týsdagur 15. august 2006síða 5
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 155 - 15. august 2006
tíðindi
Rokk
konsert í
Runavík
Mikukvøldið verð
ur konsert við
kunningarstovuna
í Runavík við fløgu
aktuellu bólkunum
The Story Ends,
The Dreams og 200
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Tiltakið er partur av
nýggjasta marknaðar
føringsátakinum
hjá
KontoIn, ið er rættað
móti ungu kundunum
hjá Føroya Banka, har
bankin við sms boðum,
boðar kundum sínum frá,
at tiltøk verða. Sloganið
Indian Summer – Heystið
er avlýst, hevur í eina tíð
verið at sæð kring landið,
og nú er greitt hvat talan
er um. Á heimasíðu síni
sigur bankin: “Gleð teg
til eina røð av feitum og
óvæntaðum tiltøkum.
Hav eygu og oyru opin
– og telefonina tendraða
– so verður tú kanska
boðin við til eitt KontoIN
tiltak.
„Indian Summer“ er
eitt fyribrigdi, ið lýsir
eitt stutt tíðarskeið seint
á heysti, við lýggjum
og sólríkum veðri. Eitt
hugfarsligt, róligt ella
blómandi tíðarbil, sum
kemur tá okkurt líðir móti
enda.”
Í síðstu viku var fyrsta
tiltakið hildið, hetta var
eitt Beach Party í Sanda
gerði við grill, DJ og
Beach Volley Í dag kom
so næstu sms boðini inn
á telefonina:
Feitt tiltak: KontoIn
bjóðar til ókeypis konsert
við 200, The Story
Ends og The Dreams
við kunningarstovuna í
Runavík mikukvøldið
kl. 20.30. Send boðini
víðari!
Í næstum verður Stay
under the stars hjá
Teiti útgivin í USA,
Kanada og Týsklandi,
í hesum sambandi
hevur Teitur gjørt
sangin Louis Louis til
sjónbandalag
TÓNLEIKUR
Niels Uni Dam
Kendi danski rokkmynda
maðurin Martin Dam Krist
ensen hevur júst lagt síðstu
hond á sjónbandalag til
sangin Louis Louis hjá Teiti,
og hóast sjónbandalagið
ikki alment er spælt á sjón
varpsrásum enn, so liggur
tað á alnetinum og til ber
hjá øllum at síggja lagið á
heimasíðuni youtube.com.
Umboðsmaðurin hjá Teiti
Christian Ulf-Hansen sigur,
at Martin Dam Kristensen
er góður vinmaður við bæði
seg og Teit. Hann hevur tikið
myndirnar til báðar Teitur
fløgurnar. Teir hava brúkt
hann sum myndamann, tí
hann hevur eitt sera gott eyga
fyri Teiti, kennir hansara
visiónir innan tónleik og
kennir Teit. Tí var eisini
upplagt at heita á hann um at
leikstjórna sjónbandalagið.
Christian Ulf-Hansen sig
ur at teir eru væl nøgdir við
endaliga úrslitið. Vit vildu
fegin hava andan í lagnum
Louis Louis at koma fram,
og hetta hevur eydnast. Hetta
sum verður sagt í setninginum
“Every living being is a
dancer”, liggur sum grund í
sjónbandalagnum. Hetta er
eisini andin á allari fløguni
Stay Under The Stars, at vit
skulu lata tónleikin frelsa
okkum. Í næstum verður
sjónbandalagið Louis Louis
sent kring allan heim.
5. september verður Stay
Under The Stars útgivin í USA
og Kanada, og 17. september
kemur hon út í Týsklandi. Í
sambandi við hesar útgávur
fer Teitur á konsertferð í
hesum londum.
6. september byrjar kon
sertferðin í Norðuramerika.
Teitur spældi í sambandi
við seinastu fløguna fleiri
hundrað konsertir í USA,
og somuleiðis nakrar í
Kanada. Í Kanada var serliga
konsertferðin saman við
John Mayor væl eydnað, og
við hesari konsertferð vann
Teitur sær nógvar fjepparar,
og síðan tá hevur hann spælt
sera væl vitjaðar konsertir
ymsa staðni í Kanada.
