Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-08-14, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. august 2006síða 34

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Runavíkingar vunnu ætlaðu sigurin, men tað kom illa við, at Jens Martin Knudsen fekk reytt kort móti dystarenda Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Runavíkingar eru enn við í FM-striðnum. Tað staðfestu vespurnar, tá teir vitjaðu í Fuglafirði leygardagin. NSÍ var frá byrjan betra liðið, og teir byrjaðu eisini væl, tá Helgi L. Petersen rættiliga skjótt legði gest­irnar á odda. ÍF var í longum løtum um ein háls hesa løtuna, og tó at yvirvágin hevði hug at flata út, so var sjáldan ivi um, hvat var betra liðið. 2-0 gjørdist tað, tá Christ­ ian Høgni Jacobsen enn einaferð staðfesti, hvussu vandamikil hann er. Hesa ferð var málið eitt gott dømi um, at ein áleyp­ari við viðráki er ser­stakliga vandamikil. Lands­liðs­mað­ ur­­in vann eina tackl­ing, og áðrenn nakran vardi medd­­aði hann bóltin í meskarnar. Eftir steðgin tók NSÍ so longur aftur, og tað gav fuglfirðingum bóltin meira. Vertirnir royndu eisini at trýsta, og so hendi tað, sum so ofta hendir. ÍF misti í álops­roynd, og so gekk skjótt hinvegin. Endin varð, at Óli Hansen stóð púrasta blank­ur, og tað takkaði hann fyri. At ÍF kortini fekk minkað, mundi ikki bila so nógv fyri runavíkingarnar, men tað nívdi nógv, at reytt kort samstundis fylgdi við. Jens Martin Knudsen og Bartal Eliasen vóru í hornatøkum, tá dómarin metti Jens Mart­ in hava hevnt seg. Reytt kort til Jens Martin og brotsspark til ÍF, sum Bartal fyri aðru ferð á rað sendi beint í meskarnar hand­an Einar Hansen, sum varð settur av bakkinum í málið. Við einum manni í yvir­ tali royndi ÍF at trýsta sein­astu løtuna, men tað gav sjáldan nakrar ítøki­ lig­ar møguleikar. Teir eru framvegis at finna í botn­ inum, meðan NSÍ spakuliga kann fara at droyma gyltar dreymar. Men teir mugu so droym­ ast uttan Jens Martin Knud­ sen, sum við vissu ikki verð­­ur við, tá NSÍ spælir móti HB næstu ferð. Og tað kann væl vera, at veteran­ ur­­in í málinum heldur ikki er tøkur, tá B36 er mótstøðuliðið í Gundadali annan mikudag. ÍF-NSÍ 1-3 (0-2): Dýrt keyptur sigur NSÍ ÍF Magni spælir neyvan aftur Ein av grundstuðlunum undir góðu gongdini hjá GÍ ár hevur ver­ið Magni Jarnskor. Fyrrverandi miðvallarmotorurin hevur í ár røkt vinstra bakkpláss, og fyri tað mesta hevur hetta verið loyst til UG. Tí var tað dyggur smeitur, tá Magni leygardagin noyddist av vølli við skaða. Sami skaði helt honum uttan fyri móti B36 seinast, men hesa ferð gjørdi hann royndina. Sum skilst, so er talan um skaða í hælsinuni, og í Gøtu siga tey seg ivast í, hvørt veteranurin yvir høvur verður førur fyri at spæla aftur í ár. -mørk Liverpool vann byrjanina Kappingarárið í Onglandi byrjaði sunnudagin við sonevnda Community Shield. Hetta er dysturin millum meistarar og steypavinnarar, og hesa ferð eydnaðist Liverpool at basa Chelsea. John Arne Riise legði Liverpool á odda tíðliga í dystinum. Nýggi áleyparin hjá Chelsea, Andriy Shevchenko, javnaði eftir steðgin, og fleiri ferðir var hann eisini nær við at leggja meistararnar framum. Men Liverpool fekk tó seinasta orðið, tá Peter Crouch kundi beina innlegg frá Craig Bellamy í netið til endaligu støðuna, 2-1. -mørk Vertirnir áttu tveir stórar møguleikar fyri steðgin, men annars var lítið bit í, tá VB/ Sumba fyri fyrstu ferð í ár helt málið reint. Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tað tóktist vera lítil ivi um, hvør fremsti setningurin hjá fyri­bils settu venjarunum hjá VB/Sumba var leygardagin. Í 18 dystum hevði enn ikki eydn­ast suðuroyingunum at halda máið reint, og tí vóru boð­ini fyrst og fremst, at verj­an skuldi standa rætt. Hetta eydnaðist eisini móti einum GÍ-liði, sum nú ikki hevur vunnið ein fót­ bólts­dyst, síðani teir tann 16. juni løgdu seg á odda í Formula-deildini við einum sigri á HB. Ov nógv upp á Gunnar At GÍ ikki hevur vunnið síðani, kunnu tað sjálvandi vera nógvar orsøkir til. Ein teirra er tó heilt víst, at mótstøðuliðini nú aftur hava fingið ta virðing fyri GÍ, sum var gerandiskostur fyri fáum árum síðani. Upp­ skrift­in hjá liðnum hevur í ár verið at liggja aftarliga á vøllinum, fyri síðani at seta ferðina langt upp, tá bólt­ urin er vunnin, men hetta hevði VB/Sumba lúrt av und­an dystinum. Fyrst og fremst, so vágaði heima­liðið ikki alt ov nógv fram eftir vøllinum, og tí fekk GÍ sjáldan høvi at seta kviku mótálopini ígongd. Ístaðin vóru tað teir, sum høvdu bóltin nógv meira, men tá tað ráddi um at skapa møguleikar, var mang­an mest sum turrgelt. Hartil hevði VB/Sumba við at seta Dmitri Jankovic á Gunnar Nielsen skert álops­spælið hjá gestunum í stóran mun. Aloftast er Gunnar maðurin, sum skal skapa kreativitetin hjá GÍ, og tann leiklutin megnaði hann ikki at liva upp til leygardagin. Ístaðin var tað VB/Sumba, sum var nærmast við at skora. Tvær ferðir høvdu teir stórar møguleikar, men í báðum førum bjargaði træ­­verkið gestunum, og so spurdist ikki meira burt­ur­ úr. Flyta seg rætta vegin Stigið leygardagin ber við sær, at VB/Sumba spaku­ liga er í ferð við at førka seg úr botninum. Enn sum áður eru tað dystirnir móti ÍF og B68, sum verða av­gerandi fyri lagnuna, men sum støðan er í dag, er VB/Sumba at kalla ein dyst framman fyri í so máta. Um venjaraskiftið er or­­ søk­­in, skulu vit lata vera ósagt. Men nullið, sum lið­ ið hesa ferð helt, er tað fyrsta av slagnum í ár, og tað er ein ævigur sann­leiki í fótbólti, at eitt gott lið tekur útgangsstøði í verju­ part­­inum. Var dysturin leyg­ ar­­dagin eitt úttrykk fyri hetta, so boðar tað í øll­um før­um fyri góðum hjá suður­ oyingunum. Hjá GÍ var javnleikurin enn eitt av fleiri úrslitunum, sum tykist flyta GÍ longur og longur frá toppinum. Har er málið annars aftur í ár at vinna seg upp á Europ­ iskt pláss, men skal hetta henda, mugu sigrar skjótt á VB/Sumba-GÍ 0-0: Vandaleyst álopsspæl Gøtumenn tykjast veruliga uppsteðgaðir, og nú eru tveir mánaðir síðani, at teir seinast fóru av vøllinum við øllum stigunum savnsmynd Fimleikur Heini S. Kristiansen Sámal T. F. Johansen og Óluva Zachariassen skip­ aðu fyri fim­leika­skúl­a­ num, sum var fyri børn frá 1. til 5. flokk. Tey eru við í reiðskapsnevndini hjá fim­­leikasambandinum. Venj­­ararnir hendan dagin vóru nakrir av teimum bestu fimleikarunum í reið­­skapsfimleiki í land­ inum, millum annað Høgni Øster og Rúni Lam­­hauge. Fimleikasambandið vil fegin gera vart við fim­­­ leik­in, og hetta er ein lið­ ur í at hækka støðið á fim­ leik­inum á landinum. – Vit vilja fegin vera meira kappingarfør, tá ið vit fara til altjóða kapp­ ing­ar. Sum nú er, eru okk­ara grannalond nøk­ ur støði yvir okkum. Vit mugu byrja longu við børn­­unum, sigur Óluva Zacharias­sen. 50 gentir og 20 dreing­ ir luttøku á fim­leika­skúla­ num. – Vit vilja fegin hava fleiri dreingir til at gera fimleik, men tað er ikki so lætt. Í dag er so stór kapp­ing millum ítrótt­ ar­greinarnar, at børnini mugu velja longu sum ung, sigur Sámal T. F. Johan­sen. 70 børn á fimleikaskúla á Hálsi Leygardagin vóru 70 børn til fimleikadag í ítróttarhøllini á Hálsi. Tað var fimleika­ samband Føroya, sum skipaði fyri degnum. Tiltakið er ein liður í at økja um áhugan fyri fimleiki millum børnini Nógv varð lagt fyri, tá Fimleikasambandið leygardagin skipaði fyri fimleikaskúla Mynd: Álvur GÍ VB/S 24 [ Nr. 154 - 14. august 2006 ]