mánadagur 14. august 2006síða 35
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
[ Nr. 154 - 14. august 2006 ]
AB heldur tørn, og
TB eltir oddaliðini,
meðan hini bæði
suðuroyarliðini
fóru suður aftur
sunnukøldið við
samanlagt 20-1 tapi
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Eftir 19. umfarið er søgan
í næstbestu deildini tann
sama, sum hon leingi hevur
verið. B71 og AB varðveittu
uppflytingarplássini. TB
fekk enn eina ferð fult, og í
botninum løgdu VB/Sumba
og Royn rygg til samantalt
20-1 tap, tá ið tey vitjaðu í
høvuðsstaðnum.
Úrslitini bera boð um,
at ovastu og lakastu liðini
hoyra ikki heima í somu
deild. Hóast tað framvegis
eru 24 stig eftir at spæla
um, so tykist eingin ivi at
vera um, at tey bæði niðastu
liðini fara at flyta niður í
deildina, har avrikini hjá
teimum higartil í ár hava
víst, at tey hoyra heima.
B71 og AB hava kós
móti bestu deildini. Um
hesi bæði ella møguliga
ein annar uppflytari fara at
megna Formula fótbólt fer
tíðin at vísa. Einki er kortini
at ivast í, at uppflytararnir
– á sama hátt sum tey, ið
nú manna bestu deildina –
fara at dubba seg, tá ið tað
verður greitt, hvørji nýggju
liðini í bestu deildini skulu
vera.
Í 20. umfari, sum verður
leygardagin, sær skráin
soleiðis út: B71-TB, KÍ-SÍ,
Royn-FSV04, VB/Sumba-
AB og LÍF-HB.
B71-KÍ
Mótsatt
næstseinasta
vikuskifti
vórðu
fleiri
skiftingar gjørdar á besta
KÍ liðnum, sum leygardagin
vann stórsigur á B36 í
Gundadali. Tí var næstbesta
liðið ikki so væl mannað,
sum tað ofta fyrr í ár hevur
verið – eisini tí Ovi Nysted
er farin til Leirvíkar.
Men KÍ stóð seg munandi
betri á Sandi, enn tað
varð roknað við. Taktiska
tilvitanin var sera stór.
Klaksvíkingar høvdu mest
sum alt fólkið aftanfyri
bóltin. Teir skoraðu trý
mál, og merkisvert var tað,
at øll málini hjá teimum
vórðu skorað í sambandi
við frísparksstøður.
Tíggju minuttir vóru
farnir, tá ið Clayton Soares
við frísparki setti hol á
fyri B71. Tveir minuttir
seinni
javnaði
Julian
Samuelsen við stútara eftir
langt frísparksinnlegg úr
høgru. Minuttin eftir legði
Jónsvein Thomsen B71
framum aftur, eftir at KÍ
málverjin hevði hálvbjargað
langskoti.
So stóð KÍ seg leingi væl.
Stutt undan steðginum var
tað verjuspælarin Dánial
Kjærbo, sum javnaði eftir
frísparksinnlegg næstan av
miðjuni og eitt sindur aftur
og fram. Og tíggju minuttir
eftir steðgin stútaði Álvur
Christiansen KÍ framum 3-
2 eftir frísparksinnlegg úr
vinstru.
Síðsta hálva tíman setti
B71 ferðina upp, og Clayton
Soares skoraði tvey mál.
Tað fyrra eftir innlegg úr
vinstru frá Magnusi Olsen,
og tað seinna eftir innlegg
frá Rasmusi Nielsen úr
høgru.
TB-LÍF
Tað var lívligt á Sevmýri.
LÍF hevði kanska bóltin
meiri
enn
heimaliðið,
men
trupulleikin
hjá
leirvíkingum var, at teir
ofta høvdu ilt við at fáa
tyngd í álopsspælið, tá
ið teir leingi høvdu havt
bóltin. Men LÍF hevði sínar
møguleikar í 1. hálvleiki,
uttan at tað eydnaðist at fáa
mál. Kanska hevði Andreas
Lava Olsen tann størsta.
