týsdagur 15. august 2006síða 4
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 155 - 15. august 2006
Tit sum byrja her í
dag eru ikki longur
næmingar, men tit
eru lesandi. Tað er
nakað tit mugu vera
tilvitaði um frá fyrsta
degi, segði nýggi
rektarin á Føroya
Læraraskúla, Jóannes
Hansen, millum
annað, til samkomu
úti á Frælsinum,
har skúlaárið hjá
teimum lærara- og
pedagoglesandi
byrjaði í dag
SAMKOMA
Orð & myndir
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Tað var nýggi rektarin
á Føroya Læraraskúla,
Jóannes Hansen, sum legði
fyri á samkomu í Lærara
skúlahøllini, nú lærara- og
pedagoglesandi fara undir
eitt nýtt ár á Frælsinum.
Síðani var tað Jógvan á
Lakjuni, landsstýrismaður í
mentamálum, sum kom til
orðanna.
Hann byrjaði við at lýsa
fakligu og menniskjaligu
førleikar rektarans. Jógvan á
Lakjuni hugleiddi um tíðina,
frá tí at hann og Jóannes
Hansen báðir gingu á Føroya
Læraraskúla, og vísti millum
annað á, at enn var onkur
av somu lærarunum eftir á
skúlanum, pedellurin var
hin sami og eisini onkra
kantinudamu kendi hann
aftur.
Landsstýrismaðurin
greiddi frá, at pedagog-
og
læraraútbúgvingin
hevur ein grundleggjandi
og fólkaberandi leiklut,
og vónaði hann, at hann
kundi vera við at lyfta
upp undir pedagog- og
læraraútbúgvingina.
Samstundis sum hann vísti
á, at útbúgvingin eigur at
vera raðfest høgt, nam hann
eisini við nýggju pedagog-
og læraraútbúgvingina og
eggjaði hann næmingunum
til at vera við í kjakinum,
sum verður í næstum, tá
uppskotið um ein øðrvísi
bygna av verandi pedagog-
og læraraútbúgving verður
lagt fram.
Pengar mugu játtast
Jóannes Hansen takkaði síð
ani Jógvani á Lakjuni fyri
bæði røðu og blómurnar
hann fekk handaðar, og segði
síðani sjálvur nøkur orð.
– Tá ið eg fyrireikaði
meg til hesa løtuna, og eg
skuldi hugsa um nøkur
orð til teirra, sum ganga
her á staðnum, so vóru tað
hugtøkini pedagognæmingar
og læraraskúlanæmingar,
sum fyrst duttu fram í hugan.
Men eg havi nevnt tykkum
lesandi, og tað liggur eitt
signal í hesum.
Tit eru ikki næmingar,
men tit eru lesandi. Eitt
av týdningarmiklu sign
alunum í hesum er, at
nú hava tit sjálvi størri
ábyrgd fyri skúlagongdini
og innlæringini, enn tit
hava havt, tá ið tit gingu í
barnaskúla og eisini í mið
námsskúla. Tað er sera
týdningarmikið fyri meg
og okkum her á staðnum at
undirstrika hetta fyri tykkum
soleiðis, at tilvitanin um
hetta beinanvegin verður
stór og vaksandi.
– Traditionelt og ivaleyst
ofta framvegis síggja vit
læraran
sum
áfyllara.
Nútíðin og framtíðin leggur
upp til, at vit síggja læraran
sum íblásara og kveikjara.
Um lesnaðurin eydnast opti
malt, so verða tað tit, sum
undrast og reflektera, og tað
eigur aftur at bera við sær,
at tit seta spurningarnar,
sum tit so aftur fara at leita
eftir svarinum uppá. Og í tí
leitanini uppstanda heilt víst
nýggir spurningar og nýggjar
reflektiónir og nýggj kritisk
støðutakan til spurningarnar,
segði nýggi rektarin millum
annað í røðu sínari.
Jòannes Hansen greiddi
eisini frá smávegis broyting
um í gerandisdegnum úti
á Frælsinum, og har kom
millum annað fram, at farið
verður undir at arbeiða við
hvussu interna eftirmetingin
av lærugreinum, har ongin
próvtøka er, skal skipast.
At enda í røðu sínari
vendi rektarin sær aftur til
starvslýsingina eftir nýggj
um rektara, sum stóð í bløð
unum á mai. Ein av fyrstu
orðingunum í henni var, at
rektarin skuldi vera við til at
skapa trivna á skúlanum. Tað
vil Jóannes Hansen fegin
vera við til, og gleddist hann
um, at næmingarnir vóru
komnir í skúlan nú, tí ongin
skapar trivna einsamallur,
segði hann.
– Mítt mál er at skapa góðar
karmar kring lesnaðin. Tað
verið seg sosialt, fakliga og
fíggjarliga. Hetta síðsta dugi
eg ikki enn at siga so nógv
um. Men tað er mín greiða
fatan – og hesa heilsanina
kann landsstýrismaðurin
bera við sær til sítt umsit
ingarliga og politiska bak
land, at sjálvandi skulu teir
pengarnir játtast til peda
gogútbúgvingina og lærara
útbúgvingina, sum tað kostar
at gera íløgur í og at reka
hetta staðið við útbúgving
av pedagogum og lærarum
sum mál, segði Jóannes
Hansen, sum nú fer undir
sítt fyrsta ár sum rektari á
Føroya Læraraskúla.
Samkoman endaði við,
at tey nýggju lesandi vóru
boðin vælkomin av hinum
lesandi, sum við sangi og
myndum lýstu undanfarna
ár skúlanum.
Nýggi rektarin á Føroya Læraraskúla:
Tit eru
lesandi
og ikki
næmingar
+EYPSSAMTKAN Ó $R *AKOBSENSGTU
&+ Ó $R *AKOBSENSGTU SØKNAST EFTIR
(JÈLPARFØLKI TIL BREY¦SLUDEILDINA
AT BYRJA SKJØTAST TIL BER
6IT SØKNAST EFTIR EINUM RSKUM FØLKI VI¦ GئUM RKISKAPI OG ÈR¦I TIL FAST STARV Ó EINUM HANDLI SUM LÓV ALTÓ¦ ER Ó
!RBEI¦SUPPGÈVUR
!T RKJA STARVI¦ SUM HJÈLPARFØLK Ó BREY¦SLUDEILD OKKARA
!RBEI¦STÓ¦
5M
TÓMAR UM VIKUNA TÓ¦ HARAV ANNAN HVNN LEYGARDAG FYRRAPART
6IT ROKNA VI¦ AT TÞ ERT
q 2KIN
q "LÓ¦LÓGUR AV LYNDI
q «LÓTANDI
q &LEKSIBUL
q 4RÓVIST VL VI¦ NØGVUM OG FJLBROYTTUM UPPGÈVUM
,N
3MBRT 3 + SÈTTMÈLANUM
3END OKKUM NKUR OR¦ UM TEG SJÈLVAN TIL
+EYPSSAMTKAN
Ó $R *AKOBSENSGTU
0OSTSMOGA
&/
4ØRSHAVN
4EL
!TT "O -LLER
&ARTEL
Læraraskúlahøllin var fullsett í morgun, har bæði gamlir og nýggir næmingar fóru undir eitt nýtt
ár í lesnaðinum
Jógvan á Lakjuni og Jóannes Hansen hava báðir gingið á Føroya Læraraskúla, har Jóannes Hansen nú er rektari