týsdagur 15. august 2006síða 7
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 155 - 15. august 2006
9
tíðindi
22 ár eru nú liðin
síðani vaksið varð um
Stranda skúla. Nú er
tíðin komin til eina
enn størri útbygging.
Skúli
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Strendur: Tað var kortini
ikki í gjár, tá skúlagongdin
byrjaði aftur eftir summar
frítíðina og heldur ikki
næsta ár at strandabørn
sleppa í tann nýggja og
nógv útbygda skúlan.
Men gongst soleiðis sum
bygdaráðið ætlar, verður
farið undir eina rættiliga
umfatandi útbygging í fram
tíðini av verandi skúla.
Bygdaráðið hevur arbeitt
við hesi ætlanini í eina tíð,
og fekk í hesum sambandi
uppskot frá tveimum arki
tektum at taka støðu til.
Arkitektarnir báðir komu
við hvør sínari loysn uppá,
hvussu ein kundi útbyggja
skúlan til tess at lúka øll
krøv, sum verða sett einum
nútíðar skúla.
Uppskotini vóru ymisk,
men á fundi fyrr í summar
avgjørdi bygdaráðið at ar
beiðast skuldi víðari við
uppskotinum hjá Fuglø
Arkitektum.
- Hetta uppskotið hósk
aði best til tørvin hjá skúl
anum, verður sagt úr bygda
ráðnum.
Kommunan setti annars
ein arbeiðsbólk at arbeiða
við hesum málinum. Og eftir
avgerðina í bygdaráðnum
kann hesin bólkurin nú fara
undir næsta stigið í ætlanini
at geva strandabørnum betri
umstøður í skúlanum.
Verandi skúli á Strondum
var tikin í nýtslu í 1969, og
varð sum nevnt útbygdur
í 1984.
Nýggjan skúla til dagsins tørv
Sørvágur: Í eina tíð
hevur verið arbeitt við
at bróta teir gomlu egn
ingarskúrarnar
niður,
saman við m.a. Toppakk
húsinum fyri at gera økið
klárt til nýggju egningar
skúrarnar.
Arbeiðið at stoypa grund
ina er komið væl áleiðis.
Tað er Erik Heinesen úr
Bø, ið stendur fyri hesum
arbeiði. Hann væntar
at vera komin somikið
væl áleiðis í næstu viku,
at farast kann undir at
smíða. Berg Rasmussen,
byggimeistari,
hevur
fingið heildartilboðið av
nýggju skúrunum, og
skal hann sjálvur smíða.
– Enn er óvist nær
skúrarnir verða lidnir
og kunnu takast í brúk.
Væntandi verður tað í
oktober ella november,
verður upplýst úr Sørvágs
kommunu.
sb.
Nýggjar egningar
skúrar í heyst
Stutt sagt
Hoydalar: Tað hevur tos
að um tað í mong ár,
og nú er umsíðir líkt til
at okkurt fer at henda á
Sanatoriivegnum oman
til Studentaskúlan í Hoy
dølum.
Arbeiðið umfatar eina
neyðuga dagføring og um
legging av hesum vega
strekkinum,
umframt
ætlanina at gera ein
gonguteig framvið veg
num. Sunnanfyri skúlan
skulu somuleiðis gerast
fleiri pláss til bilar.
Ætlanin verður í hesum
døgum fyrireikað, og
gongst sum ætlað verður
arbeiðið boðið út seinni í
ár. Einki verður enn sagt
um, hvussu nógv hetta
fer at kosta.
sb.
Breiðka vegin móti
Studentaskúlanum
Vegastrekkið oman móti Studentaskúlanum hevur leingi
trongt til ábøtur. Nú verður tað!
Blái Krossur: Saman
við hinum samstarvs
feløgunum í Norðurlond
um hevur Blái Krossur
í Føroyum eisini, fingið
stuðul frá Cirius, sum
er stovnur undir Norður
landaráðnum.
Felagsskapirnir, sum
søktu um stuðul frá Ciri
us, hava fingið játtaðar
tilsamans 287.070 krón
ur.