TB var meiri beinleiðis í
sínum spæli, og heimaliðið
hevði fleiri møguleikar enn
LÍF í 1. hálvleiki.
Eftir steðgin skoraði TB
toppskjúttin, Kaj Roest,
beinanvegin tvey mál. Tað
fyrra skoraði hann eftir eitt
sindur av aftur og fram í
brotsteiginum
og
tvær
blokeringar, og í tí seinna
førinum
gjørdist
hann
leysur innanfyri verjuna
eftir framlegging.
Bárður á Lakjuni minkaði
um munin miðskeiðis í 2.
hálvleiki. Hann fintaði TB
verjuna niður og norður,
áðrenn hann sendi bóltin í
málið. Olivur Abrahamsen
og Allan Poulsen hjá TB
høvdu góðar møguleikar,
men teir fingu ikki mál.
HB-VB/Sumba
Havnarmenn vóru ikki blíðir
við VB/Sumba, sum var illa
mannað. Teir høvdu ongan
eykamann, og tá ið ein
seint í 1. hálvleiki noyddist
skaddur av vøllinum, vóru
gestirnir noyddir at spæla
tíggju móti ellivu størra
helmingin av tíðini.
Tá ið VB í 2000 vann
FM, var tað við Krzystof
Popczynski sum venjara.
Hesa ferð var fyrrverandi
VB venjarin ein av HB
skarprættarunum.
Hann
og Uni Arge og hinir HB
spælararnir
fingu
gott
pláss.
AB-Royn
Heldur ikki Royn var
serliga væl mannað, tá ið
hvalbingar komu norður um.
Teir høvdu ein eykamann,
og hann noyddist á vøllin
longu í 12. minutti.
Tað var sum at skera í
lagkøku hjá AB. Har var
einki bein í, og á sama
hátt sum í Gundadali kundi
sigurin havt verið nógv
størri.
Jón Nielsen, sum í vikuni
flutti úr SÍ og til AB, vísti
seg at vera góður fongur.
Hann skoraði fýra mál.
Tá ið støðan var 1-0,
misnýtti Allan Mørkøre
brotsspark. Besti Royn
spælarin, málverjin Jens
Hákun
Leo
bjargaði.
Seytjan minuttir undan
leikloki varð málverjin
vístur av vøllinum fyri
uttanfyri brotsteigin at hava
felt Tony Rasmussen. Tá
fór Royn liðformaðurin
Bjarni á Hólalagi í málið
at standa, og so vóru
hvalbingar
tíggju
móti
ellivu síðsta stóra korterið.
FSV04-SÍ
Eftir sjey tap upp í slag
eydnaðist
tað
FSV04
aftur at fáa fulla úrtøku.
Hetta var fyrsti sigurin,
síðani Bobby Bolton fyrr í
summar gjørdist venjari í
Sandavági.
Heimaliðið legði fyri sum
eitt óløgið, og tá ið lítið
korter var farið, vóru teir
frammanfyri við tveimum
málum.
Fyrsta
málið
gjørdi
Karl Jóhan Djurhuus eftir
flatt innlegg úr vinstru frá
Gisla Sveinbjørnson. Seks
minuttir seinni varð 2-0.
Hesa ferð var tað Sonny
Johansen, sum fekk bóltin
í vinstru. Hann sneiddi
framvið
vongverjanum,
setti ferð á móti málinum
og setti bóltin framvið Jóan
Peturi í SÍ málinum.
Dygst undan steðginum
hvarv
síðsta
ivamálið
um, hvussu stigini skuldu
býtast. Miðvallarin Sjúrður
Ellefsen, sum var staddur
uttanvert brotsteigin, sendi
í málið við góðum skoti. Í
2. hálvleiki var heimaliðið
meiri verjukent, og SÍ
royndi at leggja trýst á, men
teimum eydnaðist ikki at
fáa mál.
Fakta um
1. deild
B71-KÍ 4-3 (2-2)
1-0: Clayton Soares 10.
