Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-08-14, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. august 2006síða 32

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 154 - 14. august 2006 7 tíðindi Ovastevna hevur verið hetta vikuskiftið, og har var okkurt harðskapsmál hjá løgregluni at taka sær av. Báturin Randi úr Fuglafirði varð tikin fyri at fiska við ov smáum meskum LØGREGLUTÍÐINDI Heini S. Kristiansen heinik@sosialurin.fo Okkurt smávegis harðskapsmál var á ova­ stevnu. Talan var um onkran lúsing, sum ikki hevði so nógv uppá seg. Fríggjanáttina klokkan 3 varð ein drong­ ur sligin niður og sparkaður av einum 18 ára gomlum dreingi. Drongurin fekk skaða í eygað. Málið verður nú reist móti tí 18 ára gamla. Innbrot Tvey innbrot vóru í vikuskiftinum. Ann­að var framt í einum húsum í Niels Finsens­ gøtu, har ein maður hevði tikið 500 krón­ ur. Tjóvurin stongdi mannin, sum átti hús­uni inni, men hann slapp út aftur. Hitt innbrotið varð framt á Avhaldshúsið í Nólsoy. Tjóvurin hevur tikið ein penga­ kassa, har 600 krónur vóru í. Løgreglan kannar nú innbrotini. Ein maður varð innilæstur, tá ið bumm­ arnir við Eiðisvatn fóru aftur. Hann slapp tó út aftur, tá ið fólk komu at opna teir. Ov smáar meskar Nakrir heimleysir vórðu sæddir við nøkr­ um ølkaggum, og illgruni var um, at teir høvdu tikið teir. Eitt vitni hevur greitt løgregluni frá, at hon sá tveir menn koma gangandi út gjøgnum bakdyrnar á Manhattan við ølkagga. Teir verða nú ákærdir fyri stuldur. Batúrin Randi úr Fuglafirði var í dag tikin av Brimli fyri at hava fiskað við ov smáum meskum. Bótin á 20.000 varð góðtikin. Løgreglan - okkurt smávegis á ovastevnu Formansskapurin fer at viðgera setan av grein 25 nevnd, sum skal endurskoða tingskipanina. Tá ið sipað verður til grein 25, meinast við tingið kann sambært seta eina nevnd at geva tilmæli í ávísum málum. Í Grein 25 stendur soleiðis: - § 25. Løgtingið kann seta aðrar løgtingsnevndir enn tær, sum nevndar eru í § 24, at geva løgtinginum tilmæli í ávísum málum. Hesar nevndir sita bara, til nevnd­in hevur avgreitt setn­ ing sín og í ongum føri longri enn, til tingsetan end­ar. Stk. 2. Nevndir, sum sett­ar verða sbrt. stýris­skip­ anarlógini § 19, sita, til tær hava avgreitt setning sín tó ikki longur enn til, at løg­tingsval hevur ver­ ið Edmund Joensen, løg­ tingsformaður, sigur, at arbeiðið hjá nevndini verð­ ur at gera eina natúrliga dag­føring av tingskipanini, sum tíðin krevur. Edmund vil tó ikki siga nakað ítøki­ ligt um, hvat nevndin fer at ar­beiða við: - Formansskapurin hevur sjálv­andi eitt boð uppá tað, men allir flokkarnir skulu koma til orðana. Van­ligt er, at nevndin er mann­að við umboði úr hvørj­um flokki umframt løg­tingsformannin. Edmund Joensen hevur ikki nakað boð uppá, nær nevnd­in skal vera liðug við sítt arbeiði at gera eina langtiðardagføring av ting­ skipanini. Tingskipanin skal endurskoðast Jón Kragesteen frá Ráðnum Fyri Ferðslu­ trygd og Oyvindur Brim­nes vilja ikki siga nakað ítøkiligt um óhappið í Leirvík, tí at teir vita einki um tað. - Bilverjur skulu set­ ast upp, har tað er neyð­ugt, sigur Jón FERÐSLUTRYGD Heini S. Kristiansen heinik@sosialurin.fo Foreldrini at førarinum, sum var við í ferðslóhappinum í Leir­­vík leygardagin, hava kært til Sosialin um, at eing­in bilverja er fyri vegin millum Statoil-støðina og kirkj­una í Leirvík. Tey siga, at aðrir bilar eru eisini rend­ir útav har. Um veturin hend­ir tað, at bilar glíða av veg­num í hálkuni, tí at har er eingin bilverja fyri. Jón Kragesteen visti einki um ferðsluóhappið í Leirvík, tá ið Sosialurin ringdi til hann fyrrapartin í dag. Mest møguligar bilverjur - Vit hava eina standard formul­ering, sum sigur, at bil­verja skal vera har, sum tað er neyðugt. Eg fái ikki úttala meg um akkurát hetta málið, tí at eg veit ikki nóg mik­ið um tað. Men um, tað passar, at fleiri bilar eru koyrdir omanav har, so burdu bilverjur heilt vist ver­ið gjørdar har. Sum heild halda vit, at tað skal vera mest møgulig bilverja á øll­um vegum kring landið, sigur Jón. Vegurin í Leirvík er á mark­inum millum lands­ veg og bygdaveg. Oy­vind­ur Brimnes er stjóri í Lands­ verk, og hann hevur held­ur ikki hoyrt nakað um óhapp­ ið. - Eg fái ikki sagt nakað um hatta, tí at eg kenni ov lítið til tað. Eg veit ikki, um hatta er landsvegur. N‡ggjur veg­ur verður nú gjørdur, og tá verður alt landsvegur. tann vegurin verður gjørdur við ferðslutrygdini í hásæti, og tá verðður bilverjur gjørd­ar, sigur Oyvindur. Vilja ikki siga nakað ítøkiligt um bilverju í Leirvík Á myndini sæst, hvussu langt oman í fjøruna í Leirvík bilurin fór. Tað er eingin bilverja fyri vegin millum statoil-støðina og kirkjuna. Mynd: Emily á Reynatrøð Edmund Joensen vil ikki siga ítøkiliga hvørjar broytingar grein 25 nevndin skal gera á tingskipanina. - Talan verður um eina langtíðardagføring, sigur Edmund Joensen, løgtingsformaður.