mánadagur 14. august 2006síða 31
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 154 - 14. august 2006
tíðindi
Sosialurin var í
Nesvík og vitjaði
ungdómarnar, sum
hugnaðu sær har.
Hóast luttakaratalið
var minni enn
undanfarin ár, lata
fyriskipararnir væl at
SUMMARLEGUR
Heini S. Kristiansen
heinik@sosialurin.fo
Summarlegurnar í Nesvík
er j úst farnar aftur um bak
á hesum sinni. Tað hava
verið nógv fólk virkin í
samband við legurnar. Tær
flestu hava verið hildnar í
Nesvík, men onkur hevur
verið úti í onkrari bygd.
Tað skal ein rúgva av
sjálvbodnum arbeiði til at
kunna hava slíkar legur. Tað
hava verið nógvir leiðarar,
kokkar, uppvaskarar og
náttarvaktir, sum hava ofrað
ein part av teirra summar
frítíð fyri legunum.
Sosialurin vitjaði á tí
síðstu summarleguni. Lut
takaratalið var ikki so høgt
sum undanfarin ár, men lut
takararnir hugnaðu sær veru
liga. Um kvøldið var møti,
har ið ein dramabólkur fram
førdi. Seinni var lovsangs-
og vitniløta.
Bjartur Johannesen var
høvuðsleiðari á báðum ung
dómslegunum, sum er fyri
7.-10. flokk. Hann letur væl
at legunum.
- Eg haldi, at tað gekk
væl, og leiðararnir hava ver
ið óførir. Luttakararnir hava
hugna sær.
Summarlegurnar
hjá
Heimamissiónini verða aft
ur næsta summar.
Ungdómslegur í Nesvík
Leguluttakararnir hugnaðu
sær óført í fríløtunum. Her
royna nakrir dreingir seg við
einum spæla av borðfótbólti.
Mynd: Heini S. Kristiansen
Ein flokkur av springarum og ein grind
eru sloppu í gjár. Eygað varð borið við
springararnar við Kirkjubø og grindina
uttan fyri Glyvursnes.
Av løgrelustøðini í Havn siga tey, at
ein springarabólkur varð sæddur út fyri
Kirkjubø í gjár klokkan 14.15. Talan
var einans um nakrar fáar springarar, og
sýslumaðurin ráddi frá at royna at fáa
rakstur á springararnar.
Úr Runavík veit løgreglan at siga, at
ein grind varð funnin klokkan 11.30 út
fyri Glyvursnes. Grindin slapp, áðrenn
bátarnir vóru komnir rættiliga út til hana,
og teir sóu einki til hana aftur, hóast teir
leitaðu leingi.
- HeiniK
Bjartur Fonsdal Johannesen var høvuðsleiðari á báðum ungdómslegum. Hann er væl nøgdur við
legurnar.
Mynd. Heini S. Kristiansen
Ein dramabólkur framførdi á møtinum leygarkvøldið. Seinni var lovsangs- og vitniløta.
Mynd: Heini S. Kristiansen
Grind og springarar sloppin í gjár
Í heyst skulu minst 20.000 skúlanæm
ingar í Norðurlondum læra seg at skilja
málini hvør hjá øðrum. Ein margmiðla
undirvísing, sum hevur humor sum
tema og filmin sum amboð, skal gera
undirvísingina í grannamálum hjá teim
um 14 til 19 ára gomlu til veruleika
Norðurlendska átakið kallast ”Norden
i Bio”. FNF, meginfelagið hjá Norrønu
feløgunum, og norðurlendsku kunning
arstovurnar tóku stig til ”Norden i Bio”.
Mállærarum í øllum Norðurlondum
stendur í boði spildurnýtt frálærutilfar til
undirvísing í norðurlendsku málunum.
Fimm stuttfilmar eru valdir til
DVDin, sum er ein partur av undirvís
ingartilfarinum. Eisini er ein lærubók
gjørd.Filmarnir umboða ymisk sløg av
humori, skemti, og leggja upp til kjak
um líkskap og frávik í humorinum í
londunum. Kjarnin í verkætlanini er mál
undirvísingin, men ætlanin er eisini at
stimbra áhugan hjá teimum ungu fyri
norðurlendskari filmslist, mentan, søgu,
samleika og samleikafrávik.
Ein stór kanning, sum Norðurlendski
mentanargrunnurin gjørdi í fjør, vísti,
at tey ungu í Norðurlondunum skilja
verri málini hvør hjá øðrum enn tey
ungu gjørdu fyrr. Helvtin av spurdu
studentaskúlanæmingunum
svaraðu,
at tey hvørki í barnaskúlanum ella í
studentaskúlanum høvdu fingið nakra
undirvísing í øðrum norðurlendskum
málum enn sínum egna.
Upplýsingar um undirvísingartilfarið
eru á heimasíðuni www.nordenibio.org
- HeiniK
Filmar skulu læra okkum
grannamálini