mánadagur 14. august 2006síða 33
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Gittarar, ljómborð,
bassar og trummir
vóru skift út við
gaggir, bólt og máls
manshandskar, tá tón
leikarar undir tretivu
smurdu tónleikarar
yvir tretivu av í einum
fótbóltsdysti, ið fer í
føroyska tónleikasøgu
sum ein klassikari.
Ovastevna
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Í sambandi við Prix Føroyar
varð sera nógv tosað um,
hvørt tað er rætt at kappast
í tónleiki. Her var eisini
havt á loftið, at onkur av
teimum eldru forðaðu fyri,
at tey ungu sluppu fram
at. Á ovastevnuni leygar
dagin, vóru ljóðførini løgd
til síðis, og teir gomlu
møttu teimum yngru í
einum braki av einum fót
bóltsdysti. 12-6 gjørdist
endaliga støðan, tá unga
fótbóltselitan innan tónleik
basti gomlu gubbunum í
tí fyrstu tónleikarar undir
tretivu móti tónleikarum
yvir tretivu kappingini.
Hóast tónleikarar yvir
tretivu høvdu so miklar
menn, sum Terja Rasmussen,
Hans Petur í Brekkunum og
Anfinn Nielsen á liðnum,
so megnaði liðið lítið ímóti
monnum sum Mikael Blak,
Rúna Højgaard, Kristian
í Vági og blendandi góða
Róki Jákupsson Jakobsen,
ið við einum hattrikki í
hvørjum hálvleiki, gjørdist
toppskjútti í málrika dyst
inum.
Vit fingu orð á Rók eftir
dystin. Hann var sera væl
nøgdur við bæði sítt egna
spæl og við liðið. Hann
metti fremstu orsøk til sig
urin vera skjótleikin hjá
unga liðnum.
Hann sá tað eisini sum
ein greiðan fyrimun hjá
yngru leikarunum, at fyri
reikararnir høvdu gloymt
at skipa fyri farti av Rituni
niðan til vøllin.
- Fleiri av gomlu leik
arunum vóru so pøstir av
gongutúrinum, at teir næst
an ikki orkaðu at spæla áðr
enn dysturin var komin í
gongd, greiddi Rókur frá
og vónaði at fyriskipararnir
skipa fyri farti næstu ferð,
soleiðis, at teir eldru eisini
hava ein møguleika.
Rókur sigur, at ætlanir
eru um, at tílíkar kappingar
skulu haldast javnan, men
ivast í, at veruligur spenn
ingur kemur í fyrstu árini.
- Eg meti at við stór
sigrinum í dag, so hava
vit prógva, at tað verður
ikki fyribils, at tónleikarar
yvir tretivu klára at basa
okkum yngru. Men eg meti
tó, liðið yvir tretivu at vera
stórfavorittar at vinna um
trý ár, sigur 27 ára gamli
Rókur.
Eitt sindur av spenningi
var um at koma í dystin,
tá eitt heldur ivasamt brots
spark varð dømt móti Róki.
fyri hond á bóltin. Støðan
hendi, tá Rúni Højgaard í
yngra málinum hevði eina
av nógvum góðum bjarg
ingum, og bólturin stakk
upp í albogan hjá Róki.
- Eg meti ikki at ein dóm
ari sum Kim Milton hevði
dømt brotsspark í hasi støð
uni, segði Rókur.
Brotssparkið
varð
tó
dømt og Terji Rasmussen
settur at taka. Terji hevði
eitt frálíkt skot heilt úti við
stongina, men Rúni bjargaði
sera sannførandi, og eftir
hetta var eingin veruligur
ivi um sigurin. Rúni spældi
somikið væl allan dystin,
at fyrrverandi HB og AB
málverjin, sambært okkara
heimildarfólki, átti at verið
eitt gott boð uppá ein nýggj
an landsliðsmálverja.
Bestu detaljuna átti Mika
el Blak, tá hann við ein
um saksasparki økti um
munin. Hetta mál var sam
bært heimildarfólki okkara
í Nólsoy somikið flott, at
Zuma hevði verið øvund
sjúkur.
14
Nr. 154 - 14. august 2006
Upptøkurnar til film
um lívið hjá mann
inum, ið lesararnir
hjá Sosialinum valdu
til ársins mann í 2005,
eru komnar undir
land, og í næstum
verður farið undir
at klippa saman
film, ið skal vísast
á Listasavninum á
Sandi
Mentan
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Hósdagin vóru Sofus Olsen
og myndamaðurin Bjarn
heðin í Hoyvík á Sandi og
gjørdu síðstu upptøkurnar
til film, ið nú verður gjørdur
um lívið hjá sandinginum,
sum í fjør lat Listasavnið á
Sandi byggja.
