Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-08-15, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. august 2006síða 6

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 155 - 15. august 2006 tíðindi Marknaðarrák Mest avgerandi hendingin í farnu viku var týskvøldið, tá amerikanski tjóðbankin, Fed, hevði rentufund. Fyri fyrstu ferð síðan 2004 varð rentan ikki hækkað. Hon er nú 5,25%. Fed tekur atlit til bæði prís- og búskaparvøkstur í rentuavgerðunum. Tá hesi bæði hækka, hækkar Fed vanliga rentuna, og øvugt tá tey lækka. Orsøkin til, at rentan var verðandi á 5,25% er, at amerikanski búskapurin vísir tekin um at slakka eitt sindur av, meðan Fed heldur, at prísvøksturin ikki er ein hóttan í løtuni. Flestu íleggjarar høvdu vænt­að óbroytta rentu, og tí ávirkaði hetta hvørki láns- ella partabrøv nakað serligt. Óvissan um hvat fer at henda við rentuni elvir til sveiggj á virðisbrævamarknaðunum komandi vikurnar. Lánsbrævarentur hækkaðar Hesa farnu vikuna hækkaði danska 10-ára rentan á leið 0,10%-stig, til 4,04%. Sum fastir lesarar vita, er lítið hent á lánsbrævamarknaðinum sein­astu 4-5 mánaðirnar. 10- ára rentan hevur sveiggjað mill­um 3,9%-4,2%, og enn eru eingi greið tekin um, at hon av álvara fer at flyta seg. Framvegis góðir roknskapir Danske Bank kunngjørdi hálv­ársroknskapin í farnu viku. Úrslitið var merkt av framgongd í netto rentu­inntøkunum or­sak­ að av útlánsvøkstri og aft­ urføringum. Rokn­skap­­ur­in minkar um váð­an við Danske Bank parta­bræv­in­um. Tískil setir Kaupthing tilmælið á Danske Bank til keyp.  Nú útvið 75% av norður­ lendsku virkjunum hava kunn­gjørt roknskap, hava úr­slitini áðrenn skatt í mið­ al verið 3,4% omanfyri okk­ara metingar og tey eru hækk­aði 26,6% seinasta árið. Sølan hevur verið sum væntað, og er hækkað 10,4%. Samanumtikið hava roknskapirnir tí verið góðir. Hesa vikuna Hesa vikuna verður størst­ ur dentur lagdur á prís­ vakstr­artøl úr bæði USA og Evropa. Um tey gerast hægri enn væntað, tálmar tað væntandi bæði láns- og partabrøvum. Haraftrat verða eyguni havd við, um friðurin heldur í Libanon. Amerikanska rentan ikki hækkað                                  SEK      Broytingar eru útroknaðar í mun til fyri viku síðan. Myndirnar vísa gongdina seinastu 3 mánaðirnar.             Vika 33 Tann 14. august í fjør datt eitt ferðamannaflogfar niður nærhendis Athen, men enn tann dag í dag er vanlukkan ein gáta. Hvat var tað, sum veruliga hendi, tá Helios-flogfarið av slagnum Boeing-737 datt niður fyri einum ári síðani? Tað spyrja nógvir grikkar framvegis, og eingin tykist hava nakað veruligt svar. Vanlukkan er vorðin ein gáta og ein tann mest merkisverda í flogsøguni. Vanlukkan er eisini um­rødd sum tann mest óhugna­liga nakrantíð. Í meiri enn tveir tímar fleyg flogfarið við sjálvstýraranum og við einum grikskum jagara­flogfari undir hvørjari lið, til tað datt niður einar 40 kilometrar norðan fyri Athen. Øll tey 121, sum við vóru, doyðu, og bjargingarmenn greiddu frá, at fleiri av líkunum vóru beinfryst, tá teir komu fram á tey. Tey avvarandi hava funn­ist hvassliga at mynd­ ug­leikunum, tí tvey av ferðafólkunum eru ikki funnin enn. Sein­asta vikuskiftið funnu rann­sókn­ ar­menn likamslutir av einum ferðafólki niðri í einari gjógv saman við einum petti av øðrum flogvonginum. Men framvegis er einki funnið av teimum báðum seinastu. Í gjár vóru fleiri hundrað avvarandi komin saman uttan fyri eit kapell, sum er bygt á vanlukkustaðnum til minnis um tey, ið fórust við Helios- flogfarinum. Talsfólk teirra søgdu, at tey bíða í spenningi eftir einari almennari frá­ greiðing um vanlukkuna. Myndugleikarnir siga, at hon kemur í næsta mánað. Tey avvarandi halda, at tey hava bíðað alt leingi eftir frágreiðingini, og tey siga seg vænta, at onkur verður drigin til svars fyri tað, sum hendi. 0Funnið orsøkina Ein kanning, sum griksku loftferðslumyndugleikarnir hava gjørt, bendir á, at luft­ trýstið inni í flogfar­inum fall, og at teir báðir flogskipararnir tí mistu vitið. Tað kann vera rætt, tí í hvussu er svaraði flogfarið ikki, tá tey bæði jagaraflogførini róptu á tað, og flogskipararnir á jag­araflogførunum søgdu, at annar flogskiparin í ferða­ mannaflogfarinum lá fram eftir rommum, og at hin var ikki at síggja. Nógv bendir eisini á, at eitt av hinum starvsfólkunum umborð á flogførunum royndi at fáa tað aftur á beina kós, men til fánýtis. Akrivos Tsolakis, sum stendur fyri kanningunum, hevur sagt við grikskar fjøl­ miðlar, at vanlukkan er tann mest merkisverda, sum hann nakrantíð hevur kannað. Kort­ini sigur hann sigur seg hava funnið orsøkina til vanlukkuna, men at svarið má bíða til í næsta mánað. Við AFP-tíðindastovuna sigur Tsolakis, at frá­greið­ ingin hjá kanningarnevndini fer at hava fleiri broytingar við sær í altjóða flogferðsluni. Hann ásannar, at lufttrýstið inni í flogfarinum fall, men sigur, at tað vóru fleiri or­søkir til tað. Júst hvørjar fáa vit ikki at vita fyrr enn í næsta mánað. Tann gátufulla flogvanlukkan