Teitur var í seinastu viku í
Týsklandi og gjørdi samrøður
við tónleikafjølmiðlar, í
sambandi við útgávuna
har. Hetta gekk sera væl og
áhugin var stórur. Christian
Ulf-Hansen viðgongur, at
teir eru spentir um hvussu
fløgan fer at klára seg á týska
marknaðinum, tí fjølmiðla
áhugin er stórur. Teitur brýt
ur konsertferðina í USA av
fyri at fara til Týsklands at
spæla nakrar konsertir, m.a.
á stóru tónleikamessuni Pop
komm.
Seinni í ár eru eisini kon
sertir í Noregi, Svøríki, Dan
mark, Bretlandi og Fraklandi
á skránni.
Tað verður ein
heilt serlig konsert,
ið føroyingar,
íslendingar og
danir í danska
høvuðsstaðnum
sleppa at uppliva,
tá Eivør fer á pallin
í konsertsalinum í
Tivoli.
Tónleikur
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Tá Eivør 9. september fer
á pallin í konsertsalinum
í Tivoli, verður talan um
eina heilt serliga konsert,
har bólkurin, ið spældi á
Kvinnu konsertunum hjá
Eivør, Guðrun og Lenu í
fjør, og ein strúkarakvartett
fara at gera upplivingina til
meira enn eina vanliga Eivør
konsert.
Tónleikararnir, ið Eivør
hevur við sær teljast millum
teir heilt góðu í danska
kongaríkinum. Á gittara
er t.d. Troels Skovgård, ið
hevur spælt nokkso fitt við
Eivør seinnu tíðina, áður
hevur hann samstarva við
m.o. donsku songkvinnurnar
Hanne Boel og Cæcilie Nor
by. Á trummum er Klaus
Menzer, ið m.a. hevur spælt
í Sneakers. Kórrøddirnar
verða sungnar av Christine
Birksøe og Stine Findsen.
Eisini vera fleiri dugnaligir
føroyski tónleikarar á kon
sertini.
Á skránni verða nýggjari
og eldri løg hjá Eivør og løg
sum Eivør er von at tulka.
Fyri at geva fólki eina smakk
roynd av, hvussu tað fer at
ljóða í Tivoli, hevur Eivør
lagt tvær konsertupptøkur
av Kvinnu konsertunum
í Norðurlandahúsinum á
heimasíðu sína. Talan er um
løgini Nú brennur tú í mær
og Hann angar sum sólja og
bøur.
Sigvør Laksá umboðskona
hjá Eivør sigur, at fyribils
hevur øll marknaðarføringin
verði vend móti føroyingum
í Føroyum. Men nú verður
farið undir at selja konsertina
í Danmark. Í vár spældi Eivør
eina útselda konsertferð
kring Danmark, men tá vóru
tað smærri spælistøð, ið vóru
á skránni, so talan var ofta
um eini 300 fólk, ið komu á
konsert. Í konsertsalinum í
Tivoli rúmast 1.700 fólk. So
tí verður marknaðarføringin
eisini munandi ógvisligari
enn í vár. M.a. verða risa stór
skeltir við Eivør hongd kring
býin í Keypmannahavn,
umframt at lýsingar verða í
donsku bløðunum.
Sigvør Laksá metir tó
ikki, at tað verður trupult
at selja atgongumerkini, tí
í Keypmannahavn búgva
hópin av føroyingum og
íslendingum og hesir kenna
Eivør.
Eivør hevur við sínum heið
urslønum á DMA Folk, og
ummælararóstu framførslum
á m.a. Roskilde Festivalinum
og á Tønderfestivalinum,
eisini vunnið sær nógvar
danskar fjepparar, og nógvir
av hesum verða ivaleyst eis
ini at síggja á konsertini í
Tivoli.
Louis Louis er sjónbandalag
Eivør við strúkarum í Tivoli
Eivør hevur vunnið sær nógvar fjepparar í Danmark
Teitur fer í september á konsertferð í USA, Kanada og Týsklandi
200 fer at buldra og braka
í Runavík
Mynd: Niels Uni Dam