eysturi í Libanon í nátt. Eisini søktu ísraelsk flogfør at bygdini Bitral, og sambært libansku myndugleikunum kostaðu álopini har sjey mannalív, og 33 vórðu særd. Sambært blaðnum Haaretz helt ísraelski herurin eisini fram við sínum álopum á støðir hjá Hizbollah til í morgun, og Hizbollah svaraði aftur við at senda rakettir inn í Ísrael. Minst seks rakettir raktu havnarbýin Haifa, og sambært tíðindastovunum kravdi rakettálopið eitt manna­lív, og 91 fólk vórðu særd. Men klokkan tveir minuttir yvir seks í morgun okkara tíð tagnaðu skotini. So varð kvirt aftur í Libanon. Vápnahvíldin fekst í lag, tá Ísrael, Libanon og Hizbollah góðtóku eina samtykt hjá ST- trygdarráðnum. Eftir henni skuldu bardagarnir steðga klokkan seks í morgun okkara tíð, og nú skal ST manna eina friðarvarðveitandi her­ deild, sum skal hava støð í Suðurlibanon. 15.000 her­ menn vera í deildini. Ísrael hevur boðað frá, at tað fer at taka teir flestu hermenninar úr Libanon, men at nakrir verða verandi har, til altjóða herliðið kemur. Ísraelska stjórnin hevur eisini boðað frá, at ísraelski herflotin verður ligjandi úti fyri libansku strondini, og at flogvápnið fer at hava eftirlit við libanska markinum. Hetta verður gjørt fyri at forða fyri, at Hizbollah skal fáa meiri útgerð, skrivar Haaretz. Libansku myndugleikarnir siga, at kríggið hevur kostað umleið 1.100 libanum lívið. Umleið 150 ísraelsmenn hava latið lív. Eftir Nasrallah Ísraelsmenn royndu eftir øll­ um at døma at gera av við leiðaran í Hizbollah, Hassan Nasrallah, seinnapartin í gjár. Sambært libansku løg­regluni søktu tíggju ísra­elsk flogfør at nøkrum bygningum í býarpørtunum Haret Hreik og Roueiss í syðra parti av Beirut. Til fyri stuttum hevði Hizbollah høvuðsstøð í Haret Hreik, men hon bleiv fullkomiliga løgd í oyði í einum ísra­elskum loftálopi herfyri. Ein talsmaður hjá Hizbollah segði aftan á álopið í gjár, at fýra bygningar vóru rapaðir í ísraelska loftálopinum, men at Hassan Nasrallah var ikki har. – Heldur eingin av hinum leiðarum okkara var har, segði talsmaðurin. Tað verður ikki var­andi friður í Mið­eystri, fyrr enn ósemjan millum Ísrael og palestinar er loyst, og Ísrael letur Sýrialand fáa Golan- heyggjarnar aftur. – Semjan í ST-trygdarráðnum er sjálvandi eitt framstig, men hon tryggjar ikki frið í Miðeystri. Tað sigur egyptiski Mið­ eystur-serfrøðingurin Gamal Abdel Gawad, sum er leiðari á tí viðurkenda al-Ahram stovninum í Kairo. Hann sigur, at so leingi ósemjan millum Ísrael og palestinar ikki er loyst, verða viðurskiftini í Libanon verandi ótrygg. Ein annar trupulleiki er, at Ísrael sýtir fyri at taka seg aftur úr Golan-heyggjunum, sum Ísrael tók frá Sýrialandi undir krígnum í 1967. – Fyrr enn hesi bæði mál­ ini eru loyst, verður ikki var­andi friður í Miðeystri, sigur Gamal Abdel Gawad. Hann sigur, at Sýrialand fer at halda fram við at styðja Hizbollah fyri at leggja trýst á Ísrael, til landið gongur við til at lata Golan-heyggjarnar frá sær. Gamal Abdel Gawad held­ur, at teir víðgongdu felagsskapirnir í Miðeystri fara at halda fram við sínum álopum á Ísrael og ísraelsk mál, til ósemjan millum ísraelsmenn og palestinar er endaliga loyst. – Tí verður ikki friður í Miðeystri enn, sigur eg­yptiski serfrøðingurin. Hann ivast eisini í, at vápna­hvíldin fer at halda, tí tað slepst neyvan undan samanbrestum millum ísraelska herin og Hizbollah, meðan bíðað verður eftir altjóða friðarherdeildini, sigur hann. – Hizbollah hevur lovað at binda frið, men vit fáa at síggja, um tað lyftið fer at halda, sigur Gamal Abdel Gawad við Dagsavisen. Ikki varandi friður So varð kvirt So var aftur friður í Libanon, men tað fer at taka drúgva tíð at endurreisa landið, sum er sera illa farið av teimum ísraelsku loftálopunum