Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-08-15, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. august 2006síða 8

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 155 - 15. august 2006 Umsíðir tykist bilbukt verða fingin við stríðnum í Miðeystri – í øllum førum fyribils. Tað er kortini ótrúligt, og púra óakseptabult, at lond skulu sleppa at skjóta og bumba hvønnannan so leingi, áðrenn heimssamfelagið leggur uppí. ST felagsskapurin tykist ikki serliga stinnur at loysa slík stríðsmál, í øllum førum ikki so leingi, sum heimspolitiið, USA, ikki vil verða við. Vit taka so mangan til, at illgerðirnar móti mannaættini, sum fóru fram t. d. undir øðrum heimsbardaga ikki eiga at endurtaka seg. Vit ganga eisini runt og halda, at tað var nakað, sum bara kundi henda tá. Men soleiðis er støðan als ikki. Heimurin upplivir dag og dagliga slík stríð, sum áttu at verið steðgað við brestin. Vit høvdu eisini eitt stríð mitt í Evropa í nítiárunum – tá Balkan stóð í ljósum loga. Fólk vórðu dripin frá hond, uttan at heimssamfelagið so ella so legði uppí og steðgaði illgerðunum við brestin. Slíkt eigur ikki at kunna henda! Í slíkum føri átti ST at lagt uppí beinanvegin. Tað kann ikki verða rætt, at so krígshugað fólk, sum vit síggja ráða í fleiri londum – eisini sokallaðum siviliseraðum londum – sleppa at sita við valdið, tá slíkar støður taka seg upp. Her átti ein yvirnationalitetur, sum ST, beinanvegin at lagt uppí og steðga stríðnum. Tí áttu Ísrael og Hisbollahfelagsskapurin ikki at sloppið at bumbað hvønnannan í vikuvís við so nógvum ósekum offrum. Vit taka ikki dagar ímillum, hvør er rættvísur og órættvísur í hesum føri. Tað kann vera líka mikið – vit halda bara, at heimssamfelagið ikki er nóg væl skipað, tá slík stríð kunnu halda fram í vikuvís – og hundraðtalsfólk liggja eftirá – áðrenn lagt verður uppí og meinaleysu brotsgerðirnar móti mannaættini verða steðgaðar. Víst er tað, at heimspolitikararnir hava nógv at læra! Sosialurin Góðtaka ikki brotsgerðir móti mannaættini Innsent tilfar Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar. Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum innsendum greinum – annars verða tær ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost ella á diskli. Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Lív Højsted Horsdal horsdal@sosialurin.fo Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Heini Kristiansen heinik@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo !!! Haldarar sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja til 341818 og boða frá, leygardag tó frá kl. 11.00-13.00 Uppseting/prent: Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Mánadagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Týsdagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Mikudagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Hósdagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað­leiðsl­an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. SAMBAND eirikur lindenskov@ sosialurin.fo tlf 341800 viðmerkingar Eftir tíðindi um, at MI 5 og onnur antiterror-korps eydnaðust at fyribyrgja eini ætl­að­ari hópdrápsroynd í Onglandi herfyri, eydnaðist tó ongum á Dimmalætting at frá­sor­tera ein ónuanceraðan leið­ara frá 11/8-06 við heitinum“Vesturheimsins fígg­ind­ar”. Tað er bæði rætt og gott at ilskast inn á - og harmast um - terrorismu. Men sum fjølmiðil eigur mann – eisini í einum leiðara - at taka ta ábyrgd á seg at spyrja so nuancera, at mann ikki kemur at generalisera og foreinkla menniskju, søgu, politik og makt, og har­­við geva eina reingja mynd­ina. Tað allar lættasta er at taka frá­støðu frá fløktum málum og siga “vit” og “tey”. At spæla uppá fremmanda- angist og mana eitt monst­ ur upp úr gólvinum, sum elvir til forfylging, ras­is­ mu, religiónskríggj og sjálv­ sókni. Leiðarin “vesturheimsins fíggindar” málar við so grov­um pensli, at alt ov fá aspektir koma við. Hugt verður eftir religiónini islam “í sjálvum sær” (!!!) sum orsøk til terrorismu. Eisini etniskur uppruni verður skírd­ur at vera avgerandi. Beinleiðis endurgivið stend­ ur einastaðni.....”Men ong­ antíð fyrr hava vit upplivað, at slík fólk hava ætlanir um atsóknir, sum beinleiðis eru ein vandi móti kristnu mann­a­ættini. Tí vilja vit pá­standa, at tað er islam, sum trúgv, ið ávarast nú má ímóti. Hvussu ber tað til, at slíkir ungir menn kunnu brúka teirra trúgv til at vilja drepa menniskju í hópatali? Hví skulu teir sleppa at halda, at teir upp­náa frelsu við at lata blóð flóta? Her er eitthvørt grundleggjandi galið við trúnni ella mentanini”. Tann málaða mynd­in av okkum sum “krist­in mannaætt í vest­ur­heim- i­num” sum hevur roynt at skilja hesi fólk (øll yvir ein kamb) vil eg ikki koma inn á annað enn at siga, at løgið er at royna at polarisera kristindóm mót­ vegis islam sum svar uppá terrortrupulleikan. Tað er jú ikki kristindómur sum verður havdur á lofti, tá USA og onnur vesturlond verða kritiserað. Tað er oftast tann førdi politkkurin innan oljuhandil, herseting, fígging og stuðul til lokalar bólkar, sum verður nevnd­ ur, eitt nú Irak, Kuwait ella Libanon. Vit vita, at heimurin broytt­ist eftir at múrurin mill­um eystur og vestur fall. Tað at koloniir og her­ sett lond fingu frælsi ella sjálvstýri, hevur ført til ó­frið og kríggj nógvastaðni, ser­liga innanhýsis, eitt nú í Russlandi, á Balkan, í Afrika, v.m. Nationalisman slapp leys uttan demokratisk stýr­is­am­boð (og ST stuð­ ul). Nationalisman hevur eisini ávirkað mótvegis eini politisering av fund­a­ ment­alistiskum tulkingum av islam. Hetta hevur so ført til, at fleiri bólkar leg­ i­timera terrorismu sum pol­ it­iskt amboð, harímillum Al Qaida. (Men eisini vest­ur­lond, sum siga seg vera demokratisk og hava demokratisk stýrisamboð hava uppreistrarbólkar, IRA í Írlandi og ETA í norð­ ur­spania hava dripið hópin av sivilum.) Fyrr kundi USA og EU halda kríggj ella ósemjur burturi frá egnum øki í størri mun enn nú.Vit øll eru vorðin meiri sárbar grundað á, at sivilir borg­ ar­ar eru vorðnir mál og ikki bert hermenn. Terr­or­ ist­ar arbeiða uppá tvørtur um landamørkum og draga “fjarar ósemjur” inn á okk­ ara dyr, vit sivilu borg­arar tvingast til at taka støðu til konfliktir, sum fyrr vóru “aðrastaðni”. Við vápnatøkni, fylgis­ svein­um, fjølmiðlatøkni, og ikki minst alnótini - eru nýggir møguleikar komn­ir, eisini hjá terr­ or­ist­um. Eggjaðir av glob­alum sjónvarps- og tíðindaflutningi er “med­i­e­ kríggj” ein skjótur máti at síggja úrslit av sínum handl­ ing­um. Kofi Annan, ST að­al­ skrivari sigur á ST heim­ a­síðuni www.un.org/news/ tann 14/8-06 soleiðis um at basa terrorismu: “Allir stat­ir í øllum regiónum – stórir ella smáir, sterkir ella veikir - eru sárbarir mótvegis terrorismu og tí sum herav fylgjur. Tað kann loysa seg hjá øllum londum at vera við at gera eina mót- terrror strategi. Øll hava ein leiklut í at skapa eina tílíka strategi”, leysliga umsett. So ístaðin fyri at sund­ur­ býta heimin í eina vest­ur­ lendska, kristna mannaætt, og “hini”, er tað kanska rættari at hyggja at, hvussu alheimsgerðin broytir hátt­ in at føra politikk uppá. Vit eru ikki longur staðbundin, eru í fleiri førum bert ein e:mail frá hvørjum øðrum. Hetta krevur eitt neyvari, meira tolerant og positivt samstarv millum heimsins lond, har tann nýggja upp­gáv­an verður at sleppa undan kon­trol­sam­ fel­ag­num sum avloysari fyri demokrati. Eisini er neyð­ugt við miðvísum ar­beiði mótvegis xenofobi og intolerancu í privatum og almennum høpi.....og í fjølmiðlunum. Dimmalætting og »Vesturheimsins fíggindar« Velbastaður Anna Maria joensen