Peningurin verður eftir
ætlan nýttur til at gera
eitt norðurlendskt sam
starvsnet, har partarnir
kunnu skifta orð um
royndir viðvíkjandi hjálp
móti alkoholmisnýtslu.
sb.
Norðurlendskur stuðul
til fyribyrging
– Eg kikaði eystur í
hav í morgun, men
har kundi eg bert
staðfesta tað eg visti
frammanundan:
Har var als eingin
svartfuglur at síggja.
Soleiðis hevur tað
tíverri verið ein
stóran part av ár
inum, sigur René Han
sen í Nólsoy. Støðan
er hin sama á øðrum
støðum í landinum.
Náttúran
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Svartfuglur: René er ein
av teimum sum dámar væl
at vera á fuglaveiðu.
Hann hevur tó sæð og
staðfest tann veruleika, at
støðan hjá svartfuglinum
er alt annað enn góð.
Bæði hjá lundanum, lom
viganum og álkuni hevur
ein staðfest eina stóra aftur
gongd í tali. Og einki er
sum bendir á nakran bata í
so máta.
– Í ár hevur verið sera
lítið til av lunda. Ja, eg vil
siga, at árið í ár er beinleiðis
ússaligt, staðfestir René.
Hann hevur undanfarin
ár skrivað væl niður, tað
sum menn hava fingið í
fleyging. Og her siga tølini
alt: Higartil í ár hava teir
bert tikið einar 1300 lundar.
Eitt miðalár var talið upp
móti 12.000!
Úr Skúvoy og Mykinesi
berast somu óhugaligu tíð
indi.
Einki rokár
Úr Mykinesi sigur Esbern í
Eyðansstovu at gongdin har
er hin sama sum á hinum
støðunum.
– Støðan er als ikki so
góð sum hon eigur at vera,
sigur Esbern.
Teir hava nærum ikki sæð
sildbera í ár, men hava hin
vegin sæð nakað av lunda á
sjónum. Trupulleikin hevur
bert verið hann, at lundin
í alt ov lítlan mun er farin
á flog.
Av hesi orsøk hevur jú
ikki borið til hjá monnum
at fleyga henda lundan. Í ár
verður tí ikki talan um nakað
rokár hjá mykinesmonnum,
tá talan er um fleyging.
Okkurt árið hava teir fing
ið heilt upp í 25.000 lundar,
men í ár man tað neyvan
fara at tátta í meiri enn ein
ar 6.000 lundar.
Lítið hevur verið at sæð
til lomvigan og álkuna, og
tá talan er um rituna er bert
ein evarska lítil partur av
pisunum komin undan í ár.
– So her er skilligt at
her er ikki rætta vorðið
við svartfuglinum, sigur
Esbern, sum harmast um
gongdina.
Orsøkin til hesa negativu
gongdina tey seinnu árini
er helst vantandi føði hjá
svartfuglinum.
Horvin
René Hansen sigur, at teir
fyrr í summar sóu nakað av
svartfugli á sjónum kring
Nólsoynna. Onkrar dagar
hava teir sæð svartfugl í
einar 2-3 fylgjandi dagar,
men so er hann horvin
aftur.
– Men í seinastuni hevur
einki verið at sæð, sigur
René.
Í seinastu viku var ein
maður á fleygi og fekk
hann heilar 150 lundar.
Hetta var í roynd og veru
tað mesta sum nakar maður
hevur fingið í summar.
Úr Skúvoy frættist. at har
hevur heilt lítil lundi verið
í summar. Har kunnu teir
taka eini 1000 lundar, men
higartil í ár er ikki fleiri enn
stórthundrað lundar fleyg
aðir í ár.
– Eingin veit um slíkt
áður. Tað sama ger seg eisini
galdandi fyri lomvigan og
álkuna, verður sagt.
Tað sær svart út við fuglaveiðuni
Lundin er í minking í ár. Veiða er
neyvan orsøkin til tað, men heldur
at fuglinum vantar føði