mánadagur 14. august 2006síða 21
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
Nr. 154 - 14. august 2006
Eysturoyar Røktar-
og ellisheim
620 Runavík
Søkt verður eftir
• sjúkrarøktarfrøðingum
• heilsurøktarum/sjúkrahjálparum
• heilsuhjálparum
at byrja 15. september 2006 ella eftir nærri avtalu.
Arbeiðsbrøkur 0.70 tíð.
Stórur dentur verður lagdur á, at trivnaður bæði fyri
búfólk og starvsfólk framvegis eyðkennir heimið
og vænta vit tí av tær, at tú hevur áhuga og gleði
við, at samskifta við eldri fólk og at tú hevur
vilja og eginleikar at samskifta við starvsfólk og
avvarðandi.
Vit kunna bjóða tær eitt arbeiðsumhvørvi, har
virðing fyri tí einastaka er í hásæti og har møguleikin
í stóran mun er fyri, at fáa tillagað tíni arbeiðsynski.
Lønar- og setanarviðurskifti eru sambært galdandi
sáttmálar.
Nærri fæst at vita um størvini við at venda sær til
fyristøðumannin á tlf. 478200 ella 478208.
Skrivlig umsókn saman við avriti av prógvi,
viðmælum v.m. skulu sendast til:
Eysturoyar Røktar- og ellisheim
Att.: Fyristøðumaðurin
Friðartún
620 Runavík
Umsóknarfreist 28. august 2006.
Bilur til sølu
Opel Astra stationcar 1.7 diesel í góðum mekanisk
um standi, sær hampuliga væl út, árg. oktober 1995.
Til sølu fyri 22.000.
Tlf. 289696
Almannastovan
Umsorganararbeiði
2007 – broyttar
treytir og tíðarfreist
Umsóknarfreistin fyri at søkja um fíggjarligan stuðul
til umsorganararbeiði 2007 er:
1. september 2006.
Almannastovan skal gera vart við, at broytingar eru
hendar í treytunum fyri at fáa játtaðan fíggjarligan
stuðul til umsorganararbeiði. Lógin og kunngerðin
um umsorganararbeiði eru broyttar soleiðis, at nú
kann stuðul bert latast til:
1. Mattænastu til fólkapensjónistar
2. Koyritænastu ella vitjunartænastu
fyri pensjónistar
3. Dagtilhald fyri fólkapensjónistar ella minnisveik.
Stuðul kann ikki veitast til eldrafeløg, undirhaldandi
tiltøk og onnur líknandi tiltøk ella fyriskipanir fyri
pensjónistar.
Annars verður víst til kunngerð nr. 160 frá 21.
desember 2005 um stuðul til umsorganararbeiði,
broytt við kunngerð dagfest 19. mai 2006. Henda
er at finna á heimasíðuni hjá Almannastovuni
www.almannastovan.fo ella á www.logir.fo undir
Almannaverk – Almannaviðurskifti annars.
Umsóknir, har greitt verður frá, hvat virksemi, stuðul
verður søktur til, skal innan 1. september 2006
sendast til:
Almannastovan
Smyrilsvegur 20
Postrúm 3096
100 Tórshavn
lýsingar
Seinasta freist at melda til kappríðingina niðri við
vatn leygardagin 19. august 2006 er hóskvøldið
17. august 2006 kl 19.00 á tlf. 210737, 223022 og
226616.
Vága Ríðingarfelag
Vága
Ríðingarfelag