Tað er vinkonan hjá Sof
us og nevndarlimurin í
Listasavninum á Sandi, Kar
in Kjølbro, ið hevur tikið
stig til at gera filmin. Hon
hevur somuleiðis fingið í
lag fíggingina av filminum.
Tað er Bjarnheðin í Hoy
vík, ið hevur tikið sær av
upptøkunum.
Ætlanin er sambært Kar
in Kjølbro, at filmurin,
tá hann er liðugur, verður
vístur á Listasavninum á
Sandi. Tey, ið vitja savnið,
kunnu soleiðis uppliva list
ina á savninum í teimum
karmum, hon hevði heima
hjá Sofusi. Eisini kunnu
tey hoyra um merkisverda
lívið, hjá Sofusi. Í røðu hon
helt, tá Listasavnið á Sandi
lat upp, segði Karin:
- Vit sum kenna Sofus
Olsen vita, at hann dugir
sera væl at siga frá og hevur
humor. Tí hava vit borið
so í bandi, at tað verður
gjørdur sjónvarpsfilmur til
Listasavnið á Sandi, har vit
kunnu síggja alla listina,
sum hon hekk í heiminum
hjá honum og Gunnhild á
Tinghúsvegnum. Eisini fer
Sofus at siga frá um lív sítt
og um listina. Tey, ið vitja
listasavnið á Sandi kunnu
so fáa hesa uppliving fram
íhjá.
Sofus Olsen hevur livað
eitt sera hendingaríkt lív,
sum
sluppfiskimaður,
sum mótstøðumaðurin í
Keypmannahavan
undir
krígnum,
sum
reiðari
við góðum úrslitum í ein
mansaldur, í álitissessum
í fíggjarheiminum og sum
íðin listasavnari við høgum
góðskukrøvum. Søgurnar
eru nógvar og spennandi.
Sum t.d. søgan um tá Sof
us var noyddur undir jørð
ina undir krígnum, ella um
tá hann rópti varskó um
fíggjarpolitikkin hjá Før
oya Banka í 80’árunum,
ella søgan um vinmannin
og bygdamannin Frimod
Joensen, ið var noyddur til
skips, hóast hvørki evnir
ella heilsa vóru til hetta,
ístaðin fyri at hann slapp
at menna sínar ríku mynd
listagávir.
Upptøkurnar til filmin
eru gjørdar í heiminum
við Tinghúsvegin, men
seinasti
upptøkudagurin
var gjørdur á Sandi, m.a. á
Listasavninum, men eisini í
bygdini, har Sofus sleit sín
ar barnaskógvar.
Enn er ikki greitt nær
filmurin verður liðugur, og
sum er, er bert ætlan um at
sýna hann á savninum.
Gera film um Sofus Olsen
Í lýsing í bløðunum søkir
Klaksvíkar kommuna eftir
leiðara til Snarskivuna, ið
Klaksvíkar býráð hevur
gjørt av at seta á stovn
nú.
Í lýsingini sigur Klaks
víkar
kommuna,
at
Snarskivan er partur av
menningarætlanini fyri
kommununa.Hon er ein
roynd at røkka longur og
betur út til borgararnar
í kommununi sum eitt
væl- og skjóttvirkandi
lið millum býarumsiting/
býráð og borgara.
Við hesum stigi traðkar
Klaksvíkar kommuna í
fótafetini hjá Tórshavnar
kommunu, sum í 2000
setti á stovn Snarskivu,
ið samlaði alt sambandið
við borgaran á einum
staðið. Hugsjónin er, at
borgarin skal hava eitt
stað at venda sær til í øll
um málum. Snarskivan
í Tórshavn hevur verið
sera væl umtókt millum
fólkið í høvuðsstaðnum,
og verður sædd ein greið
betran av borgaratænast
uni í býnum.
Snarskivan í Klaksvík
letur væntandi upp síðst í
hesum árinum.
´nud
Klaksvík fær
Snarskivu
Bjarheðin í Hoyvík filmaði m.a. Sofus inni í Listasavninum á
Sandi
Mynd: Niels Uni Dam
Stjørnurnar brustu saman í Nólsoy
Lið yvir 30: Ovara rað f.v.: Ingi Isaksen, Terji Rasmussen, Karl Martin Samuelsen, Jan McIntosh.
Niðara rað f.v.: Anfinn Nielsen (málmaður), Hans Petur í Brekkunum, Arnold Ludvíg og
Brandur Jacobsen
Lið undir 30: Ovara rað f.v.: Kristian í Vági, Hergeir Staksberg, Sveinur Gaard Olsen,
Heri Reynheim, Uni Debess (venjari). Niðara rað f.v.: Rókur Jákupsson Jakobsen, Rúni
Højgaard(málmaður), Rói Christiansen og Mikael Blak