1-1: Julian Samuelsen 12.
2-1: Jónsvein Thomsen 13.
2-2: Dánial Kjærbo 43.
2-3: Álvur Christiansen 55.
3-3: Clayton Soares 57.
4-3: Clayton Soares 63.
FSVágar04-SÍ 3-0 (3-0
1-0: Karl Johan Djurhuus 6.
2-0: Sonny Johansen 13.
3-0: Sjúrður Ellefsen 45.
AB-Royn 11-0 (3-0)
1-0: Jón Nielsen 12.
2-0: Jákup Martin Joensen 33.
3-0: Tummas Hans Rubeksen 43.
4-0: Jón Nielsen 52.
5-0: Tony Rasmussen 57.
6-0: Tony Rasmussen 59.
7-0: Jón Nielsen 62.
8-0: Tony Rasmussen 69.
9-0: Jón Nielsen 85.
10-0: Jákup Martin Joensen 88.
11-0: Allan Mørkøre 89.
HB-VB/Sumba 9-1 (3-0)
1-0: Krzystof Popczynski 25.
2-0: Uni Arge 45.
3-0: Krzystof Popczynski 45.
3-1: Arthur Tausen 53.
4-1: Krzystof Popczynski 57.
5-1: Krzystof Popczynski 65.
6-1: Rói Mohr Danielsen 70.
7-1: Tróndur Vatnhamar 77. br
8-1: Uni Arge 87.
9-1: John Eystberg 89.
TB-LÍF 2-1 (0-0)
1-0: Kaj Roest
2-0: Kaj Roest
2-1: Bárður á Lakjuni
Sandoyingar vórðu kløkkaðir
Talan var um einvegis ferðslu, tá AB á heimavølli vant burtur úr Royn. Hvalbingar munnu
einamest ynskja, at kappingarárið nú fer at enda
Mynd: Álvur
Hópurin hjá Georgia
Saman við hinum í hópinum kemur týski venjarin hjá
Georgia, Klaus Toppmöller til Føroya í dag. Á skránni
er undankappingardysturin móti Føroyum, og talan er
eftir øllum um ein sera sterkan hóp. Eisini hóast Milan-
spælarin, Kakhaber Kaladze hevur givið avboð við skaða.
Hópurin hjá Georgia er hesin: Málverjar: Georgi Lomaia
(FC Luch-Energia), Grigol Chanturia (FC Zestaponi).
Verjuleikarar: Zurab Khizanishvili (Blackburn Rovers
FC), Otar Khizaneishvili (SC Freiburg), David Kvirkvelia
(FC Metalurh Zaporizhya), Lasha Salukvadze (FC Rubin
Kazan), Kakha Aladashvili (FC Dynamo Kyiv).
Miðvallarleikarar: Levan Tskitishvili (Panionios NFC),
Levan Kobiashvili (FC Schalke 04), Jaba Kankava (FC
Arsenal Kyiv), Gogita Gogua (FC Spartak Nalchik),
Goga Gakhokidze (FC Twente), Zurab Menteshashvili
(FC Shinnik Yaroslavl), Malkhaz Asatiani (FC Lokomotiv
Moskva). Álopsleikarar: Aleksandr Iashvili (SC Freiburg),
Georgi Demetradze (FC Metalurh Donetsk), Shota Arve
ladze (AZ Alkmaar), David Mujiri(FC Krylya Sovetov
Samaraa).
-mørk
AaB av toppinum
AaB mátti um vikuskiftið siga fyribils farvæl til oddasessin
í donsku SAS-liguni. Liðið hjá Jón Róa Jacobsen og Súna
Olsen mátti á útivølli síggja FC Midtjylland taka øll
stigini. Og tá FCN samstundis vann sín dyst móti Vejle,
eru tað nú teir, sum eru ovastir á talvuni við 12 stigum, ið
er tað sama, sum AaB hevur. Meistararnir úr FCK eru á
fimta plássinum við 10 stigum, men teir hava tó ein dyst
til góðar í mun til hini oddaliðini.
-mørk