Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-08-15, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. august 2006síða 2

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 155 - 15. august 2006 tíðindi Nógv sigling var um Nólsoyarfjørð á ova­ stevnu. Strand­ferðsl­ an sigldi við Rituni og Brynhild, og haraftrat sigldu aðrir bátar, eitt nú Silja Star, við ferða­ fólki. Aftrat hesum leit­­aði ein ørgrynna av øðrum bátum – og ikki minst frá regatta-siglingini, út um fjørðin í viku­skift­ inum Ovastevna Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Ein fyribils uppgerð, sum Strandferðslan hevur gjørt, vísir, at Ritan og Brynhild sigldu við tilsamans 3.508 fólkum um Nólsoyarfjørð í vikuskiftinum, nú nóls­oy­ ingar í góðveðrinum sein­ asta vikuskiftið skipaðu fyri ovastevnu. Hetta tal sigur tó ikki, hvussu nógv fólk vóru á ovastevnu, tí umframt Rit­ una og Brynhild, sum sigldu fyri Strandferðsluna, sigldu ein­ir tríggir aðrir bátar um fjørð­in við fólki. Aftrat hesum koma so øll tey mongu, sum komu um fjørðin í regatta-bátunum úr Hósvík og øðrum bátum, sum leitaðu út um fjørðin úr ymiskum heraðshornum í góðveðrinum stevnu­dag­ ar­nar. Strandferðslan flutti til­ sam­ans 572 fólk um fjørð­ in fríggjadagin, 2.347 leyg­ ardagin og 589 sunnu­dag­ in. Á fleiri túrum var Ritan fullfermd, og tá sigldi hon nýggj­an beinanvegin, so fólk ikki stóðu og bíðaðu longri enn neyðugt. Í fjør sigldi Ternan eisini um fjørðin á ovastevnu, men sum skilst, var skipið ikki tókt til sigling á ova­ stevnu í ár. Fyrireikararnir av stevn­ uni fýltust harðliga á, at Strandferðslan avgjørdi at hækka ferðaseðlaprísirnar í sambandi við stevnuna. Í Nólsoy meta tey, at meira enn 4.000 fólk tilsamans vitj­aðu á ovastevnu í ár, sum helst eisini er met. SL flutti 3.508 fólk um Nólsoyarfjørð Ritan var fullfermd við ferðafólki á fleiri túrum í góðveðrinum um ovastevnuna Mynd: Vilmund Jacobsen – Okkara ynski var at hava 10 løgreglumenn á ovastevnu, men vit fingu bara tríggjar. Teir síggjast ikki aftur, tá ið so nógv fólk eru í bygdini eitt viku­skifti, sigur Jákup av Skarði, formaður í stevnu­ nevndini Ovastevna Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Tey tiltøk, sum vanliga geva størstu inntøkurnar á ovastevnu, er dansurin, sum serliga hevur stóra undir­­tøku leygarkvøldið. Í tjaldinum úti á Klivum spældu Hjarnar, og í Roynd­ ar­­húsinum spældi Dansi­ork­ estrið. Jákup av Skarði, for­mað­ ur í stevnunevndini, sig­ur, at enn er eingin enda­lig uppgerð gjørd yvir stevn­ una – og heldur ikki yvir dansi­tiltøkini. – Men tjaldið var stúgv­ andi fult av fólki, og í Roynd­arhúsið eydnaðist dans­urin eisini sera væl. So, hesi tiltøk verða saman við øðrum væleydnaðum til­tøkum ein góður "biti" í inn­tøkuposanum. Hann heldur, at talið av seld­um atgongumerkjum sunnu­náttina man tátta í 1000. – Tað var øgiliga nógv fólk í bygdini leygarkvøldið og sunnunáttina, og einki er at ivast í, at stevnan hesa­ ferð setti met í vitjandi, legg­ur hann aftrat. Meira løgregla Jákup sigur, at bæði fríggja­ kvøld­ið og leygarkvøldið fram til klokkan 06 vóru trígg­ir løgreglumenn í bygd­ ini. – Vit høvdu ynskt at fáa 10 løg­reglumenn til Nólsoyar, tá væntandi var, at mest fór at vera at gera, men hetta læt seg ikki gera. Hann vísir á, at tríggir løgreglumenn síggjast ikki aftur í eini so stórari manna­ múgvu. – Vit høvdu eisini okkara fólk til arbeiðis, eitt nú fólk hjá Nólsoyar Bjarg­ ing­arfelag, men hesi hava ongan myndugleika. Hesi sam­starvaðu eisini við sam­arittarnar, sum vóru í bygdini á ovastevnu. Jákup vísir á, at um­ráðandi er, at fólk eru tøk á einum so stórum til­ taki, tí tað kundi jú altíð hent, at okkurt álvarsligt var á vási. – Neyðugt er eisini at hava fólk, sum eru til at taka, um eitt nú ein bátur skuldi siglt á land onkustaðni á oynni. Eydnaðist væl Hann sigur, at stevnan eydn­að­ist sera væl, men held­ur, at neyðugt verð­ur at fara í gongd við fyri­ reik­ingararbeiði nógv fyrr enn áður, tí tiltakið við ova­ stevnu er vorðið so stórt og um­fatandi. – Komandi sunnukvøld fara vit at hava eina neyva eftir­meting av stevnuni, sum er avgerandi neyðugt, um vit skulu gera tað upp­ aftur betri næstu ferð. Stevnunevndin bleiv ikki skipað fyrr enn tíðliga í summ­ar, og Jákup av Skarði heldur, at nú er ógvu­liga umráðandi, at tey, sum skulu skipa fyri, sleppa í gongd longu til heyst­ar, tá ið eftirmetingin og veitslan, sum verður fyri fyri­reikarunum og teimum mongu, sum hava hjálpt til, er av. Kappingardagur – Vit skipa fyri einum kapp­ ingardegi leygardagin, 26. august, tá ið ymisk tiltøk verða, og síðan verður ein døgurða­biti fyri teimum, sum hava hjálpt til, seinni um kvøldið. Hann sigur, at hendan dagin verður fimasta kvinna og sterkasti maður í Nólsoy kos­in, eins og uppboðssøla verð­ur av eitt nú lundum og rabarbum. Jákup av Skarði sigur, at tá ið hesin dagurin er av, og gerandisdagurin kem­ ur aftur, er longu tíð at fara undir tær fyrstu fyri­ reikingarnar til næstu ova­ stevnu, sum verður hin fjúrt­ anda í røðini. – Tað verður so nógv lætt­ari at gera tær ymisku av­talurnar, um hesar verða gjørd­ar í góðari tíð – og ikki ov tætt uppundir stevnuna. Hann vísir á, at til ber í nógv størri mun at fyrireika løg­reglu, strandferðslu, trygg­leikaviðurskifti og tey ymisku tilboðini til stevnu­ gestirnar, tá ið hetta verður gjørt í góðari tíð. – Eg vil ikki siga, at stevn­ an er vaksin yvir høvdið á okk­um, men vit mugu síggja í eyguni, at neyðugt er at fara fyrr í gongd og skipa okkum uppaftur betur, nú til­takið er vorðið so stórt og tykist gerast størri og størri, sum árini ganga, sigur Jákup av Skarði, formaður í stevnunevndini. 1000 fólk vóru í dansi í Nólsoy leygarkvøldið Jákup av Skarði, formaður í stevnunevndini, væntar, at talið av seldum atgongumerkjum til dansin sunnunáttina man tátta í 1000. Enn fyriliggur eingin endalig uppgerð av tiltøkunum Mynd: Vilmund Jacobsen