Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-08-14, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. august 2006síða 30

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 154 - 14. august 2006  tíðindi Summarlegur Orð: Ella Larsen Myndir: Robert Larsen Um vikuskiftið var lega fyri 18 ára gomul og eldri á Zarepta. Legan um viku­skift­inum var endin á summar­leg­ unum, sum hava verið í summarfrítíðini hjá skúl­ unum. Men enn eru nógvar leg­ur eftir á skránni. Tær eru bæði familjulegur, bíbliu­ skeið, ein lega fyri menn, ein onnur fyri kvinnur, og ein fyri hjún. Síðsta lega á skránni í ár er í oktobur, tá tey 14-17 ára gomlu fara á heyst­legu. Húsið á Vatnsoyrum var bygt í 1967, síðan tað hava legur verið á Zarepta uttan slit. Zarepta er bygt nógv út síðan fyrstu leg­ur­ nar og eisini eru frí­tíð­ar­ møguleikarnir blivn­ir fleiri við árunum. Fyri nøkrum árum síðani fekk Zarepta eina hoppipútu, ið er sera væl umtókt, bæði millum børnini og tey ungu, og tvey tey síðstu árini er spæli­plássið blivið gjørt av nýggj­um. Ungdómslega á Zarepta Vøllurin til kurvabólt, hoppipútan og reiggjurnar verða nógv brúktar av luttakarunum á ungdómsleguni. Ein stórur partur av legunum á Zarepta, eru møtini og annað, sum eru á skránni í salinum. Her er felagssangur á einum av bíbliutímunum. Bjarni í Liða, 21 ár, úr Havn Hví ert tú komin á Zarepta? - Eg eri mest komin til Zarepta fyri tað sosiala. Mínir kammeratar og teir vinir, sum eg kenni frá møtum, tey koma øll her, so vit hava tað ordiliga skeg. Men so eru tað eisini løtur, sum á bíbliu­tím­unum, har eg kann læra nakað og fáa nýggj innlit, og tað haldi eg, at man altíð hev­ur brúk fyri. Í ár hava fyrireikararnir spurt onkran av teimum ungu, hvørji evni tey vilja hoyra um, og tað haldi eg er super. Tá kunnu vit fáa mest burturúr, tí vit læra um tey somu tingini, sum vit ganga og hugsa um til dagligt. Eg haldi eisini, at tað er ein møguleiki at fáa framgongd í tí andaliga lívinum, tí man kann fáa svar uppá ivamál og fær próvgrundir man kann brúka til diskussiónsspurnginar. Hevur tú verið á Zarepta fyrr? - Eg havi verið á Zarepta næstan hvørt ár, síðan eg var fimm ára gamal. Tað byrj­aði við familjulegum, so var eg á barna­legunum og ungdómslegunum. Eg havi eisini verið leiðari her síðan eg var fimt­an. Hvat dámar tær best við Zarepta? - Tað mær dámar allarbest við Zarepta er umhvørvið, og at tað eru so nógv onnur trúgvandi fólk. Tað er deiligt, at her eru so nógv fólk, sum hava somu lívsáskoðan sum eg, tí man kann vera fulkomiliga avslappaður. Fólk, sum kanska smæðast burtur í tí dagliga, standa við at tey eru trúgvandi, og man blívur sera erligur yvirfyri hvørjum øðrum, og tað haldi eg vera sera uppbyggjandi. Tað er eisini uppbyggjandi, tí man lærir nógv. Og eg haldi, at man venur seg við at lata tí gleðina, man hevur í at vera trúgvandi, skína ígjøgnum. Hvat er munurin á 18-ár og eldri og á barnalegunum? – Tað er merkiliga lítil munur, tað er eitt framhald av barnalegunum. Vit hava tað stuttligt saman, men tað er minni umsjón enn á barnalegunum, og tí fáa vit tað rættiliga nógv, sum vit vilja hava tað. Tað dámar mær sera væl. Eg haldi eisini, at tónleikurin svingar serliga væl, tí tað er tey ungu sjálvi sum spæla tónleikin og velja sangirnar. Á hesi leguni hevur tað verið ein góð javnvág ímillum tað álvarsama, møtini og at hava tað stuttligt. - Góð javnvág millum møtir og at hava tað stuttligt Í stovuni ímillum tað gamla og tað nýggjara húsið sita tey ungu og práta, hyggja eftir myndum frá summarlegunum og spæla spøl.