týsdagur 15. august 2006síða 3
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 155 - 15. august 2006
3
tíðindi
Í oktober fer føroyskt
ferðalag til Ísraels.
Fyrireikararnir siga,
at nú tykist at vera
friðaligari í økinum,
so eisini ber til at vitja
í Norðurísrael
ÍSRAELSFERÐ
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Tað er Frants Jensen og
Hilmar Højgaard, ið skipa
fyri Ísraelsferðina. Báðir
hava fleiri ferðir verið í
Ísrael og kenna væl til
landið og umstøðurnar
har. Tekningarfreistin til
ferðina 5. - 16. oktober er
nú útsett til 1. september.
Sum tað sær út, verður tað
friðarligari í økinum, so
eisini ber til at fara til Norð
urísraels.
Áhugi
hevur
avgjørt
verið fyri Ísraelsferðini í
oktober. Nakrar tekningar
eru komnar, og rættiliga
nógvir fyrispurningar hava
verið.
– Nú er bara at skunda
sær at tekna seg, tí ein ferð
í Heilaga Landinum er eitt
minni fyri lívið! Og oktober
er eisini ein góður mánaði
at ferðast í, tí tá er er ikki alt
ov heitt, men meir svalligt,
siga fyrireikararnir.
Av tí at tað hevur verið
ófriðarligt í Norðurísrael og
í Libanon síðstu tíðina ber
ikki eins væl til at ferðast í
Ísrael, sum tað hevur verið.
Men sum tað sær út, verður
tað friðarligari í økinum,
so ferðalagið eisini kann
fara til Norðurísraels. Um
tað ikki ber til at ferðast í
Norðurísrael, tá ið ferðin
skal vera, so verða broyt
ingar í skránni, og ferðast
verður meir sunnanfyri í
landinum.
Á ferðini í Ísrael verður
vitjað á teimum kendu bíbil
sku støðunum, so sum í
Jerúsalem, Betlehem, Naza
ret og við Genesaretvatn
ið. Eisini verður vitjað
við Deyðahavið og á
Massada. Í oktober er tann
jødiska
leyvsalahátíðin,
og hetta sleppa føroysku
luttakararnir eisini at upp
liva. Nógv annað er eisini á
skránni. Les meir um Ísraels
ferðina á www.israel.fo
Ferð til Ísraels í oktober
Føroyskt ferðalag í Ísrael í fjør
KVØLDSETA
Norðuratlantsbólkurin
á
Fólkatingi vitjar í Føroyum
frá 16. til 17. august, og í
tí sambandi verður skipað
fyri kvøldsetu á REX hós
kvøldið kl. 19 við fólka
tingslimunum
Kuupik
Kleist, Lars-Emil Johansen
og Høgna Hoydal, og før
oyska varamanninum á
Fólkatingi, Tórbirni Jakob
sen.
Harumframt kemur tón
leikarin Uni Debes at spæla
nøkur løg.
Unga
Tjóðveldið
og
Tjóðveldisflokkurin skipa
fyri tiltakinum, sum fer at
viðgera spurningin »Nær
verða Føroyar og Grønland
sjálvstøðugar tjóðir.«
Nær loysa føroyingar
og grønlendingar…
Í samband við Gala
thea 3 rannsóknar
ferðina, hava yvir
hundrað føroyskir
skúlanæmingar úr
framhaldsdeild og
studentaskúla verið
við í eini kapping,
har vinningurin
er tríggjar vikur
umborð á Vædderen
á rannsóknarferðini
kring heimin
Rannsóknarferð
Ella Larsen
ella@sosialurin.fo
Endaumfarið í kappingini
verður í Norðurlandahús
inum í morgin kl. 14 til
18.30.
Luttakararnir
skulu
kappast við øðrum í sama
aldursbólki. Tað einasta
luttakararnir vita áðrenn
tey møta upp í morgin, er
at tey skulu vera har kl.
14, at tey ikki sleppa at
hava fartelefon við, men
at tey skulu minnast til at
eitt ur.
Luttakararnir
hava
framm
anundan fyrireika
eina framløgu, ið skal
varða í ein minutt, dóms
nevndin
skal
døma
framløguna saman við
hinum
uppgávunum.
Uppgávurnar vera bæði
vitanar uppgávur og prakt
iskar uppgávur, tær eru
loyniligar, tí spenningurin
um hvussu luttakararnir
klára óvantaðar avbjóðing
ar, er ein partur av kapp
ingini.
Klokkan 18.30 í morgin
verður vinnarin kosin í
Klingruni í Norðurlanda
húsinum. Vinnarin skal
umborð á skipið í Perth
í Avstralia og fer í land
í Sydney tríggjar vikur
seinni. Næmingurin verður
umborð á skipinum saman
við einum donskum næm
ingi og einum donskum
lærara. Meðan vinnarin
er á ferð, skal hann yvir
internetið greiða øðrum
skúlanæmingum,
sum
eru heima í Føroyum frá,
hvat tey uppliva og læra á
ferðini.
Ein føroyskur
skúlanæmingur skal
við á rannsóknarferð